fríggjadagur 7. november 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin 7. november 2008
9
KOMMUNUVAL 08
100% Heðin – ein
atkvøða fyri trivnaði
Í míni tíð sum borgarstjóri hava vit framt eina rúgvu
av málum. Men vit vilja fremja enn fleiri mál, so
trivnaðurin hjá øllum borgarum í Tórshavnar
kommunu verður 100%.
Karmarnar hjá vinnuni skulu framhaldandi betrast
og útbyggjast..
Niðanfyri lýsi eg undir hvørjum árstali í stuttum
nøkur av teimum mest týðandi málunum, vit hava
framt og ætla okkum at fremja í næsta valskeiði.
Framt í 2005
Heimið fyri minnisveik við Vallalíð liðugt
Frítíðarskúlin víðkaður til eisini at umfata 2. flokk
Parkeringsøkið við J.Paturssonargøtu liðugt
Økið við Tinghúsgarðin fríðkað
Fløskubásur á Ólavsøku
Framt í 2006
Læknamiðstøðin í Kollafirði liðug
Systkinaavsláttur settur í verk
Barnagarðsgjald lækkað
Nýggjur barnagarður í Nólsoy
Nýggj lyfta á Býarbókasavninum
Nýggj roykreinsiskipan til brennistøðina á Hjalla
Fríðkan av umhvørvinum undir Bryggjubakka
Framt í 2007
Ókeypis at koyra við Bussleiðini
Røktarheimið Tjarnargarður liðugt
Nýggjur dagsstovnur á Velbastað latin upp
Ítróttarhøllin í Kollafirði liðug
Rættará reinsað
Framt í 2008
Eldrasambýlið Oman Mattalág tikið í brúk
Nýggj rennibreyt við Sundsvegin liðug
Spælistaðið Reinsaríið tikið í brúk
Sølutorg í Vágsbotni liðugt
Endurnýtsluhandil latin upp á Hjalla
Herd reglugerð um dálking samtykt
At fremja í 2009
Skúlin á Løgmannabreyt liðugur
Arbeiðið við ellis- og røktarheiminum yviri við
Strond byrjar
Dansihøllin í Gundadali liðug
Útbyggingin av Tórsgøtu/mentunargøtan heldur fram
Meira innhald í- og fleiri ókeypis tilboð á Ólavsøku
Tónleikatiltakið Asfalt endurreist
Fleiri pláss til smábátar
Betri umstøður til Motorkross koyrarar
Grundstykkir til sethúsabygging
Grundstykkir til vinnulig endamál
At fremja í 2010
Skúlin á Argjum liðugur
Fimleikahøllin við Tórsvøll liðug
Ung í arbeiði mennast og víðkast enn meira
Fríðkan av býnum heldur fram
Vegaútbyggingarnar halda fram
At fremja í 2011
Nýggjur musikkskúli stendur liðugur
Heilsumiðstøð við Karlamagnusarbreyt liðug
Vardar eldraíbúðir verða bygdar á Óðinshædd
Fleiri smáir bóltvøllir gjørdir
At fremja í 2012
Ellis- og røktarheimið yviri við Strond liðugt
Fleiri smábátahavnir gjørdar
Nýtt reinsiverk í Havnardali gjørt
Nýggjur innkomuvegur til Havnar gjørdur
borgarstjóri og valevni
Javnaðarfloksins
Heðin
Mortensen
Vit í Demokratiu loyva
okkum hervið at heita á
tygum/tykkum um at skipa
fyri valfundum í øllum
kommununum, soleiðis at
øll valevni hava møguleika
at koma til orðanna og
greiða frá, hvørjar ætlanir
tey hava fyri sínum arbeiði
í kommunustýrinum.
Slíkir valfundir eru har-
umframt eitt gott og neyð-
ugt høvi hjá borgarunum at
fáa innlit í tað, sum valevn-
ini standa fyri og vilja
arbeiða fyri, og harvið fáa
eitt skikkað grundarlag fyri
at velja, hvørjum tey skulu
atkvøða fyri.
Nú kommunuvalið
nærkast, herðist stríðið um
atkvøðurnar. Bæði í bløðu-
num og á portalinum
síggja vit valgreinar og
lýsingar, har valevni geva
lyfti og heita á veljarar um
at fáa atkvøðuna.
Fyri valevni kann tað
kosta nógvan pening at
koma til orðanna, um
einasti møguleiki er at
skriva lesarabrøv í dag-
bløðunum ella at hava
lýsingar, antin í bløðunum
ella á internetinum. Hetta
kann merkja, at fleiri val-
evni ikki hava møguleika
fyri at verða hoyrd og at
fáa sín boðskap út til
veljararnar.
Av hesi orsøk heita vit í
Demokratiu á allar
kommunur og politiskar
flokkar um at skipa fyri
valfundum.
Valfundir – ein møguleiki at koma til orðanna
Til: kommunur, politiskar flokkar, kommunufeløg
forkvinna í
Demokratiu
sólfríð
fjallsbak
Fjórða hvørt ár hevur
veljarin sín demokratiska
møguleika fyri at ávirka
gongdina í kommununi.
