leygardagur 1. september 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 - 1. september 2001
15
Ikki færri enn 21
landsdystir verða
leiktir kring Europa
leygardagin
HM-DYSTIR
Jákup Mørk
Umframt dystin millum
Føroyar og Luksemburg,
sum verður á Svangaskarði,
skulu hópin av dystum av-
greiðast leygardagin.
Europeiska fótbóltssam-
gongan, UEFA, ásetur van-
liga fastar leikdagar, so
lættari er at samskipað leik-
dagarnar í ymsu europeisku
deildunum.
Umframt dystin í Føroy-
um, eru tveir aðrir dystir á
skránni í okkara bólki.
Russland ferðast til Sloven-
ia, har teir kunnu at kalla
staðfesta luttøku sína, með-
an Sveis og Jugoslavia fara
á vøllin at dystast um næst
fremsta plássið í bólkinum,
sum kann geva atgongd til
endaspælið í Japan og
Suðurkorea.
Grannarnir
Grannar okkara í Norðan-
londum skulu allir í dyst,
og í fleiri førum tykist talan
verða um dystir, sum hava
alstóran týdning fyri HM-
vónirnar hjá hesum.
Danmark er á odda í sín-
um bólki, og hendan sessin
halda teir fast um, um talan
verður
um
heimasigur
ímóti Norðurírlandi. Danir
munnu tó skeita eins nógv
móti Íslandi, sum teir gera
eftir dystinum í Parkini, tí
um Ísland megnar at taka
stig frá Kekkia á heima-
vølli, kann hetta meira ella
minni
tryggja
dønum
fremsta sessin.
Í bólki fýra hevur higar
til gingið framúr væl hjá
Svøríki, og eru teir í løtuni
á fremsta sessinum í bólki-
num. Nærmasti kappingar-
neytin er Turkaland, og
leygardagurin kann vísa
seg at hava avgerandi týd-
ning fyri støðuna í hesum
bólkinum. Hjá báðum pørt-
um er talan um lúmskar úti-
dystir, har Svøríki ferðast
til
Makedonia,
meðan
Turkaland skal royna seg
ímóti Slovakia.
Noreg hevur seinni árini
helst verið sterkasta norð-
urlendska umboðið í Eu-
ropa, men í inniverandi
undankapping er korthúsið
at kalla rapað. Noreg hevur
staðið seg stak illa, og eina-
mest ræður nú um hjá teim-
um at vaska æruna, tá teir
hava møguleika at vinna
oddaliðnum í bólki 5, Pól-
andi, eina neisu í Warshava.
Seinasti av dystunum hjá
grannum okkara er tann hjá
Finnlandi á útivølli móti
Albania. Hóast talan her er
um eina grannatjóð, so er
lítil ivi um, at føroysk fót-
bóltseygu í stóran mun
venda áhugan móti hinum
dystinum í bólki níggju.
Her skulu Týskland og
Ongland nevnliga hittast á
Olympiska leikvøllinum í
München, og eftir øllum at
døma verður hetta dysturin,
sum ger av, hvat av hesum
báðum fótbóltsstórveldum
vinnur fremsta plássið í
bólkinum.
Triði venjarin hjá
Toda og teimum verð-
ur Niels Christian
Holmstrøm, sum fyri
næstan einari fjórð-
ingsøld síðani varð
kosin ársins venjari í
Danmark
SUPERLIGA
Jóannes Hansen
Todi Jónsson gongur í hes-
um døgum í Keypmanna-
havn, har hann vónar, at
hvíld frá dystum og miðvís
venjing skulu bera við sær,
at hann verður hundrað
prosent klárur, tá tað um
eina viku aftur verður farið
undir donsku landskapp-
ingina, og tá FCK aftur skal
spæla í Europa Cup.
Einki er at ivast í, at Todi
fylgir væl við, hvussu tað
gongst hjá landsliðnum.
Men hesar hugsanirnar
hava í vikuni verið órógv-
aðar av, at nú hevur FCK
aftur verið forsíðutilfar í
miðlunum. Eitt er at Heine
Fernandez sigur seg harm-
ast, at hann tók so rívan til,
tá hann ikki slapp at spæla
ímóti Lazio. Tað er farið
longri aftur í miðlunum.
Stóra søgan síðstu dagar-
nar hevur verið, at FCK
venjarin tveir teir síðstu
mánaðirnar, sviin Kent
Karlsson, hevur lagt frá
sær.Á tíðindafundi hósdag-
in segði hann seg ikki vera
føran fyri at ganga full-
komuliga upp í uppgávuna,
soleiðis sum hann hevur
gjørt áður, og soleiðis sum
hann segði, at tað er neyð-
ugt at gera.
