fríggjadagur 7. november 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 215 - 7. november 2008
Tað er av alstórum
týdningi, at Før
oyar verða markn
aðarførdar rætt
og effektivt, sigur
Súsanna Sørensen,
ið starvast á Samvit.
Ferðavinnudagur
var 31. oktobur, og
millum vørumenning,
íslendska framferðar
háttin og stovnan av
ferðavinnufelagi, var
marknaðarføring eitt
av evnunum
Ferðavinna
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
- Tað er av stórum týdningi
fyri grundarlagnum undir
ferðavinnuni, at ferðafólk
koma til landið, sigur Sús-
anna Sørensen. Við væl
skipaðari og gjøgnumførdari
marknaðarføring, ber tað til
at
hækka
talið
av
útlendskum
ferðafólkum,
sum koma til Føroya.
Hon vísir á, at tað er dýrt
at koyra stór lýsingarátøk
uttanlands, til dømis kostar
ein prentað blaðlýsing í ein-
um stórum blaði nógv, men
tað er ivasamt hvussu nógv
hon munar. Í staðin skulu
vit í Føroyum hyggja eftir
øðrum marknaðarføringsm
øguleikum, so sum gjøgnum
alnótina. Fyrst og fremst
skulu vit hava góðaar før-
oyskar heimasíður og har-
umframt kunnu vit velja at
lýsa á heimasíðum hjá ávís-
um málbólkum, sum vit
halda verða áhugaverdar
fyri Føroyar. Til ber eisini á
alnótini at máta úrslit av
átøkum á alnótini rættiliga
neyvt, soleiðis at tað ber til
siga í hvønn mun tað arbeið-
ið virkar.
Tað er ein týdningarmikil
og upplagdur møguleiki, at
gera vart við Føroyar sum
ferðavinnuland, á støðum,
har Føroyar longu er í fokus.
Í sambandi við ítróttartiltøk
og listaframsýningar uttan-
lands. Samvit skipaði, saman
við Smyril Line og Atlandic
Airways fyr tiltøkum fyri
fjølmiðlum og ferðasmiðum
í sambandi við landsdystin
millum Føroyar og Italia í
Moderna í fjør og eisini í
sambandi við stóru føroysku
listaframsýningini í Wien í
ár, har yvir 80.000 vitjaðu.
Tann málbólkurin, ið sær lýs-
ingarnar verður beinleiðis og
persónligt rokkin í tí rætta
umhvørvinum.
Besta oyggja
samfelag
Í stóru kanningini, sum Nati-
onal Geographic Traveler
gjørdi í fjør heys, vóru Føroy-
ar valdar til at vera besta
oyggjasamfelagið í heim-
inum av 522 serfrøðingum.
- Hetta er ein gyltur møgu-
leiki hjá okkum at gera vart
við Føroyar, og vit hava eis-
ini nýtt úrslitið av kanning-
ini aktivt í okkara marknað-
arføring av Føroyum síðan.
Asorurnar komu á eitt
annað pláss, og tær nýta tað
til lýsingar og vinnulig
endamál, sigur Súsanna Sør-
ensen. Hon heldur, at við at
nýta kanningina til fulnar,
hava Føroyar longu eitt
sterkt grundarlag undir lýs-
ingum, ið kunnu fáa fleiri
at ferðast til Føroya. Hon
metir, at ein slík kanning og
at vit skulu brúka úrslitið
av kanningini meira viðvíst
í allari marknaðarføring av
Føroyum.
Súsanna Sørensen heldur
eitt uppskot vera at nýta
hana í øllum ferðavinnulýs-
ingum, ið verða nýttar utt-
anfyri landoddarnar. Til
dømis við seta forsíðuna av
National Geographic Trav-
eler í einari lítlari mynd,
sum eitt stempul ella bú-
merki, á hvørja lýsing.
Samstarv er lykilin
Um vinnan og almenni
myndugleikin innan ferða-
vinnu samstarva, er lættari
og ikki minst bíligari at fáa
nógv frá hondum. Ein týð-
andi partur av marknaðar-
føringin av Føroyum er at
bjóða útlendskum fjølmiðl-
um til Føroyar. Umrøðan
frá útlendskum fjølmiðlum
hevur størri trúvirði enn um
vit seta lýsingar í bløðini,
og er eisini ein rættiliga
bíligur háttur at fáa umrøðu
uppá.
Hóast
hugskotini
eru
nógv, so mugu bæði vilji og
fígging til, áðrenn málið er
rokkið. Nógv eru, ið ynskja
at ferðavinnan í Føroyum
fær betri dagar.
