hósdagur 6. november 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 214 • 6. november 2006
21
sløgini væl kunna liva nøkur ár
afturat á fløsku. Minnist sjálvur
fyri nøkur árum síðani, at eg
royndi eina Weinert Malbec
Especial 1977. Og hon var spil-
livandi enn!
Hvussu eigur vín so at verða
goymt? Í stuttum, so snýr tað
seg um fløskur við tundur-
proppi skula niður at liggja.
Tær skila liggja svalligt, 12-14
hitastig. Tað er umráðandi at
temperatururin er so støðugur
sum gjørligt. Eisini eigur
luftfuktigheitin at vera høg at
fyribyrgja at tundurproppurin
todnar. Og so er ein vínkjal-
lari myrkur. Einki dagsljós skal
sleppa inn.
So um tú sum so nógv onnur
goymir vín standandi á hyll í
heita, turra og ljósa køkinum,
so er einki vunnið. Tvør-
turímóti, so ert tú við at oyði-
leggja vínið, ið tú hevur keypt.
Tað kemur fyri at fólk spyrja um
hvat slag av víni kann goymast
í vín-kjallara og búnast við
fyrimuni. Til hetta er at siga, at
tíðin í dag kanska tykist vera
farin frá hesum, um vit hyg-
gja at veruleikanum. Fólk flest
velja í dag at keypa vínið hjá
sær stutt undan, at tað skal
brúkast, 2-3 dagar áðrenn. Tað
er vorðið alsamt meira vanligt
at drekka vín og tað eru ikki
øll, ið hava vitan um hvørji sløg
kunna goymast og tíansheldur
hvussu hetta skal fara fram. Ei
heldur kann vantast, at hvør
maður byggir sær vínkjallara
eins og fólk hava hjall. Hetta
hava vín-framleiðarar eisini
varnast og tí verður allarmesta
vínið, ið er at finna á han-
dilshillum gjørt til at kunna
drekkast beinanvegin. Tað er
ikki neyðugt at brúkarin búnar
vínið heima við hús. Nógv vín í
dag missir frískleikan rættiliga
skjótt og fær ikki áhugaver-
dar sokallaðir tertierar tónar
av turkaðum kryddum, sum
gamla slagið av víni gjørdi. Tú
kanst vanta tær eina langa nøs
tvørturímóti, tíverri.
Tó er tað kortini so enn, at
summi vín-sløg kunna búnast
nøkur ár afturat við fyrimuni,
eftir at vínbóndin hevur koyrt
fløskuna á marknaðin. Hesi
sløgini kunna sum heild sigast
at vera úr Gamla Heiminum.
Fín vínsløg úr Fraklandi, Italia,
Spania og Týsklandi. Eitt nú
Bourgogne, Barolo, Priorat og
Rheingau.
Vanliga kunna vínsløg úr Nýg-
gja Heiminum ikki goymast
longri enn 1-2 ár. So missa
tey beinanvegin frískleikan og
gerast ”undarlig” og vamlislig.
Tó eru undantøk, og eitt av
hesum er í Vínummælinum í
dag. Viðurkenda húsið Weinert
í Argentina er kent fyri at gera
vín uppá gamla maner, næstan
eftir fronskum leisti. Tvs. at
Errazuriz, Casablanca Val-
ley, Sauvignon Blanc 2008
Uppruni: Turt hvítvín úr Kili
Ummæli: Ljósur strágulur litur.
Klassiskur angi frá Sauvignon
Blanc-drúvuni: nýsligið gras
og grøn súrepli. Í smakkinum
somuleiðis eksotiskir tónar
av ananas. Turt, frískligt og
leskiligt vín, ið er frálíkt af-
turvið mati. Gjarna salatir við
olju-eddiku-dressing, rættir við
geita-osti og so ikki minst lættir
fiska-rættir.
Kostnaður: Kr. 84,50
Skoðsmál:
Errazuriz, Curicó Val-
ley, Merlot 2007
Elsa Bianchi, San Rafael
(Mendoza), Malbec 2007
Weinert, Mendoza,
Merlot 2003
Uppruni: Turt reyðvín úr Argen-
tina
Ummæli: Liturin sum Tawny
Port við tigulsteinsbrúnum
kanti. Her er próvgrundin fyri
at fleiri reyðvíns-sløg úr Nýggja
Heiminum kunna goymast nø-
kur ár við fyrimuni. Í anganum
eru lot, ið minna um hábærs-
ligum Pomerol-víni. Drúvan er
hin sama, Merlot. Tónarnir eru
blomma, sjokoláta, sigareskja
og so ein feril av meira bú-
naðum frámerkjum sum leður
og flesk. Ein góður lakress-
broddur rættir ryggin á hesum
víni frá 2003, ið eg vil siga ikki
gerst betri og skal drekkast in-
nan 2-3 ár.
Kostnaður: Kr. 107,00
Skoðsmál:
Uppruni: Turt reyðvín úr Argen-
tina
Ummæli: Kirsubersvartur litur.
Bæði reyð og svørt ber ey-
ðkenna livandi angan. Tó er
smakkurin nakað einfaldur og
saftkendur av berum um vit
samanbera við undanfarnar ár-
gangir av Elsu, ið hevur roynst
væl betri. Í dag tykist drúvu-
tilfarið vera versnað. Vantar
dýpi og brodd. Tó hampuligt til
prísin.
Kostnaður: Kr. 78,00
Skoðsmál:
Uppruni: Turt reyðvín úr Kili
Ummæli: Kirsubersvart vín.
Í nøsini finni eg sólber-súltu-
toy, sjokoláta og eyðkenda
tónan av grønari piparfrukt, ið
nógv kilensk vín – stríðast við.
Rættiliga tungt og runt vín.
Her vantar karaktér og lív. Ov
polerað og líkagyldugt.
Kostnaður: Kr. 86,00
Skoðsmál:
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rúsdrekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
Weinert í
besta aldri
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com