fríggjadagur 7. november 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 215 - 7. november 2008
Eitt sjey ára gamalt
mál um skatta
svik móti ein
um nú 68 ára
gomlum manni
og dóttir hansara,
varð tikið upp
til dóms í dag,
næstan fýra og eitt
hálvt ár eftir, at
ákæran varð reist.
Einasti møguleiki
hjá TAKS at fáa
pengarnar, er at
tveita mannin á dyr
– um hann ikki doyr
áðrenn
SKATTASVIK
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Klokkan út móti hálvgum
tíggju í gjáramorgunin byrj
aði eitt mál um skattasvik
móti einum 68 ára gomlum
manni og dóttir hansara,
sum er í 30’unum.
Málið snýr seg um, at
ákærdi maðurin í 1999
stovnaði sína egnu fyritøku,
sum fekst við at framleiða
og umvæla aliringar og líkn
andi. Maðurin hevði gott
skil fyri tølum, men var ein
praktiskur maður, sum helt
seg langt burturi frá skriving
og telduarbeiði.
Hann fekk tí dóttrina at
hjálpa til við at skriva
rokningar, nakað, sum hon
fegin gjørdi fyri at hjálpa
pápanum. Men hetta vant
alt meiri upp á seg, og áðr
enn nakran vardi, sat hon
við øllum tí bókhaldsliga,
og tað var hon als ikki skikk
að til.
Hon tók gamaní FHS fak
í bókhaldi um kvøldarnar,
men alt hetta gjørdist ov
strævið, tí hon hevði fulltíð
ar arbeiði um dagin og
vaskiarbeiði um kvøldarnar,
fyri at fáa pengarnar at
røkka til. Arbeiðið, hon
gjørdi fyri pápan, fekk hon
einki oyra fyri, hóast tað
tók henni tímar um dagin
og vikuskiftini við.
Arbeiðsgongdirnar vóru
ongar, og hon fekk bara
postin veltandi inn á borðið,
einki fantilsi var á skjøl
unum, skuldi tað vísa seg.
Toll og Skatt (hereftir
TAKS) varð rættiliga tíðliga
kunnugt við, at alt ov lítið
skil var á biløgunum, og
kom inn í sakina í 2001.
Maðurin varð gjørdur var
ugur við, at skjøl vantaðu,
og hesi royndi hann so eftir
førimuni at útvega.
Tá alt hetta arbeiðið var
gjørt fekk maðurin at vita,
at hann stóð og skyldaði
400.000 krónur í skatti og
MVG, men tað skuldi hann
ikki hugsa um, hevði hann,
sambært manninum sjálv
um, tá fingið at vita.
Gavst
Umleið 2001/2002 førdi
enn ein áheitan á pápan frá
dóttrini um at fáa professio
nella hjálp til, at illstøða
stóðst teirra millum, og nú
hava faðir og dóttir ikki tos
að saman í seks ár.
Pápin fekk so aðra hollari
bókhaldshjálp, men tað var
skjótt at hon sá, at hetta ikki
gekk, og tá pápin enn eina
ferð hevði trupulleikar við
TAKS, valdi hann at gevast
við fyritøku síni.
TAKS valdi at arbeiða
víðari í málinum, og sendi
eina grannskoðarafrágreið
ing, sum teir høvdu gjørt,
til mannin við umbøn um
viðmerkingar. Teir frættu tó
einki aftur, og sendu tí fyrst
eitt ætlanarskriv og tá teir
framvegis einki hoyrdu aft
ur,
eitt
broytingarskriv.
Hetta var fyri árið 1999, og
sama søgan endurtók seg í
2000, uttan at TAKS tó
fyrst sendi eina grannskoð
arafrágreiðing.
Seinni gjørdu teir tað
sama fyri 2001, men hin
ákærdi helt upp á, at hann
einki av hesum brøvunum
frá TAKS hevði sæð.
