Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. september 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 168 - 1. september 2001 Nr. 168 - 1. september 2001 17 Sólstrálurnar leitaðu sær fram undan skýggjunum og náttúran vísti seg frá síni bestu síðu, tá 1.300 fólk hósdagin fylgdu Maritu Petersen, løgmanninum í svørtu tíð Føroya, til gravar JARÐARFERÐ John Johannessen Vakrari kundi løtan ikki vera, tá Marita Petersen, fyrrverandi løg- maður Føroya, hósdagin varð fylgd sína seinastu ferð her á fold. Mitt í allari sorgini hendan lívsins heystardag leitaði sólin fram millum skýggini og heilsaði blíd- liga fyrrverandi løgmanninum, konuni, mammuni, ommuni, syst- urini og vinkonuni farvæl. Eisini tey avvarandi fingu ein uggandi og lívsgevandi koss av sólstrálum við á vegnum í teirra sváru sorgarstund. Alment farvæl Áðrenn jarðarferðina høvdu fólk helst varhugan av, at talan ikki fór at verða um eina heilt vanliga jarð- arferð. Tað var jú fyrrverandi løg- maður Føroya, ið skuldi jarðast, og tí kundi væntast, at okkurt serligt fór at verða gjørt burturúr. Og talan var heldur ikki um nakra vanliga jarðarferð. Tú fekst sjón fyri søgn longu ávegis til Vestur- kikjuna meira enn hálvan tíma und- an jarðarferðini. Fólkini, tú møtti á leiðini í somu ørindum, sum tú, vóru løgmaður, landsstýrismenn, fyrrverandi løgmenn og lands- stýrismenn, tingmenn og embætis- fólk umframt øll tey vanligu fólk- ini, ið stóðu Maritu nær. Longu uttan fyri kirkjuna møtti tú fyrstu blómutyssunum og kransun- um, sum fólk, feløg og stovnar høvdu sent, fyri at bijða Maritu far- væl á seinasta sinni. Stóri steinurin oman fyri inngongdina til kirkjuna var prýddur við kransum upp eftir síðunum, meðan vøkur smá blómu- tyssi lógu sum ein blómugarður kring grønu fløtuna, har steinurin stendur. Heilsanirnar vóru til stjóran, for- mannin, vinkonuna, javnaðarkvinn- una og bara Maritu. Inni í kirkjuni var eisini hábær- sliga prýtt við blómum og kransum. Uppi við altarið stóðu kransarnir frá teimum nærmastu umframt aðr- ar frá almennum myndugleikum, Javnaðarflokkinum og landsstýri- num. Kistan var vakurt prýdd við gul- um blómum, og frá kistuni lá ein røð av blómutyssum mitt eftir gólvinum. Hendan røðin endaði við einum stórum blómutyssi við ein- um reyðum og einum hvítum silki- bandi við gulláskrift. Hetta stóra blómutyssið var ein seinasta heilsan frá sjálvari Margretu drotning og manni hennara, Hendriki prinsi. Eisini danska stjórnin hevði sent eina seinastu heilsan, umframt, at danski ráðharrin, Ole Stavad, var komin til jarðarferðina sum alment umboð fyri donsku stjórnina. Hábærsligt farvæl Longu hálvan tíma áðrenn sjálva jarðarferðarguðstænastuna var stóra Vesturkirkjan so mikið full av fólki, at tú mátti leita, fyri at finna tær sess. Frammi í kór, oman fyri kistuna, stóðu strúkarar úr Føroya Symfoni- orkestri og spældu klassiskan syrgi- tónleik, meðan kirkjan alsamt fylt- ist við fólki og kirkjutænararnir stríddust við at finna sessir og troðka fólk saman. Tá klokkan ringdi, sum tekin um, at nú var jarðarferðarguðstænastan byrjað, vóru umleið 1.300 fólk komin at heilsa Maritu farvæl. Og nøkur vórðu noydd at standa uttan fyri, tí kirkjan var meira enn full- sett. Marjun Bæk, prestur, helt líktal- una. Hon hevði valt at lata vera við at tosa ov nógv um Maritu sum fyrrverandi løgmann, og hon hevði eisini valt at lata vera við at tosa ov nógv um Maritu sum persón, konu, mammu og ommu. Í staðin valdi hon at prædika um munin og tætt- leikan millum deyðan og kærleik- an. Hon nýtti Kirkegaard til at greiða frá, hvussu tætt kærleikin og deyðin liggja at hvørjum øðrum. Eftir prædikuna sang manskór uppi á loftinum, og eisini sluppu strúkararnir fram at aftur. Tað er heilt vist, at ljómandi kór- sangurin og hábærsligu tónarnir frá strúkarunum rørdu hjartastreingir- nar hjá teimum flestu, sum vóru í Vesturkirkjuni hesa løtuna. Persónligt farvæl »Føgur er foldin, dýrdarríkur himin....« Nú var tunga løtan komin, tá næstringarnir skuldu venda kistuni og bera konuna, mammuna og syst- urina út úr kirkjuni og út í bilin, ið skuldi koyra hana til seinasta hvíld- arstaðið. Hetta var, sum hjá øllum øðrum, ið uppliva skíkt, ein tung løta hjá familjuni. Spakuliga og við niður- boygdum høvdi bóru næstringarnir teirra kæru Maritu Petersen, ikki løgmannin, men konuna, mamm- una, ommuna og systurina út. Fyri teimum var Marita Petersen tann góða og hugnaliga konan, sum fjál- gaði um familjuna og syrgdi fyri, at øll trivust. Eftir familjuni fylgdi tann stóri skarin, sum helst er tann størsti skarin, ið hevur verið til nakra jarð- arferð í Føroyum í mong ár. Tá lík- bilurin nærkaðist kirkjugarðinum við Velbastaðvegin var allur Heygs- vegurin ein stórur skari av fólki. »Jesus til várt sálargagn...« Nú skuldi sigast farvæl fyri sein- astu ferð. Kistan varð lorað niður í grøvina, meðan vakrir syrgitónar ljómaðu úr hornunum hjá GHM. »Av mold ert tú komin. At mold skalt tú verða. Av mold skalt tú aftur rísa upp.« Ein lítil sólstrála stavaði niður á kistuna, meðan presturin kastaði døkku moldina niður á lokið. Før- oyska náttúran segði eisini Maritu Petersen farvæl. Friður verið við minninum. Føroyar søgdu Maritu farvæl Jarðarferðin var nakað serligt. Strúkarar úr Føroya Symfoniorkestri spældu syrgitónleik framman fyri kistuna Mynd: Jens Kristian Vang Sjálvt uttan fyri Vesturkirkjuna var prýtt við blómum og kransum Mynd: Jens Kristian Vang Eisini drotningin sendi eina seinastu heilsan Mynd: Jens Kristian Vang Jarðarferðarprædikan snúði seg um sambandið millum kærleikan og deyðan Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 17 16