Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 214 • 6. november 2006 Á matstovuni Gourmet í Havn stendur ein kokka-lærlingur og lærir seg at gera fínan og góðan mat. Men hann er kanska ikki tann mest vanligi kokka-lærlingurin. Talan er um sera roynda teldumannin og klaksvíkingin William West, ið seint í lívinum, gjørdi av, at royna nýggjar leiðir. Heldur enn at halda fram við nullini og eitt-tølini í telduhei- minum fekk hann høvi hjá Leif Sørensen á Goumet at gera kokka-dreymin til veruleika. Til summar verður William West liðugtútbúgvin kokkur og dreymurin er at fara út í heimin, serliga eystureftir at fáa enn meira íblástur. Serliga er tað kynstrið at gera sushi (ráan fisk við rísi), ið hevur hansara tokka. Men áhugin fyri tí eysturlend- ska kemur ikki av ongum. Unnustan hjá William er av teilendskum uppruna. Hon hevur givið honum íblástur til hendan teilendska rísrættin, ið er gjørdur til føroyskar gómar. Tað vil siga, at ikki so nógv av tí sterka kili er latið í, sum tey høvdu latið í, heima í Teilandi. Ingifersaftin hóskar sera væl til sum ein skolari til heitu kili- fruktina. upp skriftin mortan@hamrabyrgi.com William West ger teilendskan rísrætt Kokkar og kokka- lærlingar í Føroyum umframt útlendskir stjørnu-kokkar skapa og hugleiða um uppskriftir. 24 Til 4 fólk. Rísrættur: • 250 g kinarækjur • 1 broccoli • 3 várleykar • 1 reyðleyk • 3 egg • 700 g jasminrís • Fish Sauce Set jasminrísið útá eftir upp- skriftini á pakkanum. Steik var- liga rør-egg á pannuni saman við leykinum. Steik so restina á wok-pannu í okkurt um 10 min. Blanda saman. Kili-sós: • 3 kili (2 reyðar og 1 grøna) • 2 skalottuleykar • 4 pungar av hvítleyki • 1 tomat • Plantolja Lat tilfarið á glóðheitari pannu og rør væl saman til sós. Ok- kurt um 10 minuttir. Ingifer-saft: • 2 L vatn • 50 g frísktrivið ingifer • 40 g sukur Kóka alt saman í okkurt um 10 min og køla so av og set í køliskáp. Skal skeinkjast kalt.