Nýggjur venjari í FCK er
Niels Christian Holmstrøm,
sum er ítróttarstjóri í felag-
num. Hann skal hava leiðs-
luna,
meðan
hann
og
Flemming Østergaard leita
eftir einum nýggjum ven-
jara.
Holstrøm er ikki ókendur
við venjarastarvið. Upp-
runaliga spældi hann við
KB, har hann var vanda-
mikil miðframherji og í
1974 varð kosin ársins
spælari. Í áttati árunum var
hann venjari fyrst í B 1903
og so í KB. Tað eru hesi
bæði feløgini, sum eru
grundarlagið undir FCK.
Eftir at Holmstrøm gavst
sum venjari var hann í
mong ár í starvi hjá Team
Danmark. Nú hevur hann
eitt skifti verið ítróttarligur
stjóri í FCK, og nú hevur
hann – fyribils í hvussu so
er – fingið ein kaskett
afturat.
Hjá Toda Jónsson fer
venjaraskiftið neyvan at
hava nakrar broytingar við
sær. Ta Todi er tøkur, er
hann upplagt val til annað
álopsplássið hjá FCK – utt-
an mun til hvør hevur ven-
jaraábyrgdina.
Landsliðsferðin til
Føroya kennist næst-
an sum frítíð aftur
ímóti skránni, sum
teir í Hull hava í hes-
um døgum
LANDSDYSTUR
Jóannes Hansen
Í fyrrakvøldið komu síðstu
útisetarnir í landsliðsleg-
una. Ætlanin var, at seinna
venjingin hósdagin skuldi
vera klokkan 17.30. Tá tað
seinnapartin var greitt, at
teir tríggir, sum orsaka av
plásstroti í flogfarinum ikki
vóru komnir úr Danmark,
ikki fóru at vera á Toftum
fyrrenn um útvarpstíð, varð
venjingin útsett til klokkan
19.15. Tá var landsliðið
fullmannað.
Millum síðstu spælarar-
nar á Svangaskarði var Jul-
ian Johnsson. Hetta er
fyrsta ferðin, at hann er
heima á klettunum í lands-
liðsørindum, síðani hann
flutti úr Sogndal og til Hull.
Hóast hann flutti úr bestu
norsku deildini og í fjórðu
bestu eingilsku deildina, so
er Julian fegin um, at hann
fór:
– Fyri meg sum persón,
og eisini lønarliga og
ítróttarliga hevur flytingin
verið góð. Tað er spenn-
andi at royna at búgva í
Onglandi, tað eru meiri
pengar í eingilskum fót-
bólti, enn tað eru í norsk-
um fótbólti, og tað er
spennandi at vera við í
stórari kapping um pláss-
ini á liðnum og fleiri ferðir
um vikuna at spæla
frammanfyri nógvum
áskoðarum.
Týskvøldið spældi Hull
landskappingardyst
á
heimavølli ímóti Kidder-
minster. Tað vóru 8.835
áskoðarar, og talan var um
rættuligt drama. Tá tað rest-
aðu tíggju minuttir varð ein
av Hull spælarunum rikin
av vølllinum. Tá sá út til, at
tað skuldi enda 1–1, men í
yvirtíðini
skoraði
Hull
sigursmálið. Aftur hesa
ferð spældi Julian Johnsson
alla tíðina, og á heimasíð-
uni hjá Hull verður hann
róstur fyri gott innlegg og
fyri at hava verið við til at
leggja nógv fyri í verju-
partinum, tá tað stóð á.
12. september skal Hull
spæla í lítlu steypakapping-
ini, Worthington Cup, á úti-
vølli ímóti Derby úr bestu
deildini.
Tað verður ein orduligur
sýnisgluggi hjá tær?
– So langt havi eg ikki
hugsað. Eg trívist væl, har
eg eri. Vit spæla so nógvar
dystir nú, at eg taki bara
ein dag og ein dyst í senn.
Trýstið er stórt, og tí er tað
hugaligt at vera komin til
Føroya at vera saman við
liðfeløgunum í eina lítla
viku, heldur Julian Johns-
son.
Javnvágin
26 ára gamli Julian Johns-
son er ein av veteranunum á
landsliðnum. Hann hevur
verið fastur maður á liðnum
seinastu seks árini. Einasta
landsliðsmálið í 41 dystum
skoraði hann í næsta dysti-
num, hann var á liðnum.
Tað var tá Føroyar 25. mai í
1995 vunnu 3–0 á San Ma-
rino á Svangaskarði. Ta
ferðina staðfesti Julian í 62.
minutti við rimmar lang-
skoti 3–0 sigurin. Hini
bæði málini høvdu Jens
Kristian Hansen og Jens
Erik
Rasmussen
longu
skorað í 6. og 8. minutti.
Tá Føroyar 24. mars
vunnu 2–0 í Luksemborg
var Julian Johnsson á lið-
num, og hann heldur, at
møguleiki er fyri, at vit
eiga at vinna á teimum eina
ferð afturat.
