fríggjadagur 7. november 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
sosialurin 7. november 2008
KOMMUNUVAL 08
Hetta er tíverri ikki tað vit
hava sæð seinastu 4 árini,
tá talan er um samstarv og
samanlegging til eina
kommunu.Hetta er til
stóran skaða fyri trúvirði
um viljan hjá kommunum
til samstarv og
samanlegging
Tað er ein sannroynd, at
tað eru tær báðar størstu
kommunurnar, sum fyri ein
stóran part seta
dagsskránna. Hesar hava
eftur mínum tykki ikki
duga nóg væl at tosa
saman. Tað kann byrja
godt, tá ein tanki um
samstarv uppstendur, men
tá samráðingarnar fara
fram, er trupuleikin frá
báðum síðum hesin, ogur
eru bert við um hesi
ófrávíkiligu krøv vera
gingin á møti, vera tey ikki
tað eru ogur ikki við.
Tá man uppá henda
mátan beinanvegin setur
mørk fyri hvat kann toast
um og hvat ikki kan,
spennur ein bein fyri seg
sjálvan og fremur onki
samstarv.
Trupuleikin í
barnaverndarsamstarvinum
átti at veri loyst uttan slit,
men aftur her, ófrávíkilig
krøv, ístaðin fyri góðan
vilja at loysa teir
trupuleikar sum vóru, valdi
man tann harða mátan,
onki diplomati.
Tað er sera vanligt at
byrjunartrupuleikar eru tá
okkurt nýtt byrjar, allir
partar skulu venja seg við
nýggju mannagongdirnar
og hava viljan til at fáa
tingini at virka.
Eg trúgvi tó enn uppá
eina kommunu, sum rætti
vegurin, at ganga fyri
Suðuroynna og hetta skal
størur dentur leggjast á,
komandi árini. Vóni tí at
komandi bý og bygdaráð,
fara undir tað tilgongd um
samanlegging, sum
granskingardepulin leggur
upp til.
Fái eg møguleikin skal
mín partur ikki liggja eftur.
Marjun
Olsen
Orð og gerðir eiga at ganga hond í hond
Ein tænasta, ið kann blíva
betri í Tórshavnar
kommunu, er tænastan til
borgarar, ið ynskja at flyta
úr sínum egnum húsum, tí
hesi t.d eru vorðin ov stór,
so hvørt sum børnini eru
vorðin vaksin. Væntandi
hava hesir borgarar mong
ár eftir av lívinum.
Sum støðan er nú, eru
ikki nógv tilboð frá komm
ununi til hesar borgarar.
Eldraøkið er ikki enn lagt
út til kommunurnar at
umsita. Tjóðveldi vil
arbeiða hart fyri, at hetta
málsøkið verður lagt út til
kommunurnar at umsita,
soleiðis at henda tænasta
kann betrast. Útlit eru
nevnuliga ikki fyri, at
tænastan batnar nakað so
leingi bæði kommuna og
landið hava ábyrgdina av
økinum.
Tænastan kann gerast
betri við at byggja góðar
íbúðir/smærri hús, soleiðis
at møguleiki verður fyri at
selja gomlu, stóru húsini
og flyta í eina eldraíbúð og
harvið bæði hava minni at
halda, og sum kosta minni
í hita og el. Samstundis
kunnu tey føla seg trygg
ari, tí grannin er ikki so
langt frá íbúðini.
Tað góða við hesari
loysnini er, at samstundis
verða hús leys, ið eru nóg
stór at hýsa barnafamiljum.
Útboðið av ellisheimum
og eldrasambýlum í
kommununi er alt ov lítið.
Av hesi orsøk eru bíði
listarnir til eitt nú pláss á
ellisheimi ella eldrasam
býlið alt ov langir. Um
tørvur er á ein røktar
heimsplássið, og onki pláss
er tøkt, kann hetta gerast
ein stórur trupulleiki hjá
teimum avvarðandi, og
hetta kunnu vit sum
kommuna ikki liva við. Tey
eldru, ið eru vorðin so
veik, at tey ikki klára seg
sjálv, eiga at fáa eitt tilboð,
ið hóskar til teirra tørv,
soleiðis at støða teirra
verður virðilig.
Tjóðveldi ásannar, at
eldraøkið kann ikki longur
rekast sum tongul í brimi
millum land og kommunur.
Tað forðar fyri nøktandi
loysnum.
Tí strongir Tjóðveldi á at
fáa eldraøkið lagt út til
kommunurnar.
Tað hevur víst seg at vera
eitt sera gott tiltak at fáa
bussleiðina gjørda ókeypis.
Nógv fleiri nýta møgu
leikan at koyra við
bussinum, hetta er kanska
serliga børn og ung, sum
nú fáa høvi til at koma til
og frá skúla og frítíðarítrivi
ókeypis. Hesar pengar
hevur fráfarandi Býráð
givið væl út. Tí í seinna
enda sparir hetta nógvar
pengar færri túrar við
privat bilum og harvið
nógv minni dálking bæði
við CO2 útláti og við sliti á
vegir.
