Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 214- 6. november 2008 13 Hví verða vinstravend— persónar, sum annars rópa hurrá fyri Monty Pythonsa “The Life of Brian”—umgjørd til eina skrukkandi Armgarð Arge, tá ið tað kemur til islam? T eksturin hesuferð er um at fordøma dirvisloysi. Hann byrj­ar við eini frásøgn um eina søguliga skaldsøgu eftir j­ourna­ listinum Sherry Jones, sum tú ikki kanst lesa. “The Jewel of Medina” greiðir frá um lívið hj­á Aishu. Aisha er ein genta, ið varð gift burtur sum seks ára gomul til ein hálvthundrað ára gamlan mann við navninum Muhamed ibn Abdullah. Á hennara hj­únabandsdegi spældi Aisha á einum danditræi í urtagarðinum hj­á pápanum. Inni í køkinum syrgdi pápin fyri at trúlova hana. Sj­álv visti hon ikki av nøkrum fyrrenn hon var forbj­óðað at spæla uttanfyri húsini saman við hinum børn­ unum. Trý ár seinni skuldi hon kynsliga liva saman við hennara nú 53 ára gamla manni. Muhamed ibn Abdullah hevði regluliga sex við henni, og tá ið hon fylti fj­úrtan, skuldsetti hann hana fyri hj­únabandsbrot av tí at hann helt, at hon hevði horast við einum manni heldur tættari at hennara egna aldri. Stutt aftaná álegði Muhamed øllum sínum konum at fj­ala andlit sum kropp. Hetta, tóað eingin onnur kvinna í Arábia gj­ørdi tað. T að ber ikki til at lesa søg­ una um Muhamed og Aishu. Maðurin í søguni, Mu­ hamed ibn Abdullah, varð kend­ ur fyri muslimum sum “profet­ urin Muhamed”. Heimsumfat­ andi útgávufelagið Random House keypti “The Jewel of Medina”, og var hon búgvin til at gerast ein bestselj­ari áðrenn Denise Spellberg, ein multi­ mentanarligur professorur frá Texas, ávaraði bókaútgevaran um at skaldsøgan “helt profetin Muhamed til rukku og niðraði islamiska søgu”. Afturat hesum ávaraði frøkun Spellberg Random House, at um ikki tað støðgaði bókaútgávuni, fóru teirra starvsfólk at verða fyri islam­ iskum yvirgangi samtíðis sum at muslimar fóru at svara aftur við somu øði, sum tá ið “Satan­ isk ørindi” hj­á Salman Rushdie og keiputekningarnar hj­á Kurt Westergaard komu fram. Fj­áltur kom á útgávufelagið við tí seinnameiri úrsliti, at tað morlaði bókina. Í Evropa hava vit umsíðir sett úr gildi langligar lógir um blasfemi soleiðis at kristin­ dómur ikki longur er hevj­aður upp um atfinningar. Men tær verða avloystar av eini aðrari lóg um blasfemi, ið hindra tær at finnast at islam. Ein evrop­ eisk lóg hildin uppi, ikki av demokratiska státinum, men av stalinistiskum muslimum og teirra nýligu sálarvinum á evropeiska vinstrivonginum. Sj­álvsagt, eg kundi latið vera við at skriva um nettupp hetta — heldur skriva um sektar­ skúlan á Velbastað. Men rættur­ in at finnast at átrúnaði er eins dýrabarur, og dýrgoldin, sum rætturin at finnast at landsins leiðslu. Um ikki vit brúka hann, missa vit hann! T að eru tey, ið spyrj­a: hví tímir tú at halda á við at harta gamalsliga átrúnaðarliga áskoðan? Svarið er: hygg at okkara egnu søgu; hygg at hvussu kristni misti sín førleika at ræða fólk til lýdni við spøkilsiskendum heilaspuna um æviga glatan og helviti. Hvussu misti kristni sín før­ leika at spj­aða skomm um íborna innantrongd—sex fyri hj­únalag, onani og samkynd? Svarið er: tí at grundandi atfinnarir løgdu í vaðið og fóru at skj­óta við skørpum eftir táputryggj­aðum