Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. november 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 sosialurin 7. november 2008 KOMMUNUVAL 08 Avgerðin er okkara. Tað eru vit, sum búleikast í Vági og sum eru góð við staðið, sum koma at avgera, hvør leiðin verður. Avbjóðingin er stór – men tað er ikki ein spurningur um at taka hana á seg ella ikki. Vit hava onki val! Skulu vit liva her, so mugu vit stríðast fyri at skapa øllum góð og livilig kor. Tíðindi úr Vági, sum settu dagskránna í vikuni, eru lítið hugalig. Vikur uttan arbeiði á stóra og framkomna flakavirkinum í býnum skapa ótryggleika og óvissu. Tíðindini um, at peningastovnurin, ið hevur røkt bankavirksemi her í mong ár, letur aftur. Tíðindini um, at posthúsið fer at steingja komandi ár, alt hetta fær fólk at ivast í, um Vágur er eitt stað har tað ber til at liva og breyð­ føða seg og síni. Tá fólk byrja at ivast í, um fram­ tíðin hevur nakað gott í vantu, er skjótt at fella í fátt. Komandi mánaðarnar fara at vera avgerðandi fyri, hvønn veg Vágur fer. Við teimum avgerðum, sum vit taka í dag, kunna vit vera við til at mynda morgindagin. Tað eru avgerðirnar vit taka her og nú, sum avgerða um Vágur fer at hava eina bjarta framtíð ella um Vágur enn einaferð noyðist at stríðast við arbeiðsloysi og fólka­ fráflyting. Einki at ivast í, at støðan, sum fleiri av okkara borg­ arum eru í er óhugalig, men vit mugu halda fast í, at vit hava fyritreytirnar fyri at kunna venda skútuni á rætta kós. Fiskivinnudepil Vit hava t.d. sera góðar umstøður til at gera Vág til ein fiskivinnudepil. Vit hava eitt væl útbygt havna­ lag, vit hava fleiri góð og framkomin virkir, vit hava eina frálíka djúphavn og ikki minst hava vit nógvar og góðar arbeiðsførar hendur í bygdini og oynni sum heild. Í veruleikanum eru allir karmar til staðar fyri at gera Vág til ein fiskivinnudepil í Norður­ atlantshavi ­ tað einasta sum manglar, tað er at taka avgerðina um hetta og síðani handla samsvarandi. Tey sum skulu stjórna býnum í komandi valskeiði mugu ganga undan. Tey mugu slóða fyri, at privata vinnan fer at síggja tað sum eina sjálvfylgju at stovnseta og/ella varðveita virksemi í Vági, tað verði seg innan framleiðslu­ vinnuna, bankavinnuna, tær almennu tænasturnar og innan nýmenning av nýggjum vinnuvegum. Býráðið í Vági hevur tó ikki øll kortini á sínum hondum. Landsmyndug­ leikarnir mugu eisini vera við og taka ábyrgd. Ein Suðuroyargrunnur má stovnsetast ongantíð ov skjótt. Løgtingið eigur á komandi fíggjarlóg at halda lyfti um at seta 40 mió kr í Suðuroyargrunnin, soleiðis at váðafúsur kapi­ talur fæst til vinnuvirksemi í oynni. Vit mugu geva fólki møguleika at sleppa til arbeiðis, arbeiði eigur og skal verða ein sjálv­ sagdur rættur, ikki bert fyri fólki á meginøkinum, men eisini fyri okkum sum búleikast í útjaðaranum. Sum býráð hava vit nakrar skyldur og eina ábyrgd bæði mótvegis borgarum og vinnulívi. Tey, sum skulu stjórna býnum komandi valskeið, mugu hava dirvi at ganga undan og finna loysnir, sum tryggja eina bjarta framtíð fyri Vág. Serstakar umstøður krevja serstøk átøk. Hetta eiga landsins ráðandi at skilja! á lista E Danjal Bjarkhamar Kollafjørður og grundstykkir Kollafjørður hevur nú verið