– Men vit skulu ikki
leypa á, soleiðis at vit ikki
ansa nóg væl eftir í verju-
partinum. Tað ræður um at
finna javnvágina. Vit skulu
vera varnir, so teir hava hug
at koma fram á vøllin, men
samstundis haldi eg, at vit
mugu gera nyttu av, at teir
ikki hava betri bóltleika og
ikki eru skjótari enn, at vit
hava møguleika at leggja
trýst á teir frammi á vølli-
num, heldur Julian Johns-
son, sum altíð hevur verið
stóri arbeiðsmaðurin á mið-
vøllinum. Um tað ber til, so
tykist hann í løtuni at vera
uppaftur betri fyri, enn
hann hevur verið.
Landsliðsdagur
Bossurin verður venjari
Julian spælir næstan annan hvønn dag
Tað er spennandi at royna at
búgva í Onglandi, tað eru
meiri pengar í eingilskum
fótbólti, enn tað eru í
norskum fótbólti, sigur Julian
Johnsson
15
Nr. 168 • leygardagur • 1. september 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Á landsliðnum er
hann fyrsta valið,
meðan Jákup Mikkel-
sen er settur á beink-
in í Molde, har tíðin
nú av álvara fer at
ganga undan
LANDSDYSTUR
Jóannes Hansen
Tað er eingin ivi um, at Ják-
up Mikkelsen í kvøld fer at
verja føroyska málið. Hann
stóð seg sera væl í Jugo-
slavia, og tí er Allan Sim-
onsen, sum plagar at halda
seg til tað, sum hann er
vanur, neyvan í iva um, at
sami maður, sum stóð mill-
um stólparnar í Beograd,
aftur hesa ferð skal fáa
møguleikan.
Men síðani hann kom aft-
ur til Molde frá landsliðs-
ferðini í Jugoslavia, hevur
Jákup Mikkelsen ikki kent
nakað sum helst til, at ven-
jarin í felagnum hevur
skattað, at Jákup hevði
spælt væl í landsdystinum:
– Eg hevði ikki hugsað
um tað, at eg skuldi á
beinkin, og eg hevði einki
fingið at vita. Tað var ikki
fyrr enn á taktikfundinum
tann sunnudagin, at venjar-
in segði, at talan fór at vera
um sama lið sum síðst, men
at Knut skuldi verja málið,
greiðir Jákup Mikkelsen
frá.
Síðani tá hevur Molde
spælt tveir landskappingar-
dystir, og Jákup hevur sitið
á beinkinum báðu ferðirnar.
– Sjálvandi er tað keði-
ligt. Tá tú hevur spælt á
hægsta støði í einum landi í
fleiri ár, so er tað einki
hugaligt at fara einsamallur
til eitt nýtt land og so at sita
á beinkinum. Eg havi glett
meg so nógv at koma heim
til landsdystirnar hesa ferð,
sum eg kanska ongantíð áð-
ur havi gjørt, ásannar Jákup
Mikkelsen, og tað er ikki so
torført at fylgja honum.
Men ert tú so væl fyri at
spæla landsdyst nú, sum tú
vart, tá landsliðið var í
Jugoslavia?
– Tað haldi eg avgjørt.
Men – um eg sleppi upp í
part – so rokni eg ikki við,
at tað fer at verða so nógv
at gera hesa ferð, sum tað
var í Beograd. Í tí sam-
bandinum havi eg hug at
leggja afturat, at tað er ein
sonn fragd at standa aftan-
fyri ta verjuna, sum vit
høvdu í Beograd. Okkara
verjuspælarar vóru framúr
væl skipaðir, og tað var
stuttligt at síggja, hvussu
væl teir stóðu seg í nær-
dystunum – bæði á jørðini
og í luftini, vísir Jákup
Mikkelsen á.
Lítil áhugi
Í Noregi er skipanin tann, at
flestu landskappingardyst-
irnir í bestu deildini verða
spældir sunnudagar. Næst-
besta liðið hjá Molde spælir
í einum bólki í tí, sum teir
kalla 2. deild. Tvær tær
seinastu ferðirnar hevur
Jákup spælt dystir mána-
kvøld. Fyrru ferðina var
úrslitið 3–0, og seinnu ferð-
ina 3–3.
Sambært frásøgn í lokalu
heimasíðunum, so stóð Ják-
up seg serliga væl í tí fyrra
dystinum.
Hann
varð
spældur dagin eftir, at Ják-
up hevði fingið boðini um,
at nú skuldi hann út á
beinkin at sita.
Tað eru fáir áskoðarar til
2. liðs dystirnar, og tað er
sjálvandi alstórur munur á
at spæla á landsliðnum og
so at spæla 2. liðs fótbólt í
Noregi.
