Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. november 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 215 - 7. november 2008 At Smyril Line steðg­ ar við siglingini til Skotland og Noreg er sum at bumba Føroyar sum ferðavinnuland aftur í Miðøldina. Tað sigur Elin Heinesen, stjóri í SamVit Ferðasamband Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo - Hetta er sum at klípa nakrar lívsæðrar og nøkur ótrúliga stór potentiali fyri marknaðarførslu av Føroy- um sum ferðavinnuland av í einum høggi, sigur Elin Heinesen, stjóri í SamVit, hvørs endamál millum ann- að er at kunna um og markn- aðarføra Føroyar, føroyskar vørur og tænastur. Smyril Line hevur í longri tíð siglt vandasjógv, og er bert eina landskassabjarging frá at kollsigla. Saman við landskassabjargingini verða víðgongdar broytingar gjørdar til tess at fáa rakst- urin í Smyril Line at hanga saman aftur. Hetta inniber millum annað, at øll sigling til Scrabster og Bergen heldur uppat. - At vit nú bara fara at hava sjóvegis samband til Danmarkar og Íslands er sum at bumba Føroyar aftur í Miðøldina. Tað er absolutt eitt alvorligt bakkast fyri »brandingina« av Føroyum sum ferðavinnuland, og marknaðarnir har hava ótrúliga stórt potentiali, og tað missa vit nú møguleikan fyri at gagnnýta til fulnar, greiðir Elin Heinesen, stjóri í SamVit, frá. Danmark verður ein fløskuhálsur At sjóvegis ferðasambandið við Noreg og Bretland held- ur uppat ger, at Danmark verður einasta sjóvegis knútapunktið fyri ferðafólk frá evropeiska meginland- inum til bæði Føroyar og Íslands. Hetta heldur Elin Heinesen verða alt annað enn gott. - At alt sjóvegis ferða- vinnusamband við bæði Føroyar og Ísland skal skip- ast gjøgnum Danmark verður ein fløskuhálsur, og hetta kemur uttan iva at ávirka ferðavinnuna í Før- oyum rættiliga nógv. Sum er nú kunnu vit gott bera dupult so nógv ferðafólk, enn hvat koma til Føroya í dag, og vit mangla akutt fleiri ferðafólk at koma hendavegin í dag, vísir Elin Heinesen á, og sipar til at tey, ið liva av ferðavinnuni hava havt eitt munandi lak- ari ár enn vanligt. Alt farið á gólvið SamVit hevur í longri tíð arbeitt saman við ferðavinn- uni til tess at leggja eina marknaðarførslustrategi fyri Føroyar sum ferðavinnu- land, og hvussu vit best kunnu »branda« Føroyar mótvegis útheiminum sum eksklusivt ferðavinnuland. - Henda strategiin hjá okkum dettur nú á gólvið, áðrenn vit yvirhøvir hava fingið møguleikan fyri at seta tey tiltøkini í verk, sum skulu fremja hesa ætlanina, sigur Elin Heinesen, stjóri í SamVit. Samanumtikið heldur Elin Heinesen hetta verða ótrúliga óheppið fyri før- oysku ferðavinnuna, og hon metir hetta verða eitt ótrú- liga stórt bakkast fyri menn- ingina av ferðavinnuni í Føroyum. Tó ásannar hon, at Danmark hóast alt er tann stórsti marknaðurin fyri føroyska ferðavinnu, og at enn eru stórir møgu- leikar í Íslandi við at fáa fleiri íslendingar at koma hendavegin. - Tað eru tó mest eldri fólk, ið ferðast hendavegin, og vit hava arbeitt miðvíst við at røkka øðrum aldurs- bólkum. Eitt nú hava vit Teitur Lassen, ið er vorðin kendur á evropeiska markn- aðinum, og hann kann sjálvandi nýtast sum amboð til at draga yngri fólk henda- vegin, leggur Elin Heinesen dent á. Føroyar bumbaðar aftur í miðøldina At missa sjóvegis ferðasambandið við Noreg og Bretland eri eitt alvorligt bakkast fyri føroysku ferðavinnuna, og er hetta at klípa eina lívsæðr og tveir ótrúliga stórar marknaðir av í einum. Tað sigur Elin Heinesen, ið er stjóri í SamVit Konsert á Seglloftinum Leygarkvøldið verður stuðulskonsert á Seglloftinum á Tvøroyri. Bólkarnir spæla óleypis og innkomni peningurin fer til keyp av ljóðanleggi, sum eitt tónleikafelag skal eiga, og sum so skal nýtast til alskýns tiltøk. Á konsertini leygarkvøldið luttaka Trygvi Strøm, Deiggj, Dagfinn Olsen, Froðbiar Sóknar Bluesorkestur, og Uni R. Debess og Tróndur Enni. Aftaná er dansur og bólkurin Ergo leggur fyri, men møguleiki er hjá øllum tónleikarurnum at fara á pallin seinni. Konsertin byrjar klokkan 21:00 á Seglloftinum á Tvøroyri. Aftan á verður dansur.