sunnudagsskúlasøgum. Teir funnu gánandi opilsi í mestsum øllum bíbliusøgum av moralskum og skilvísum slag. Teir stillaðu spurningar. Hvussu kann ein eingil ísáa eina j­omfrú? Hví krevur Gud í Gamla Testa­ menti, at hansara fylgisneytar skula átaka sær at fremj­a fólka­ dráp? Hvussu kann ein maður yvirliva inni í einum hvali? V instravend hava ætlandi gloymt, at endurútlegg­ ingar av trúnni, gj­øldur og spottan kluvu óreformeraðan kristindóm sundur. Kemur tú við nóg nógvum sterkbygdum og stívrendum spurningum, tá vil bókstavatrúgv neyðturviliga verða skumpað aftur til ein metaforiskan stað, har líkindini fyri at andvekj­a fólk at drepa og doyggj­a vegna trúgv eru nógv minni. Men ivasamir muslimar, teir, ið vilj­a eina upplýsingartíð, sum seta opið kj­ak og bókasøvn framum sensur og bókabrenn­ ing, verða aftraðir í at fylgj­a hesi vitbornu geil. Teir kunna ikki spyrj­a: hvat sigur tað um Muhamed, at honum dámdi barnasex, ella tað, at hann lamløstaði eina bygd kj­okkað við j­ødum, ið søgdu nei til at tilbiðj­a hann? I kki tí, modernaðir muslimar eru ikki einsamallir um at vera fyri sensuri. Tað er nú so, at tað ikki er neyðugt at myrða nógvar Theo van Gogh, ella hótta muslimska avnoktaran Aayan hirsi Ali og ein pensj­on­ eraðan keiputeknara eftir lívin­ um, ella morla nógvar bøkur eftir Sherry Jones, til tess at ræða restina. Hugsa tær hvussu nógvar bøkur, ið aldri verða skrivaðar, hvussu nógvir filmar, ið aldri verða gj­ørdir, tí at vit ræðslusligin hava sensurerað okkum aftur í myrku miðøldina. Vit mugu ásanna dupult­ moralin, og at hesin fer at kosta muslimum, tá ið samanum kemur. Við at avbyrgj­a ein átrúnað frá atfinningum — kringa hann við eini ravma­ gnaðari píkatráðaforðing skírd “virðing”—syrgir tú fyri at krypla hesa anti­frælsu trúgv soleiðis at hon verður verandi á sínum mest barnsliga og mest fanatiska menningarstigi. Hvussu heldur tú ikki, kristni hevði sæð út í dag, j­a, heimurin sæð út í dag, høvdu Mark Twain, Thomas Jefferson, Adam Smith, Bertrand Russell og George Elliot, fyri at nevna nøkur, øll verið morlað av ótta fyri fanatik­ arum? Tak einhvørj­a bygdasliga samkomu í suðurstátunum, ella eitt vekingarbøli í Klaksvík... og metastasera tað so! N ú tá ið Sherry Jones kortini hevur aktualiserað tað, latið okkum tá hyggj­a at hj­úna­ lagnum millum Muhamed og Aishu. Rætt er, hatta vóru øðrvisi tíðir, og tað kann vera, at tað tá var vanligt hj­á trøll­ vaksnum monnum at dáma barnasex. Keldurnar eru ikki eintýddar hesum viðvíkj­andi. Men óansæð, so er tað, at verða gj­øgnumgataður, tá ið tín kroppur ikki er likamliga búgvin, eitt ótolandi pínufult upplivilsi. Millum víkingar, til dømis, var tað meira vanligt enn í dag at fáa armin høgdan av; men tað merkir ikki, at viðkomandi neyðardýr av einum víkingi ikki fekk heilt óluksáliga ilt. S øgan um Aishu er eisini enn eitt dømi um hvussu j­avnað­ arsinnaðir vesturlendingar, líka frá hard­core sosialistum í Split til kenslusom og eftirgevandi herðatasku­berandi ungfólk í Havn, stinka av dupultmorali. Fyrst greiða hesi so staðiliga frá, hvussu avgerðin hj­á Muhamed at hava sex við eit barn má metast eftir hvat var góðtakiligur atburður tá í tíðini, fyri síðani at krevj­a, at vitonnur skula skilj­a hasi, ið fylgj­a Muhamedsa morali út