partur av Tórshavnar kommunu í sløk átta ár. Ásannast má, at báðir partar samanumtikið hava notið væl av hjúnalagnum hesi árini, hóast okkurt altíð kundi verið betri, treyðugt so. Gongdin higartil Stórar útbyggingar eru farnar fram í Kollafirði í hesum tíðarskeiði, td. á skúla­, ítrótta­ og havnar­ økinum – útbyggingar, sum hava verið og koma at vera bæði kollfirðingum og kommununi sum heild at frama. Táverandi Rás Tórshavn (sum Føroya Tele seinni yvirtók) og Bussleiðin rukku eisini norður til Kollafjarðar frá fyrsta degi. Hetta var alt samalt nakað, ið táverandi bý­ og bygdarráð vóru komin ásamt um undir samráðingunum sínámillum um samanleggingina. Og sum táverandi borgarstjóri kann eg í dag ikki annað enn fegnast um, at tað hevur eydnast kommununi at halda orð. Allar avtalur, ið gjørdar vóru, eru hildnar. Sakna grundstykki Tó skal eg vera tann fyrsti at viðganga, at tað á einum øki als ikki hevur gingist eftir vild, og tað er viðvíkj­ andi spurninginum at útvega lendi til útstykkingar av grundstykkjum. Hetta hevur sum vera mann elvt til stóra misnøgd millum serliga tey ungu í Kollafirði, sum orsakað av vantandi grundstykkjum tíverri hava verið noydd til at flyta av bygdini fyri at fáa tak yvir høvdið. Tað sigur seg sjálvt, at hetta ikki er nakað, sum kommunan á nakran hátt kann reypa sær av – og tískil nívir hetta sjálvandi eisini okkum býráðslimir meint. Vit kunnu tó bert staðfesta, at hóast tað ikki hevur skortað uppá vilja, hevur tað tíverri víst seg at vera púra ógjørligt at fáa hendur á lendi til hetta endamál. Orsøkin greið Kollafjørður er sum kunnugt gomul bóndabygd við ikki færri enn 11 festum, og uttan at fara niður í smálutir, so kemst ikki uttanum, at hetta hevur verið høvuðsatvoldin til, at tað ikki hevur eydnast okkum higartil at fingið sett skjøtul á á hesum øki. Fari í hesum sambandi at tilskila mær rætt til staðiliga at vísa aftur øllum illgitingum um, at hetta skal vera liður í eini strategi hjá býráðnum at beina fyri Kollafirði og tess grannabygdum sum búplássum.... Vónandi tekur ongin slíkt ørvitistos í álvara, tí hetta er sjálvandi púra burturvið og kann bara hava sín uppruna í onkrum sjúkum høvdi. Gevast ikki so Kommunan gevst tó ikki á hondum, men fer sjálvandi at halda fram við royndunum at fáa eina ella aðra loysn í lag, soleiðis at farast kann undir útstykkingar av grundøkjum í Kollafirði skjótast gjørligt. Hetta fari eg eisini at leggja stóra áherðslu á í mínum framhaldandi arbeiði sum býráðslimur, fái eg við tínum stuðuli fótin innum aftur á Vaglinum 11. november. Tað kanst tú vera fullvísur í. Gott val. Tað tykist sum um, at fleiri av valevnunum til komm­ unuvalið í Vági stilla upp fyri at avtaka Vágs komm­ unu? Eitt er at ein hevur eina meining um kommunu­ samanlegging, annað er at ein brúkar tað til valagn. Tey siga beinleiðis, vit ynskja at verða vald í býráðið fyri at avtaka Vágs kommunu, og harvið býráð­ ið, tað er eitt undarligt signal at senda til okkara íbúgvar, eitt er at fleiri valevnir á Tvøroyri rópa upp um tað, men at Vág­ bingar gera tað, tað skilji eg ikki. Eg meti at ein stórur meiriluti av Vágbingum er ímóti eini kommunusaman­ legging, har Suðuroyggin verður ein kommuna. Ein útmelding frá