hósdagur 6. november 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tv3 • Sunnudag 9. kl. 20.00
»Da Vinci Mysteriet«
Forbodni filmurin er komin á skránna hjá Tv3.
Morð er framt á heimskenda listasavninum
Louvre. Gátuføru umstøðurnar kring brotsgerðina
– súmbolir og slóðir, ið peika á bróðurringin
við eini 2000 ára gomlum loyndarmáli – føra
Langdon professara og kryptografin Sophie
Neveu á eina hættisliga ódnarferð. Filmurin er
grundaður á bestseljaran við sama navni.
Discovery • Fríggjadag 7. kl. 20.00
»Mythbusters«
Kann ein fótbóltur, sum er fyltur við
helium flúgva longri ígjøgnum luftina
og verða longri í luftini? Og ber tað til
at fanga eina kúlu við berum tonnum?
Adam og Jamie kanna málið nærri...
Dr1 • Mikudag 12. kl. 19.00
»Romance and
Cigarettes«
Amerikanskur sangleikur frá 2005 við
m.a. James Gandolfini, eisini Susan
Sarandon og Kate Winslet. Nick verður
tveittur út av konu hansara Kitty. Hon
hevur funnið útav, at hann er henni
ótrúgvur, og Nick má stríðast fyri at
vinna hennarar álit aftur.