Føroyar mugu marknaðarførast betri
Súsanna Sørensen er deildarleiðari á SamVit. Hon metir at við
betri og meira fokuseraðari marknaðarføring kunnu Føroyar
koma longri við ferðavinnuni.
Mynd: Jens Kristian Vang
Í mai verður Fish Expo
Faroes framsýningin
aftur í Havn. Seinast
varð hon hildin á
Sandvíkarhjalla, men
í 2009 verður alt til
takið í Gundadali.
Bæði fyrireikararnir
og kommunan vænta
at njóta gott av hesi
umlegging
TíðindaFundur
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Stevnan Fish Expo Faroes
verður altíð dúliga vitjað.
Millum tey vitjandi teljast
flest føroyingar, men undir-
tøkan millum útlendingar
stendur í vøkstri. Í ár vera
vónandi um 300 ymiskir
framsýnarar, ið umboða
fleiri ymisk lond. Øll fiski-
vinna verður umboðað, har
Í ár verður framsýningin
hildin í Gundadali í Havn,
har stór tjøld verða reist á
øðrum av fótbóltsvøllunum.
Tað heldur Petur Mohr Rein-
ert vera innlýsandi, sum á
tíðindafundi í Miðlahúsin-
um fyrrapartin greiddi frá,
at hon skuldi vera í Havn.
Talið av bústaðarplássum
er størst í Havnini og somu-
leiðis eru sera góðir møgu-
leikar rundan um økið. Um
stevnan fevnir um meira
enn bara framsýning, er
møguligt at nýta millum
annað Norðurlandahúsið til
fyrilestrar. Møguligt verður
hjá virkjum, sum hava stór-
ar vørur, at nýta plássið utt-
andura. Men sjógvurin verð-
ur eisini nýttur til ymiskar
framsýnarar og framvísing-
ar.
Í sambandi við at komm-
unan fyllir 100 ár, verður
eisini skipað fyri ymiskum
øðrum, ið framsýningarlutt
akararnir kunnu njóta. Heð-
in Mortensen, borgarstjóri,
greiddi frá, at hetta tiltakið
kann blása lív í býin hesar
dagarnar.
Fleiri útlendingar
Talið av vitjandi útlending-
um hevur undanfarin ár lig-
ið um 12,5%, men fyrireik-
ararnir ynskja at hækka tað.
Góðir bústaðarmøguleikar
eru í Havnini, í samstarvi
við Greengate Incoming
eru hotellini í býnum til
reiðar at taka ímóti nógvum
gestum hetta tíðarskeið.
Fish Expo Faroes hevur
eisini staðið fyri at marknað-
arføra seg uttanlanda, teir
hava verið á stevnum uttan-
landa, har teir við básum
hava gjørt vart við hetta til-
tak, ið verður. Eisini á alnót-
ini ber til at finna meira kunn-
ing og at bíleggja básar.
Heimasíðurnar www.fish-
expofaroes.fo og www.fex.
fo vórðu lagdar út í morgun.
Fish Expo verður í
Gundadali
Tíðindafundurin um Fish Expo Faroes var hildin í Miðlahúsinum í morgun. Petur Mohr Reinert
greiddi frá ætlanunum fyri komandi stevnu.
Mynd: Jens Kristian Vang
Føroyar stuðla og veita ráð um móðurmjólk
Uttanríkisráðið hevur gjørt av at stuðla Mercy Corps við 627.000 kr. til at seta í verk ætlanina at byggja upp eitt
fyrimyndarumhvørvi viðvíkjandi bróstageving Endamálið er at seta í verk áheitanina hjá heilsustovninum undir
Sameindu Tjóðum um heilsupolitikk á pinkubarnaøkinum, sonevndu “Ten steps to Successful Breastfeading”, sigur
uttanríkisráðið í tíðindaskrivi. Ein partur av verkætlanini er, at jarðarmøður og læknar í Jakarta fáa vitan um føroyskan
politikk og mannagongdir á økinum. Hetta verður gjørt saman við Ljósmøðratænastuni og Barnatænastuni hjá
Nærverkinum. Uttanríkisráðið sigur, at mett verður, at okkara heilsupolitikkur á pinkubarnaøkinum kann blíva ein
førleiki, har Føroyar kunnu veita serkøna ráðgeving. Smábarnadeyði í Indonesia er lutfalsliga høgur, og kanningar
vísa, at smábarnadeyðin hevði minkað við 22%, um børnini fingu móðurmjólk innan fyrsta tíman eftir føðing.