Tíðin gongur undan
Tá Jákup Mikkelsen gjørdi
avtalu við Molde, so vóru
hann og felagið samd í, at í
fyrstu atløgu skuldi sátt-
málin vera galdandi fyri
tað, sum var eftir av hesum
kappingarárinum. Síðani
skuldi støða takast til, um
nýggjur sáttmáli skuldi
skrivast.
–Tíðin er ikki so long.
Tað eru sjey umfør eftir av
landskappingini,
og
so
leingi sum venjarin tekur
ein annan málverja framum
á besta liðnum, so eru eing-
ir møguleikar hjá mær at
vísa nakað, ásannar Jákup
Mikkelsen.
Konan og tey bæði børn-
ini eru í Danmark, og um
einki annað spyrst burturúr,
so fer Jákup aftur til Dan-
markar í heyst. Hvussu tað
so verður við fótbólts fram-
tíðini ber ikki til at siga
nakað um í løtuni.
Nógvir útlendingar
62 útlendingar eru á lønar-
listanum hjá feløgunum,
sum eru umboðað í bestu
norsku
fótbóltsdeildini.
Fimtan av teimum komu í
norskan fótbólt í summar,
og Jákup Mikkelsen er ein
av teimum.
Sambært norska blaðnum
VG, so hava tveir av hesum
ikki enn fingið møguleikan
at spæla á besta liðnum.
Molde telist millum fel-
øgini, sum í summar hava
fingið flestar útlendskar
spælarar. Umframt Jákup
Mikkelsen eru tveir aðrir
útlendingar
komnir
til
Molde.
VG hevur bitið merki í, at
tað felagið, sum hevur
fægstar útlendskar spælar-
ar, er Rosenborg. Teir hava
bara tveir útlendingar á løn-
arlistanum, og teir eru ovast
á støðutalvuni. Lillestrøm,
sum stríðist við Rosenborg
um NM, hevur sjey út-
lendskar spælarar í hópi-
num. Talan er fyri tað mesta
um spælarar, sum teir hava
keypt fyri lítið av pengum.
Um tað gongst spælarunum
væl, so er møguleiki at
selja teir víðari og harvið at
vinna pengar upp á teir.
Skjóti B36 maðurin
ásannar, at møguleik-
in hjá honum er
størri, enn hann er, tá
Øssur Hansen er við
LANDSDYSTUR
Jóannes Hansen
Enn hevur Heðin á Lakjuni
ongantíð verið á landslið-
num frá fyrsta bríksli. Um
hann verður tað hesa ferð,
var einki sagt um, tá lands-
liðið í gjár legði síðstu
hondina á fyrireikingarnar
til dystin ímóti Luksem-
borg seinna partin í dag.
Men Heðin á Lakjuni er
samdur í, at møguleikin hjá
honum eigur at vera størri,
nú Øssur Hansen ikki er
tøkur, enn hann er, tá Øssur
er tøkur:
– Øssur er ein góður og
royndur spælari, og hann er
sjálvskrivaður á plássinum
í vinstru. At hann ikki er
við hesa ferð ger, at møgu-
leikin hjá øðrum er størri at
koma á liðið. Tað havi eg
hugsað. Tað er venjarin,
sum setur liðið, men eg skal
ikki dylja, at tað hevði
verið ein góð kensla hjá
mær, um hann hevði gjørt
av, at eg skuldi fáa møgu-
leikan ímillum teir fyrstu
ellivu. Tað havi eg ongantíð
áður havt, sigur Heðin á
Lakjuni.
B36 maðurin hevur ikki
nervar:
– Tað hevur gingið væl í
B36 í ár, og vit hava allir
stórt sjálvsálit, heldur
Heðin, sum fleiri ferðir í
ár hevur spælt á plássi-
num, sum nú skal mannast
í dystinum ímóti Luksem-
borg.
– Tá eg havi verið longri
frammi á vøllinum, so hev-
ur Jens Kristian Hansen
ofta verið vongspælari á
miðvøllinum í vinstru. Tað
er sjálvandi góður møgu-
leiki fyri, at hann fer at
spæla í plássinum, sum
Øssur Hansen plagar at
spæla í. Um so verður, so
má eg bara vera klárur at
gera mítt besta og so vóna,
at venjarin fer at geva mær
møguleikan.
Landsliðið er
glottin hjá Jákupi
– Sjálvandi er tað keðiligt. Tá tú hevur spælt á hægsta støði í einum landi í fleiri ár, so er
tað einki hugaligt at fara einsamallur til eitt nýtt land og so at sita á beinkinum, sigur
føroyski landsliðsmálverjin
Heðin heldur seg til
Heðin á Lakjuni bíðar
spentur, nú Allan Simonsen
skal finna sær ein nýggjan
vongverja í vinstru
C
M
Y
K
14