Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-06, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2008síða 41

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 214- 6. november 2008 41 Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi? Skriva til sunneva@sosialurin.fo Lagt til rættis: Sunneva H. Eysturstein sunneva@sosialurin.fo klaveri. Ikki pent spældum. - Alt í alt kenni eg á mær, at eg ordiliga havi rakt tann fulla essensin av mær sjálvum. Eg fái útnytta allar síður av mær. Fyrr valdi eg bara at vera guitar fýrurin, men hesa ferð er tað eg frá a-z, innan og uttan. Fyrst givin út í Føroyum Í fyrstu atløgu verður fløgan hjá Høgna bara útgivin í Føroyum, og tað er ikki vist enn, hvat sker við plátufeløgum niðri. Høgni hevur nevniliga ongan umboðs- mann í løtuni og arbeiðir tí sjálv- ur við útgávuni, distribusjón og promovering av henni. - Tónleikavinnan hevur verið í einari grásonu leingi. Fólk eru ótrygg. Fløgur selja ikki nógv, og tað er ikki lætt at fáa eina góða distribusjóns avtalu. Ein stórur bólkur í Danmark, ið eitur Oh no Ono, hevur bara selt 1000-1500 fløgur, og tá er ikki lætt at vera tónleikari. So eg havi ikki ordi- liga avgjørt enn, hvat skal henda við útgeving uttanfyri Føroyar. Eg vóni tó at kunna geva hana út í Danmark í marts mánaða. Men fyrst komi eg heim runt um tann 1. desember at hava útgávu- konsertir og gera ein promotion insats. Tað hevur annars eisini gingið rættiliga væl at fingi tónleikin hjá mær fram í millum annað Íslandi, Sveits og Belgia, so har ætli eg mær sjálvsagt eisini at fáa nýggju fløguna út, sigur Høgni. Hoyr lagið »Soul Company« á myspace.com/hognilisberg Vitja annars Høgna Lisberg á heimasíðuni www.hogni.com FAKTA: Upptøka og miksing: James Thomas Øll ljóðføri spæld av: Høgna Lisberg og James Thomas Meistring: Jan Eliasson hjá AudioPlanet Allir sangir skrivaðir av: Høgna Lisberg Framleiðsla: James Thomas Húsi: Petur Hansen Myndir: Jonna Ljósá Johannesen Útgivin: Í Føroyum av plátufelagnum Tutl LAGLISTI: Big Personality The Right Attitude Burstin’ Bubble Soul Company How High Been out of Town Stuck at the Bottom Exit! Something I Understand Bow Down (to no man) GBOB kappingin var á fjóra sinni hildin í vikuskiftinum. Sekstan bólkar vóru við í inn­ leiðandi umfarinum fríggjakvøldið, meðan bert átta av teimum megnaðu at koma víðari í finaluna kvøldið eftir FRÁSØGN/UMMÆLI Petur Háberg petur@sosialurin.fo Tey trý-fýrhundrað fólkini, ið møttu upp til GBOB finaluna leygarkvøldið, hoyrdu nógv ymisk sløg av tónleiki á ymisk- um støði. Teir tríggir vinnandi bólkarnir; Lady Fire, Person og Nin10do (ávíkavist eitt, tvey og trý), vóru allir millum míni hæddarpunkt. Vinnararnir av ársins GBOB, Lady Fire, sleppa at umboða Føroyar í Heimsfinaluni í London í desember, og harafturat fáa teir tríggjar dagar í studio við tøkningi frá Kringvarpinum, professionella myndatøku frá MOMO/Kristfríð Tyril og eitt gávukort uppá ikki minni enn 10.000 krónur frá Simma. Elektroniskt einmansprojekt Nin10do er eitt projekt hjá klaks- víkinginum Jan Nystrøm. Afturat sær leygarkvøldið hevði hann Hans Kristian Hansen á bassinum og Rógva Lamhauge á trummum (kendur úr Boys in a Band), men størsti parturin av tónleikinum var elektroniskur og varð spældur av eini teldu, ið Jan helt skil á, tá ið hann ikki