hósdagur 6. november 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 214 • 6. november 2006
Á sera livandi og hugvekjandi
hátt í nýggjari bók frá Gylden-
dal, greiðir danski professarin
innan læknavísindi, Morten
L. Kringelbach, frá hvussu
gransking í njótilsi og girnd,
kann gerast lykilin til at skilja
hvussu heilin er settur saman
og hvussu lívskvalitetur okkara
kann betrast.
Serligan ans gevur Morten L.
Kringelbach tann týdning san-
saligt og sosialt njótilsi hevur
fyri tilveru okkara. Og hvussu
trot á at uppliva njótilsi hevur
samband við sjúkur sum tung-
lyndi, pínu og etingarólag.
Den Nydelsesfulde Hjerne er
grundað á granskingina hjá
Morten L. Kringelbach og sei-
nastu framstigini innan heilaví-
sindi. Nýggir hættir at skanna
heilan hava gjørt tað møguligt
at máta virkishugin í tí livandi
mannaheilanum.
Den Nydelsesfulde Hjerne er
ikki ein sokallað sjálvhjálpsbók,
men heldur ein bók, sum við
djúpum vísindaligum innliti
sambundið við tættir frá listini
og bókmentum, kann geva
einum okkurt at hugsa um. Og
at enda vónandi vísa á slóðir at
betra um lívskvalitetin.
Morten L. Kringelbach, ið er
professari innan læknavísindi
og dr. phil., hevur fingið fleiri
virðislønir fyri heilagransking
sína. Hann er leiðari fyri gran-
skingarbólk á bæði Oxford
University í Onglandi og Århus
Universiteti í Danmark.
Kringelbach er kendur fyri
at siga at ævigi tragiski lutur
menniskjans í lívinum er, at vit
eiga vit og skil til undrandi at
spyrja okkum sjálvi frammanfyri
spegilinum hvønn morgun: Hví
eri eg ikki lukkuligur?
Til okkum ivandi gevur Morten
L. Kringelbach millum annað
hesi 4 prei í kynstrinum at
njóta:
1.
Gev tær stundir at gleðast
um at hava gott í væntu.
Slík gleði er oftast tann
størsta.
2.
Skift ímillum hættirnir
hvussu tú nýtir tilveruna.
Finna eina javnvág millum
kendar og nýggjar óken-
dar hættir.
3.
Uppmerksemi. Lít at til-
verunar viðurskifti sum tey
í veruleikanum eru heldur
enn hvussu tú heldur tey
vera.
4.
At njóta er stokkut gleði.
Í tí løtu, tú gerst tilvitin
um njótilsi er hon næstan
horvin aftur.
Den Nydelsesfulde Hjerne,
Morten L. Kringelbach, 224
blaðsíðir, innbundin, Gylden-
dal, uml. kr. 229,00 í føroysku
bókhandlunum
bóka
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
23
Mortan í Hamrabyrgi
umrøður nýggjar bøkur
um mat og drekka.
Kynstrið at
njóta og betra
lívskvalitetin