Eftir at alt óskilið aftur
kom fyri í 2001, valdi mað
urin at gevast við virksemi
sínum, seldi allar ognir og
slapp nøkulunda snikkaleys
ur burtur úr tí, tó við einum
bankaláni upp á nú góðar
200.000 krónur.
Hann fekk um sama
mundið ringa heilsu og ferð
aðist inn og út av sjúkra
húsinum.
Men TAKS helt fram við
málinum, og teir roknaðu
seg fram til eina samlaða
skuld hjá manninum – skatt
ur og MVG – upp á umleið
eina millión krónur.
Bert ráð til rentur
Í juli mánaði 2004 varð mað
urin so stevndur og ákærdur
fyri skattasvik. Men ikki
fyrr enn í gjár var málið fyri
í rættinum, og verður nú
tikið upp til dóms.
Av tí at skattavaldið ikki
kendi leiklutin hjá dóttrini,
valdu teir at stevna henni
eisini, og hon var eisini
fyrra vitnið í málinum. Har
greiddi hon frá sínum leik
luti í málinum, sum í stutt
um snúði seg um at skráseta
tey skjøl, sum pápin tveitti
henni á borðið.
Hon kendi einki til nøkur
onnur skjøl enn tey, hon
fekk frá pápanum.
Tað vísti seg, at tað ofta
kom fyri, at flytingar, sum
skattavaldið tulkaði sum
lønir, vórðu fluttar sum
rokningar. Men hetta vóru
boð, sum pápin gav, til tíðir
sum tímar, til aðrar tíðir
sum upphæddir.
Frágreiðingin hjá dóttrini
mest sum sannførdi ákæran
um, at hon ikki var partur í
málinum, og nýtti tí lítla tíð
upp á hana í proceduruni
annað enn at gera vart við,
at tað helst verður trupult at
prógva nakað ímóti henni.
O g
sjálvt um dómurin formelt
ikki fellur fyrr enn seinni,
kundi
dómarin
fortelja
ákærdu dóttrini, at hann fór
at frídøma hana í málinum.
Hjá manninum er støðan
stutt og greitt tann, at verður
hann dømdur at tapa skatta
málið og stendur hann at
skylda eina millión soleiðis,
sum
skattavaldið
hevur
roknað seg fram til – og –
verður maðurin dømdur
eina millión í bót aftrat, so
hevur hann ongan livandi
tjans at gjalda alt hetta
aftur.
Fíggjarliga støðan hjá
manninum er soleiðis, at
hann bert hevur ráð at rinda
renturnar av tí láninum,
sum hongur eftir frá virkis
tíðini, upp á góðar 200.000
krónur. Tískil er einasta,
sum TAKS kann dúva upp
á, at seta mannin á gøtuna
og selja húsini.
Dómurin í málinum fellur
um eina viku.
10 kvinnur og 11 menn á
listunum á Eiði
Tá fólk á Eiði skulu á val týsdagin, verða 10 kvinnur og 11 menn at velja
ímillum. Á Eiði eru tveir listar, og tað er blandað við fólki á báðum. Hækkaða
talið av kvinnuligum valevnum kundi víst, at kvinnuumboðanin á Eiði kundi
hækkað munandi í mun til seinasta valskeið, tí tá sótu sjey mans í teimum sjey
sessunum í bygdaráðnum á Eiði. Møguleiki er eisini fyri, at tað ikki verður
nógv størri kvinnuumboðan, tí fimm av teimum, ið eru uppstillaði hava longu
sitið í bygdaráðnum fyrr, og ofta hevur tað verið soleiðis, at tað eru tey somu, ið
sleppa innaftur á kommunuvalunum á Eiði.
TAKS krevur pensionist
frá húsi og heimi
TAKS hevur nýtt tíð og orku í sjey ár upp á
eitt mál, har teir vita, at einasti møguleiki at
fáa nakað burtur úr, er at tveita mannin á dyr
og selja húsini