hósdagur 6. november 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 214 • 6. november 2006
inngangur
Nú fjøllini eru gingin og slaktið
farið aftur um bak, hevur
ivaleyst aftur í ár verið lívligt
kjak millum flettingarmenn um
hvør rætta mannagongdin er
at fara fram. Líka frá strongd í
seyðinum beint áðrenn flet-
ting til hvussu krovið skal
hangast upp. Eisini hava fleiri
ungfólk ivaleyst roynt seg fyri
fyrstu ferð framvið flettingar-
borðinum. Á forsíðuni í dag
síggja vit hvussu ungur flet-
tingarmaður verður upplærdur
og eygleiddur av ein hesum
’gomlu føroyingunum’. Ikki
tespiligt at gera feil.
Annars frættist í hesum døgum
at ’okkurt’ er hent á Hotel Haf-
nia í Havn. Støðið er hækkað
rættiliga nógv á matstovuni
seinastu mánaðirnar, -sigst.
Tað snýr seg um Bossen, Jørn
Bossen. Nýggi danski kokkurin,
ið er væl lærdur frá fínastu
donsku og fronsku matstovu-
num, og sum at kalla longu
hevur kollvelt køkin á Hafnia.
Á Hvonn í Havn hava teir eftir
øllum at døma opnað nýggja
barr í erva, har sum matstovan
er. Ein møguleiki hjá bólkum at
seta seg niður í meira friðar-
ligum umhvørvi í tí ofta so
rokuta býarlívinum.
Okkurt nýtt tykist eisini vera
hent á nýggi matstovuni/cock-
tail-barrini Patio í Havn. Men
svartir ruskposar fyri vindeygu-
ni..?
Sum myndin sigur frá ber nú
til hjá kræsnum útisetum í Dan-
mark – og dønum ikki minst
– at keypa væl dámdu hýsuflø-
kini frá Norðfra í Norðdepli.
Virkið hevur gjørt avtalu við
donsku matvøru-ketuni Irma
um at selja fryst hýsufløk, bæði
raspaði og óraspaði. Keypti
mær ein pakka frá Irma við
Nørreport hendan dagin. Og
væl hepnaðist! Sama góðska
sum vit kenna í Føroyum.
Og so ljóðar eisini í fleiri altjóða
fjølmiðlum, at matprísirnar eru
á veg niður aftur eftir at hava
fokið upp í loft seinasta árið.
Serliga eru tað kornvørurnar, ið
lækka nógv. Tað er gleðast um
hjá barnafamiljum og teimum
eldru. Vónandi fer hetta rák
at síggjast aftur í føroysku
matvøruhandlunum eisini.
Vínummælið umrøður í dag
vín úr Argentina og Kili og so
verður nomið við tað at goyma
vín til búningar.
Matummælið viðger nakað
so gerandiskent sum eplini og
Bókaummælið umrøður sera
áhugaverda og spildurnýggja
bók um kynstrið at njóta.
Í Uppskriftini ger kokkurin og
klakksvíkingurin, William West,
teilendskan rísrætt til føroyskar
gómar.
grams.fo
Mortan í Hamrabyrgi
20
Tað var gamalt
Frálíku hýsufløkini frá
Norðfra í Norðdepli fáast
nú eisini í donsku handils-
ketuni Irma