hósdagur 6. november 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 214 - 6. november 2008
Í Føroyum gagnnýta
vit ikki ferðavinnuna,
sum vit kundu gjørt,
um einans vilji og
fígging vóru til tess.
Uffe Bærentsen roynir
við hesum at upplýsa
og kunna, so Føroyar
kunnu fáa eina sterka
og burðardygga
ferðavinnu
Ferðavinna
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Ferðavinnan hevur als ikki
fingið sama ans, sum aðrar
vinnur seinastu árini. Stuð
ulin, ið verður veittur til
hana, leiðir ongan veg.
Meira peningur hevði verið
ein íløga, sum í longdini
hevði givið meir aftur. Held
ur Uffe Bærentsen, sum vil
hava ferðavinnuna at leggja
seg eftir til eina inntøku
fyri Føroyar.
Í løtuni verður nógv fígg
ing skotin inn í til dømis
fiskivinnuna, men stuðulin
til ferðavinnuna er so soltin,
at lítið fæst burturúr. Høvdu
150 milliónir krónur verið
lætnar afturat árliga kom
andi 10 árini, metir Uffe
Bærentsen, at vinnan hevði
megnað at borið seg sjáva.
Ein vinna sum ferðavinn
an ávirkar so at siga allar
aðrar vinnur. Ferðafólk koma
við sínum egna kapitali og
nýta hann í Føroyum.
Ringvirkningarnir eru
so nógv størri enn man
gevur sær far um, alt verður
ávirkað, sigur hann. Men
fyri at fáa fólk hendan veg
in, má okkurt gerast. Í ver
andi løtu koma eins nógv
ferðafólk, sum fyri 20 árum
síðan. Hotellini í miðstaðar
økinum standa hálvtóm og
aðrastaðni stendur enn verri
til.
Fígging neyðug
Fiskivinnan hevur í árunum
19932007 fingið stuðul á
eina góða milliard krónur,
og hendan pening hevur
vinnan nýtt væl, serstakliga
tá hugt verður eftir, hvussu
stóran týdning hon hevur,
greiðir Uffe Bærentsen frá.
Men peningurin, ið hevur
verið veittur til ferðavinnuna
er einans góðar tíggju milli
ónir árliga. Flestu vinnur
mugu hava eitt skump fyri
at gerast til nakað, og enn
manglar ferðavinnan hetta
skumpið.
Til samanberingar eru í
løtuni eru umleið 10 ferða
skrivstovur – og 180 fiski
skip. Umleið 66 skrásettar
matstovur og til samanber
ing 68 fiskavirkir.
Tað fer alt ov lítið ígjøg
num maskinurnar í ferða
vinnuni, har eingin kvota er
á tilfeinginum, sigur Uffe
Bærentsen
Føroyar sum
feriustað
Áhugin fyri at vitja Føroyar
kundi verið nógv størri, enn
hann er í dag. Virda blaðið
National Geographic Travell
er gav út ein lista við
heimsins bestu oyggjasam
feløgum, har Føroyar vóru
mettar at vera nummar eitt.
Tað ein upplagdur møgu
leiki at nýta hetta og velja at
leggja seg eftir júst teimum
ferðafólkunum, ið kunnu
hava hendan áhugan.
Í verandi løtu vitja á leið
50.000 fólk, men talið
kundi verið fýrfaldað eftir
tveimum árum. Tað vil siga
at umleið 200.000 ferðafólk
vitja millum mars og nov
embur. Hetta talið kann
samanberast við Bláu Lón í
Íslandi, ið hevði um 40.000
vitjandi árliga, men eftir
útbyggingina tíggjufaldað
ist talið. Bornholm fær vitj
an av 13 ferðum fleiri fólk
um enn fólk búgva har. Og
í Venezia, har 300.000 fólk
búgva, koma umleið 12
milliónir ferðandi. Útfrá
hesum tølum má metast, at
Føroyar væl og virðiliga
tola 200.000 ferðandi um
árið.
Burðardygg framtíð
Hóast hálvonnur milliard
uppá tíggju ár ljóðar av
nógvum, er hetta ein íløga
fram um nakað annað,
greiðir Uffe Bærentsen frá.
Um ferðavinnan av álvara
fer á rull, so ber hon seg
sjálva, og Føroyar megna at
hava eitt gott grundarlag
undir eini nýggjari vinnu.
Nakrar týðiligar ábøtur
kunnu gerast við eitt. Betri
umstøður til húsvognar og
tjalding og eisini fleiri klár
tilboð til tey vitjandi. Mat
stovur, hotell, bussar, bátar,
upplivingar og støð at vitja,
eru longu í Føroyum, so tað
er næstan klárt at taka ímóti
einum streymi av ferðafólki,
sigur Uffe Bærentsen.
Ferðavinnan
fær ongar
sømdir
Ferðavinnan í Føroyum hevur nógvar møguleikar, men uttan fígging verður hon liggjandi í somu
grøv. Uffe Bærentsen metir hetta vera sera harmiligt
Peningurin, ið verður latin til ferðavinnuna er lítil í mun til aðrar vinnur í Føroyum. Við størri kapitali hevði tað latið seg gjørt, at
økt inntøkuna í ein stóran mun.
Unga Tjóðveldið vil hava
kanningarstjóra
Unga Tjóðveldið tekur fult undir við uppskotinum hjá Sjálvstýrisflokk
inum um at seta kanningarstjóra til tess at koma til botns í skriv
stovumálinum, ið tók grundarlagið undan CHE samgonguni. Tað sigur
felagið í tíðindaskrivi: Slíkt kann ikki fara fram í landsins hægsti
leiðslu, uttan at stig verða tikin,til tess at finna fram til sannleikan, sigur
Unga Tjóðveldi, sum heldur, at um løgtingið ikki tekur neyðugu stigini,
so er hetta at beinleiðis vanvirða Føroya fólk.
Barbara Holm er forkvinna í Unga Tjóðveldið