spældi gittara. Tónleikurin var feitur, og samantvinnanin av tí elektroniska og ljóðførunum riggaði stak væl. Nin10do fara frá tí heilt minimal- istiska og bresta inn í tað bomb- astiska, og var ljóðmyndin proppfull fyri tað mesta. Fram- førslan var instrumental, og allarhelst hevur hetta talt eitt sindur niður. Gleði meg at hoyra meiri til bólkin. Vónandi við sangara næstu ferð. Avslappað góðska Í bólkinum Person høvdu vit Líggjas Olsen og Flóvin Viderø úr Deja Vu saman við grundini í Crawling Blue; Eyðun Johanne- sen og Brandur Jacobsen, so sanginum og spælinum var einki at finnast at. Mær hevur altíð dámt væl samanspælið millum Líggjas og Flóvin, tá ið teir sungu í Deja Vu, og hetta riggaði eisini leygarkvøldið. Men á ein ella annan hátt, var tað okkurt , ið manglaði. Tað kann vera tað, at meðan hinir bólkarnir allir spældu løg við nógvari orku og farti (sum oft- ast), so vóru Person heilt niðri á jørðini og spældu nógv mest avslappaða tilfarið hetta kvøldið. Teir druknaðu eitt sindur millum tað heila. Og kanska var tað í so avslappað til júst GBOB, tí tá ið eg hoyrdi teirra framførslu í Kringvarpinum dagin eftir, helt eg tað vera knasandi gott. Inhabilur, men best allíkavæl Eg kenni allar limirnar í vinnandi bólkinum Lady Fire væl, so man kann siga, at eg 'helt' við teimum. Ikki besti ummælarastílur, men erligt. Og tá ið teir høvdu framført, segði eg við ein vinmann, at hesin bólkurin fer at vinna, hóast teir bert vóru nummar tvey á palli. Serliga Andreas Dalsgaard handan trummurnar skein við sínum villa og fasta spæli. Og tá var nemt hjá Hanusi Andreasen á ljómborði og synthbassi og Heina Jørðdal á gittara at leggja upp til Filip Mortensen, ið sang fyrstaplássið heim. Góð og spennandi løg við yvirraskandi og fangandi elementum. Avgjørt nakað, ið føroyingar kunnu vera stoltir av at senda til London í desembur. Nýtt og gott Men ein annar bólkur, ið ikki endaði millum tríggjar teir fremstu, men sum var eitt jaligt yvirraskilsi, var Ran Domo. Serliga forsangarin, Jov L. Helgason, skaraði framúr. Hann leiddi tankarnar til Dave Gahan úr Depeche Mode og Brandon Flowers úr The Killers. Ikki so galin samansetingin, spyrt tú meg. Samstundis var hann eisini livandi á pallinum og fekk áhoyrararnar við (ella í øllum førum so nógv, sum føroyingar nú einaferð kunnu strekkja seg til). Løgini vóru sum so eisini góð, men soundið kundi verðið uppdaterað eitt sindur. Eitt sindur 90’arasligt innímillum. Men sum heild ein sera spennandi bólkur, ið hevur nógv at bjóða uppá. So... Eitt væleydnað kvøld við góðum og fjølbroyttum tónleiki. Fleiri nýggir bólkar prógvaðu, at enn er lív í føroysku tónleikaundir- grundini. Men tað vóru teir mest royndu, ið fóru avstað við medaljunum. Lady Fire hava vunnið føroysku tjóðarfinaluna av Global Battle of the Bands, og vónirnar eru góðar, nú teir skulu til London at umboða Føroyar í Heimsfinaluni í desember Mynd: Eyðun Muller Fjølbroytni á ymsum støði • Sí fleiri myndir frá kvøldinum á myndafrá- søgnini á Planet.fo • Far annars inn á myspace.com/gbobfaroes ella gbob.com, um tú ynskir at lesa/vita meira um GBOB Challenge Lady Fire vóru avgjørdir favorittar at vinna GBOB finaluna leygarkvøldið, og lítil ivi var í, at avgerðin hjá dómarunum var tann rætta, hóast summi sjálvandi ynsktu tað øðrvísi Mynd: Eyðun Muller