Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-06, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 214- 6. november 2008 Tónleikur SAMRØÐA Sunneva H. Eysturstein sunneva@sosialurin.fo Tónleikurin er ein funky saman­ seting av Ben Harper og Timba­ land poppi, eitt sindur bluesut í støðum og ógvuliga baserað á rútmur og vokal. ­ Eg havi áðrenn hesa fløguna koyrt øgiliga nógv uppá mín stóra kærleika til singer/song­ writer stílin, so sum Tracy Chapman, Jewel, Bob Dylan osfr, men nú eri eg farin at brúka meira av modernaðum poppi uppií, greiðir Høgni Lisberg frá um nýggju fløguna og somuleiðis nýggja tónleikastílin, hann í næstum ferð at lata frá sær. ­ Eg kom í eitt nýtt fløgumode fyri hálvum øðrum ári síðani; byrjaði tá at hugsa nógv um, hvat tann næsta fløgan skuldi vera, hvønn stíl hon skuldi hava, hvørjari ljóðmynd eg vildi flyta meg eftir, og ikki minst hvørji løg, eg skuldi brúka. Tað eru nevniliga nógv ting, sum spæla inn. Til dømis er ein rúgva av orku á pallinum, tá eg spæli live. Eg fái eisini nógva orku sjálvur, og tað vil eg gjarna brúka. Tí spæli eg ofta slett ikki balladur­ nar hjá mær live og royni faktiskt at undganga tær. Onkuntíð seti eg tær síðst á sett­listan, mest fyri at fylla út í skránni. Tað er ikki tí, at mær ikki dámar balladur. Tær eru ein stórur partur av tí, ið eg dugi best. Men tað at vera ein artistur, merkir eisini, at man er í uppbygging allatíðina. Tá tú fert út til eitt nýtt publikum, mást tú royna títt besta at imponera tey. Og um tú bara spælir balladur, verða tær skjótt yvirdoyvdar av práti. Eg haldi ikki, at tað er, fyrr enn ein er blivin etableraður, og fólk koma fyri at hoyra tínar balladur, at tað riggar ordiliga at spæla tær live. Av hesari orsøk havi eg tikið avgerð um ikki at hava nakra balladu við á mínari nýggju fløgu. Eg vil gjarna hava, at fólk skulu kunna flyta seg til tónleikin; hann skal vera groovy. ­ Eg hevði eisini hug at broyta tilgongd viðvíkjandi tekstunum. Fyrr kelaði eg leingi fyri løgunum og tekstunum, sum eg skrivaði. Tað skuldi gerast ordiliga pent og umhugsið og djúpt. Hesaferð havi eg arbeitt nógv meira spontant. Tað er enn umhugsið og djúpt, men osar meira av impulsivitet, sigur Høgni. Tónleikur, sum vil meira Tá hugskot um triðju fløguna byrjaðu at stinga seg upp av fyrst­ ani tíð, ætlaði Høgni í studio við bólki. Men áðrenn hann fekk tikið endaliga avgerð um hetta, kom hann í samband við wal­ isiska framleiðaran James Thom­ as. Teir møttust púra tilvildarligt, fullu í prát um at gera tónleik saman og avgjørdu fyrst at gera trý fullkomiliga ymisk løg. Sam­ starvið riggaði so væl, at teir skjótt longdu avtaluna til eina heila fløgu, og tað hevur gingið væl síðani, sum eisini merkist á úrslitinum í dag. ­ Undanfarnu fløgurnar eru nokso gammeldags. Eg havi altíð viljað gjørt tíðarleysan tónleik, men trupulleikin við tíðarleysum tónleiki er, at hann hevur tendens til at blíva anonymur; at blíva til bakgrundstónleik. Fólk hava hoyrt tað fyrr, og tað er for hugnaligt. Nú eri eg við vilja farin eftir meira áhugaverdum tónleiki. Nøkrum, sum vil meira. Til dømis í eina lagnum »Soul Company« eru trummurnar totalt úti av proportiónum. Men tað er ordiliga kul, tí tað er áhugavert, og fólk hugsa »wow, hvat var hatta?«. Tað fær tey at flyta seg og hugsa um tónleikin. ­ Vit hava brúkt nógvar vokalar á fløguni, sum eg syngi sjávur. James Thomas og eg hava eisini spælt øll ljóðførini, meðan hann hevur framleitt fløguna. Hetta hevur millum annað gjørt, at ljóðmyndirnar eru heilt øðrvísi enn fyrr. Tað eru nógvar trumm­ ur, tað er hart frá, og vokalurin er meira agressivur, enn hann fyrr hevur verið. Vit hava upptikið 16 løg, men hava so tunað okkum inn á ein stíl og valt 10 burturúr, sum rigga saman. Tað hevur verið eitt impulsivt og væl koyrandi samstarv, og eg haldi, at vit ordiliga hava rakt okkurt saman, greiðir Høgni frá. Ótypiskt og stuttligt ­ Tað eru nógv stuttlig ting, sum mær dámar væl, ið skína ígjøgn­ um á fløguni. Til dømis er næst­ an eingin vanligur high­hattur, bara eitt sindur av krasj skál. Í »Big Personality« ljóðar tað sum um, at kongas er við, tá tað í veruleikanum bara verður sligið á ein kassaguitara. Í einum øðrum lagi verður sligið á eina trillibøru. Eina aðrastaðni á ein klaverstrong við trummupinni. Tað er deiliga ótypiskt og stutt­ ligt, og tað litar ljóðmyndina, soleiðis at tað ikki ljóðar vanligt. ­ Guitarin er heldur ikki so dominerandi, sum hann hevur verið fyrr. Ístaðin fyri at finna ein dýran guitara við perfektum ljóðið, hava vit brúkt ein vána­ ligan, bíligan ein, sum bara er stemmaður niður. Og av tí at eg eri sjálvlærdur guitaristur, haldi eg, at eg loyvi mær at gera rætti­ liga nógv ótraditionell ting á hann. Sovorðin ting, sum eg sjálvur tími, og ikki sum man eigur at gera. Harafturat er eisini nakað av klaveri. Also hamri­ – Hetta er eg frá A-Z Høgni Lisberg gevur 1. desember út nýggju fløguna, »HOGNI – hare! hare!«. Hetta er triðja solofløgan hjá honum aftaná hinar báðar, Most Beautiful Things (2003) og Morning Dew (2005) Høgni Lisberg hevur á komandi fløguni hjá sær arbeitt saman við framleiðaranum James Thomas úr Wales um at skapa eina heilt øðrvísi ljóðmynd, enn hann hevur brúkt fyrr. Eina ljóðmynd við serligum denti á trummur og vokal Mynd: Jonna Ljósá Johannesen, www.jonnaj.com