í æsir. Nærlagdi spurningurin er tí: “Hvat verður tað til—skula vit virða og treytaleyst stuðla fólki, ið bókstavliga fylgj­a primitiv­ um morali hj­á einum pedofili, ella skula vit atfinningarsamt meta um handa moralin fyri síðani at taka eina sj­álvstøðuga avgerð?” S o, hví verða vinstravend— fólk, ið prísa “The Life of Brian”—umgj­ørd til eina skrukkandi Armgarð Arge, tá ið tað kemur til muhamedstrúgv? Hvat um ein bók um lívið hj­á Kristus varð morlað av ótta fyri nøkrum ørkymlaðum ‘getsar­ um’, ið devaluera konufólk, ella fanatikarum í Alabama, ið halda seg síggj­a eitt fullvegis menniskj­a í eini mannakyknu. Hvussu hevði hetta ikki sett øði í reyðu 68arnar og teirra tasku­ berandi avkom. Ikki tí, sum liberalist øsir slíkt eisini meg upp, samtíðis sum tað særir meg at viðganga, at tað hj­á nógvum proliberalum heilum tykist væl lættari at harta kristni. Ein grundin er ótti: ímyndin av Theo van Gogh liggj­andi á eini gongubreyt í tí vanliga so lívliga og litmikla Amsterdam, bønandi, ”kunna vit ikki tosa um hetta?”—fyri síðani at fáa ein sláturknív í bringuna—er faktisk ein hampa grund at flyta kj­akið um islam yvir á hvussu tú fært tíðina at ganga inni í búkinum hj­á einum hvali. Onkur spyr kanska: ger ein krønika, ein keiputekning, ein tíðargrein, ein skaldsøga, ein filmur nakran mun? Nei. Men kumulativt? So avgj­ørt! A ftaná avgerðina hj­á Random House ikki at geva út “The Jewel of Medina” tók hugprúði modernitetsverj­in Salman Rushdie til máls í enska álvarablaðnum The Times: “This is censorship by fear ... absolutely shocking”. Hr. Rushdie nerti við upp­ lýsingartíðina, og hvussu eitt trúliga frælst samfelag ikki loyvir nøkrum, landsstýri, fyritøku, kirkj­u ella einstak­ lingi, at gera av, hvat kann og hvat ikki kann útgevast. Mus­ limar eru nóg harðvunnir og garvaðir at klára nakrar harðar spurningar. Tað er lítillætni at fara við muslimum sum vóru teir fj­álturstungin og smásær børn, sum ikki klára hasa rannsakandi og niðrandi og speirekandi viðferð, vinstravend sum liberalistar, kristin sum ateistar, tilluta kristindómi. T íðindini um at skaldsøgan “The Jewel of Medina” ikki sleppur at síggj­a dagsins lj­ós, er eitt krystallklárt dømi um eina tangaratsókn at fáa atfinningarsamt kj­ak um islam at tiga. Og tað er í stórum broti hasin eymi multimentanarligi vinstrivongurin, sum roynir at kj­aftbróta óræddar liberalistar. Á annað borðið hótta muslim­ skir fanatikarir tær eftir lívin­ um; á hitt borðið kallar vinstri­ vongurin teg “islamofob” og “rasist”. Men regluføst spottan er ikki rasisma. Sostatt eru tað ikki avbj­óðandi skaldsøgur, ið skula morlast, men heldur vinstravent tolsemi fyri islamiskum ótolsemi, ið skal. Eg eri forsprákari fyri einum liberalum upplýsingarpolitikki, ið miðar ímóti at hj­álpa muslim­ um at reformera seg sj­álvar og finna sín egna John Locke. Ein anti­sosialistiskur politikkur, ið fer við øllum einstaklingum sum vaksið fólk, sum klára at taka ímóti skilaspurningum. Og tí er tað, at tá ið vit morla bøkur av ótta fyri skynsemisvillingum, tá avhøvda vit eisini okkara mest dýrmetta frælsi. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Latið vera við at morla bøkur av ótta fyri skynsemisvillingum! Tíðargreinin tíðargreinin Agga Niclasen meining@meyl.fo