borgar­ stjóranum um at hon tekur undir við at Suðuroyggin verður ein kommuna, gevur øllum stovnum møguleika at hugsa um sparingar og tað tók ikki langa tíð at fáa váttað, Føroya banki skal hava eina deild í hvørjari komm­ unu í Føroyum og tá ið borgarstjórarnir melda út at tað skal verða ein komm­ una í Suðuroy, ja so hava vit sjálvi biðjið um tað, hvar fór Føroya Banki, jú á Tvøroyri og tað er tað alt snýr seg um við eini saman­ legging, eg spyrji hví skal tað verða so og hví skullu vit góðtaka tað. Ein stórur meiriluti av Vágbingum var við fólkaatkvøðu ímóti at leggja Suðuroynna í eina kommunu, vit, býráðið, eiga at virða okkara borg­ arar. Frá 1993, hevur lands­ stýrið rópt upp um, at nú skullu Føroyar leggjast í 7 kommunur. Vit hava mótmælt hesum og fingu vit samtyktina broytta til 9 heldur enn 7, men nú hevur pípan fingið annað ljóð, borgarstjórin í Vági meldar alment út, at vit skullu hava eina kommunu í Suðuroy. Mín meining er, at vit eiga ikki at biðja um at verða samanløgd, tí tað er ikki til fyrimuns fyri okk­ um í Vági. Leggur landið kommunurnar saman, so er tað teirra avgerð. X við lista E Tey, sum koma at mynda býráðið eiga at gera sær púra greitt, at peningurin í kommunukassanum er skattaborgarans pengar. Tú eigur altíð at umgangast pengar við skynsemi, men tá ið tú umsitur pening fyri onnur, er uppaftur meira neyðugt við skynsemi. Tí er ábyrgdin rættiliga stór og ansast má væl eftir, at hvør króna verður brúkt á skilabesta hátt, og at so nógv fæst fyri hana sum gjørligt. Vit vita, at íløgurnar seinastu árini hava verið stórar, so fyrstu árini verður ikki rúm fyri teim stóru íløgunum. Komandi býráð eigur at leggja eina raðfesta íløguætlan fyri komandi árini. Fleiri eru ynskini um íløgur. Ein íløga, sum ikki verður so nógv tosað um, men sum eg meti sum eina sera neyðuga íløgu er vatn­ goymsla og reinsiverk. Ein kommuna hevur skyldu at bjóða borgarar­ unum og vinnulívinum gott, reinsað vatn, og her er kommunan ikki komin á mál enn. Eitt eru íløgur og annað er rakstur. Ansast eigur sera væl eftir, at rakstrar­ útreiðslurnar hjá komm­ ununi ikki økjast meiri enn hægst neyðugt, tí rakstrar­ útreiðslurnar eru aftur­ vendandi ár eftir ár. Søgan hevur eisini lært okkum, at rættiliga tungt og trupult er at fara í holt við at skarva av rakstrarútreiðslunum, um neyðugt verður at spara. Umhvørvi eigur altíð at raðfestast høgt. Komm­ unan eigur at ganga undan, tá ið um góðan umhvørvis­ politikk ræður. Atlit eiga altíð at verða tikin til umhvørvi, tá ið okkurt verður gjørt í náttúruni og farast má altíð fram eftir umhvørvisligum megin­ reglum. Kommunan eigur eisini at ganga undan, tá ið um alternativa orku ræður. Vit eiga javnan at hava umhvørvistiltøk og al­ neyðugt er at hava unga ættarliðið virkið í nevndu tiltøkum, tí tað ungur nemur, hann gamal fremur. Hví ikki eggja einstak­ lingum, feløgum, granna­ løgum ella øðrum at fara í holt við umhvørvistiltøk? Her kundi kommunan stuðla við ávísari upphædd til góð og áhugaverd umhvørvistiltøk. Býráðslimur og valevni á Lista E leivur hansen Býráðsvalið í Vági X við lista E jógvan krosslá Vágur á nýggja kós Býráðsvalið í Runavíkar kommunu valevni á lista A til Runavíkar býráð magnus rasmussen