hósdagur 6. november 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 214 - 6. november 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Alessandro Del Piero
veit um nakar, hvussu
tú skalt skora í stóru
dystunum. Tvey mál
á Santiago Bernabeu
sendu í gjár Juventus
víðari í Champions
League, meðan
Real Madrid nú má
stríðast við Zenit St
Petersborg um næsta
sessin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Onkursvegna hevur spæl
arin við kelandi sparkitekn
ikkinum ongan tíð veruliga
spælt seg upp sum lykla
spælarin á italska fótbólts
landsliðnum, har hann tó
hevur spælt 91 landsdystir.
Og um nakað, so man hetta
vera tað, sum skjótt ára
gamli Alessandro del Piero
iðrar seg um.
Men í Juventus finst
neyvan tann spælarin, sum
hevur hægri status. Yrksi
leiðin byrjaði annars í lítla
Padova, har hann spældi
dystir og skoraði eitt mál,
men á sumri 1993 keypti
Juventus tann tá 18 ára
gamla Del Piero. Longu
fyrsta dystin, sum var móti
Foggia, skoraði hann fyrsta
málið, og fyrstu ferðina
hann byrjaði inni – móti
Parma – skeyt hann hattrick.
Og síðani hevur tað verið
hjá Gomlu damuni, at hann
hevur gjørt um seg. Higar
til við 559 dystum og 247
málum.
Del Piero-zone
Fótbólturin hevur altíð ligið
honum nær. Eldri beiggin,
Stefano, spældi eitt skifti
sum yrkisspælari í Samp
doria, men skaðar bóru við
sær, at hann noyddist at
gevast á ungum árum.
Men Stefano hevði neyv
an komið lítlabeiggjanum
til kníggja undir nøkrum
umstøðum. Del Piero er í
dag tann spælarin, sum
hevur spælt flestar dystir
fyri Juventus. Eitt met, sum
legendariski Gaetano Scirea
annars átti. Hann er somu
leiðis spælarin, sum hevur
skotið
flest
mál
fyri
Juventus, og á landsliðnum
eru bert tríggir spælarar, ið
hava skotið fleiri mál,
meðan
tað
eru
fimm
spælarar, ið hava skotið
fleiri mál í Champions
League yvirhøvur.
Framúr bóltførleikin ger,
at hann kann røkja flestu
framrættaðu
plássini
á
vøllinum. Yndisplássið er
sum klassiski italski 10’arin
– Trequartista, har hann
bæði kann fóðra viðspæl
arum, eins og hann skorar
nógv sjálvur. Og seinastu
15 árini hevur hann ment
hugtakið »Del Pierozone«,
eftir at hann fleiri ferðir
hevur skorað við bleytum
skrúvubóltum av vinstra
brotsteigarhorni.
Snýtti Casillas
Málini móti Real Madrid í
gjár komu tó ikki úr Del
PieroZone, men í báðum
førum var talan um sparki
teknikk á hægsta støði.
Real Madrid vóru annars
longu ávaraðir, eftir at Del
Piero við skrúvandi lang
skoti skeyt einasta málið á
Della Alpi. Helst tóku teir
eisini ávaringina í álvara,
men teir megnaðu ikki at
gera nakað við hetta kortini.
Fyri steðgin dróg Del Piero
móti
landsmanninum,
Cannavaro, áðrenn hann
við fløtum og skrúvandi
vinstrabeinsskoti sendi bólt
in í netið. Og eftir steðgin
var talan um framúr fríspark
við høgrabeininum, sum
Casillas bert kundi hyggja
at. Og so munaði tað lítið,
at sami Casillas móti dysta
renda hevði eina framúr
skarandi
bjarging,
sum
forðaði del Piero í at gera
eitt reint og søguligt hattrick
í spanska høvuðsstaðnum.
Aftur á toppinum
Og eingin ivi er um, at tað
hevur alstóran týdning fyri
sjálvsfatanina í Juventus, at
liðið longu nú kann mátast
millum tey bestu aftur.
Stóra
dómaragølan
í
Italia sendi á sumri 2006
Gomlu damuna úr Seriu A,
har felagið annars altíð
hevur átt heima. Hóast
byrjað varð við minusstig
um í Seriu B, vann Juventus
deildina
trygt.
Millum
annað tí Del Piero og fleiri
av liðfeløgunum valdu at
taka eitt ár í næst fremstu
røð.
Í Seriu A var avrikið
somikið gott, at felagið alt
fyri eitt aftur gjørdist partur
av Champions League, men
stóri spurningurin var, um
felagið longu nú var nóg
stórt til veruliga at blanda
seg í oddinum.
Enn er langt eftir á mál,
men við at spæla seg millum
tey 16 bestu á kontinentinum
hevur Gamla daman longu
markerað, at hon aftur býður
upp til dans í Europa. Og
enn
sum
áður
er
tað
Alessandro del Pierom, sum
førir an í hesum.
Gylti drongurin og
Gamla daman
Eyguni hvíla
eina løtu á
bóltinum, áðrenn
vinstrabeinið
verður latið
av. Og løtu
seinni liggur
bólturin handan
prísgivna
Casillas í
Real Madrid-
málinum
Mynd: Polfoto/AP
Alessandro Del Piero
Føddur 9. november 1974 í Conegliano Veneto
Spælt við:
San Vendemiano 1981-1988
Padova
1988-1993
Juventus
1993-
Dystir og mál
Padova
14/1
Juventus
559/247
Italia
91/27
Vunnið
Við Juventus: Seriu A 1994/95, 1996/97, 1997/98, 2001/02,
2002/03; Coppa Italia 1994/95; Supercoppa Italia 1995,
1997, 2002, 2003; Seriu B 2006/07; Champions League
1995/96; UEFA Super Cup 1996; Intercontinental Cup
1996; UEFA Intertoto Cup 1999; Torneo di Viareggio 1994
Við Italia: HM 2006; EM (U21) 1994, 1996
Heiti og heiðrar
Bravo Award 1996; besti italski spælarin 1998; Besti
málskjúttin í Champions League 1997, 1998; limur í FIFA
100 (listin hjá Pelé yvir 125 bestu núlivandi spælarnar);
Toppskjútti í Seriu B 2007; Toppskjútti í Seriu A 2008; Við á
serligum úrvalsliði hjá Gaetano Scirea; kosin besti áleypari
á 10 ára haldinum hjá Champions League; er í dag best
lønti spælarin í Seriu A.
FAKTA