Tað, sum eg kundi hugsa
mær eitt sindur betri, sum
valevni fyri Tjóveldi
búsitandi í Kaldbak, var at
ruturnar til Kaldbaks/
Kollafjørð vóru nakrar
fleiri og lagdar soleiðis at
børn og ung úr Kaldbak
eisini fingu meira nýttu av
hesum góða tilboðið.
Sum er, koyra ruturnar
ov sjálvdan morgun og
kvøld, til at ein fær brúkt
bussar bæði til og frá Havn
til at gera ørindir ,serliga
hjá eldri fólki uttan bil, og
til tiltøk á kvøldi. Leygar
dag og sunnudag eru eisini
ov fáar rutur til Kaldbaks
og Kollafjørð. Hvat við
einum bussi leygar og
sunnukvøld aftaná tiltøk í
høvuðsstaðnum?
Set kross við E og Edith
Við Tjóðveldis kvøðu
Edith
Góðu veljarar!
edith Vang
Eldrapolitikkur í Tórshavnar kommunu
valevni hjá Tjóðveldi
til kommunuvalið í
Tórshavnar kommunu
rannVá
ragnarsdóttir
Tað er synd at siga, at báta
eigarar í Tórshavnar
Kommunu hava havt
nakran góðan í býráðnum
hetta valskeiðið. Tað er
onki nýtt bátapláss komið í
hesum vælskeiðinum, men
eitt kann sigast nógv er
tosað , og hevði bara
helvtin av tí verði gjørt, so
var ongin bíðilisti til báta
pláss.
Í 2004 bleiv undirritaði
ringdur upp av fólki, sum
hevði gjørt eitt uppskot til
smábátahavn í Álakeri. Tað
uppskotið varð latið inn til
kommununa, men onki
hendi. Ikki fyrrenn undir
ritaði kravdi uppskotið á
fund í havnarnevndini
bleiv tað tikið í álvara.
Kanningar vóru gjørdar
av Álakeri, og úrslitið varð,
at pirurin á havnini á
Argjum skuldi longjast,
áðrenn farast kundi at gera
Álaker til bátahavn. Tað
sum fyrst skal gerast, er at
fáa arbeiðið á Argjum
gjørt, og síðani at byrja
arbeiði í Álakeri, men skal
uppskotið ikki detta á
gólvið, er at fáa fólk í
býráðið, sum tosar um
tykkara áhugamál. Tað vil
eg gera, um eg verði
valdur.
Bátaeigarar ljós fyri framman
býráðslimur, valevni
Sambandsfloksins til
Tórshavnar Býráð
høgni
Mikkelsen
Saman inn í framtíðina
Valið týsdagin er avgerandi fyri, hvussu menningin
verður í Tórshavnar kommunu næstu fýra árini.
Listi E hevur bjóðað seg fram við eini fjølbroyttari
valskrá, sum leggur dent á trivnaðin hjá heildini,
virðing fyri borgarunum á bygd og í bý og
ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk.
Vít vísa til avrikini hjá sitandi býráðssamgongu og
tora at siga, at ein sterkur Listi E á odda í Tórshavnar
Býráð borgar fyri, at menningin heldur fram undir
tryggari leiðslu.
Vit vilja tann rúmliga høvuðsstaðin, sum fram um
aðrar kommunur tekur upp á seg uppgávur, sum eisini
gagna landinum øllum.
Vit vilja tann framsókna høvuðsstaðin, sum tekur upp
á seg at hýsa miðnámsskúlum og altjóða universiteti til
frama fyri menning í Føroyum.
Vit vilja tann mentaða høvuðsstaðin, sum hevur
framkomin og fjølbroytt tilboð innan mentan, skúla,
frítíðar og ítróttalív.
Vit vilja, at gransking verður ein natúrligur táttur í
okkara kommunu til frama fyri okkara framtíð.
Vit vilja tann vinnuliga høvuðsstaðin, sum eggjar til
nýtt virksemi og nýggjar vinnur, tí gott vinnulív og
góður trivnaður eru tvær síður av somu søk.
Vit vilja tann reina høvuðsstaðin, sum slóðar fyri í
umhvørvis og orkumálum, ið eru mest týðandi mál í
heiminum í dag.
Vit vilja tann rekreativa høvuðsstaðin, har fólk við
gleði kunna leita sær út í nattúruna.
Vit vilja menna Miðbýin, so hann aftur fær ein
lívligan leiklut í býarmyndini.
Vit vilja seta Musikkskúlan á dagsskrá beinanvegin til
tess at loysa málið í komandi valskeiði.
Vit vilja útvega grundstykkir allastaðni í kommununi,
so fólk kunna seta búgv, har tey helst vilja.
Vit vilja hava skil á eldraøkið, so tey gomlu og
óhjálpnu ikki longur reka fyri vág og vind.
Vit vilja menna fólkaræðið í kommununi, so
politikarar koma nærri at dagliga virkseminum.
Vit vilja opinleika og gjøgnumskygni í kommunalu
fyrisitingini og politiska arbeiðnum í býráðnum.
Fram um alt vilja vit stýra Tórshavnar kommunu við
fíggjarligum skili og hava atlit
til, at hjólini mala.
Vilt tú saman við okkum hava ávirkan á framtíðina, so
atkvøður tú fyri Lista E týsdagin.
X við E.
varaborgarstjóri,
valevni á Lista E
jógVan
arge