Hesin rætturin til at velja
teir 13 býráðslimirnar, sum
skula taka avgerðirnar í
Tórshavnar kommunu
næsta valskeið, eigur at
vera brúktur.
Tað er ein sannroynd, at
prátið og keglið upp undir
hetta býráðsvalið hevur
ikki verið av tí mesta. Víst
hevur minnilutin roynt seg
við skuggaboksing og
fantasiríkum ræðumynd-
um, sum onki hava upp á
seg, men annars hevur
verið mestsum kvirt.
Ymsar gitingar eru um,
hví so er. Ein er, at fólk eru
troytt av politikki eftir
fleiri val seinasta árið. Ein
onnur meting er, at
politikkurin hjá okkara
býráðssamgongu seinastu
fýra árini er so væl
frágingin, at fólk yvirhøvur
eru nøgd við frambrotini
og tænastuna, sum
kommunan nú veitir.
Hendan seinna metingin
er sjálvandi hugalig hjá
okkum, sum hava staðið
við endan, men umráðandi
er, at vit fáa staðfest hetta
nøgdsemi við valborðið
týsdagin.
Tað er eisini ógvuliga
umráðandi at fáa stuðul frá
veljarunum til tær hugsjón-
ir og ætlanir, sum vit hava
fyri Tórshavnar kommunu
í framtíðini.
Vit leggja dent á at
menna høvuðsstaðin, á
trivnaðin hjá heildini og
virðing fyri borgarunum á
bygd og bý.
Tekur tú undir við tí, vit
hava gjørt, og tí, vit hava
stungið út í kortið, fert tú á
val týsdagin og atkvøður
fyri valevni á Lista E, sum
borgar fyri tryggari leiðslu.
X við E.
varaborgarstjóri,
valevni á Lista E
jógvan
arge
Umráðandi at fara á val
Íbúðarviðurskiftini hjá
støkum í Føroyum mugu
betrast munandi. Hetta
hevur serliga týdning fyri
Tórshavnar kommunu, her
nógv støk og stakir uppi-
haldarar eru. Hetta er eitt
landsmál, men tá hetta við-
kemur so nógvum í Tórs-
havnar kommunu, haldi eg
eisini, at tað er rætt at taka
hetta upp til eitt kommunu-
val. Tórshavnar kommuna
má leggja trýst á lands-
myndugleikarnar fyri at fáa
ætlaða íbúðarpakkan settan
í verk. Í íbúðarpakkanum
er ein trygg leigulóg,
møguleiki fyri lutafelags-
íbúðum, mvg-frádráttur til
lutafeløg og rentustuðul.
Eftir mínum tykki átti
íbúðarstuðul eisini at verið
settur í gildi í Føroyum
eins og í Danmark. Tá
íbúðir til støk fyrst og
fremst viðkoma Havnar
kommunu, mugu vit komm-
unalpolitikarar eisini royna
at fáa landspolitikararnar
at skilja, at vit tapa kapp-
ingina við Danmark, sum í
kanning júst nú er mett
besta land í Evropa hjá
støkum at búgva í, um vit
einki gera. Tá íbúðar-
pakkin verður samtyktur,
kann Tórshavnar kommuna
skunda undir at fáa bygt
lutaíbúðir, leiguíbúðir og
annars skunda undir
íbúðarbygging, sum tekur
hædd fyri øllum samfelags-
bólkum. Ynskir tú betri
møguleikar fyri meira fjøll-
táttaðari íbúðarbygging,
eigur tú at atkvøða fyri
lista C.
Javnaðarflokkurin
elin
lindenskov
Íbúðarviðurskiftini hjá støkum í
Føroyum mugu betrast munandi
Tað var gott, at Reinsaríið
bleiv reniverað, soleiðis at
tónleikur aftur kundi hoyr-
ast í miðbýnum.
Býráðið er ikki komið á
mál við hesum sera vakra
bygningi. Har má setast ein
ella kanska tvær milliónir
av afturat so at, wc, varmi,
Isolering og ikke minst eitt
annleg verður til tónleikar-
nar, sum har koma. Tá
hava vit aftur eina PERLU
í býnum.
Musikkskúlin, hvar bleiv
hann av. Fyri einum góðum
ári síðani bleiv ein stór
verkætlan løgd fram í
Múllers pakkhúsið. Har
møttust bæði politikarar,
arkitektar saman við Sun-
leifi Rasmussen og musikk-
skúlalærarum. Nógvur
góður tónleikur bleiv
framførdur og sjónmyndir
blivu vístar á lørift, nógvar
talur, ið lovaðu at her
skuldi okkurt henda. Síð-
ani hava vit ikki hoyrt eitt
orð um musikkskúlan, lat
okkum taka hetta fram
aftur og fáa tað gjørt í
verki. Vit hava so ofta
prógvað, at vit hava stór
talentir innan tónleikin, so
eg skilji ikki hví politikarir
ikki gerða umstøðurnar
betri á hesum økinum.
Verði eg valdur skal
musikkskúlin verða eitt av
mínum hjartamálum.
X við lista A. Her virka vit.
Les meira á
www.folkaflokkurin.fo
Tónleikurin
oskar
eiriksson