fríggjadagur 7. november 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 215 - 7. november 2008
Pop-café á gamla Reinsarínum
Harmoniorkestrið GHM hevur konsert á gamla Reinsarínum sunnudagin klokkan 16. Á
skránni er kendur pop-tónleikur sum er skipaður til harmoniorkestur. Spæld verða løg
eftir m.a. Toto, Elton John og Supertramp. Gamla Reinsarí er nýggja spælistaðið í Havn,
og konsertin hjá GHM verður fyrsta framførslan á Reinsarínum har blásiljóðføri fylla
pallin. Konsertin verður skipað sum ein café konsert, har høvi verður at njóta kaffi/
køkur. GHM hevur seinastu árini skipað venjingina í styttri venjingarskeið á 6-8 vikur
við ávísum tónleikatema. Tað gevur høvi at gera meira við tónleikin innan ávísa tema’ið
og samstundis verður venjingarskeiðið styttri og ríkari. GHM telur í 2008 umleið 30
spælarar, menn og kvinnur, ung og eldri. Konsertin er ókeypis.
Nú landskassin skal
bjarga Smyril Line, er
tað eitt gylt høvi hjá
politikarum at vísa
í verki, at teir meina
tað í álvara, tá ið teir
tosa um at flyta fleiri
størv út um Havnina,
sigur borgarstjórin á
Tvøroyri
Økismenning
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað einasta rætta, er at
flyta alla umsitingina hjá
Smyril Line til Suðuroyar.
Tað heldur Kristin Michel-
sen, borgarstjóri á Tvør-
oyri.
Hann sigur, at nú lands-
stýrið arbeiðir við eini bjarg-
ingarætlan fyri Smyril Line,
er tað ein partur av tiltakin-
um, at landsstýrið skal fáa
meirilutan í nevndini.
- Samstundis hoyra vit
fleiri og fleiri røddir, sum
mæla frá at einsklja fleiri
almennar ognir, tí royndir-
nar av tí eru ikki nakað ser-
ligar og serfrøðingur hevur
enntá staðiliga mælt frá at
einskilja Atlantsflog.
Stórt bakkast
Kristin Michelsen sigur, at
Suðuroyggin hevur verið
fyri nógvum bakkøstum.
- Fleiri fiskiskip eru løgd,
flakavinnan gongur strilti
og tað seinasta er, at Føroya
Banki hevur sagt fleiri
starvsfólkum í Suðuroy upp
í sambandi við umskipingar
á stovninum.
Samstundis hoyra vit ferð
eftir ferð politikarar tosa
um økismenning og um at
flyta førleikakrevjandi størv
út um landið.
Kristin Michelsen heldur,
at nú hava politikarar ein
gyltan møguleika at vísa
hetta í verki.
- Nú ætlanin er at bjarga
Smyril Line, hevur landskass-
in tryggja sær meirilutan í
nevndini, men tað er ein
spurningur um ikki landið
skuldi ogna sær meirilutan í
Smyril Line. Men undir øll-
um umstøðum fær landið
meirilutan í nevndini.
Samstarv við
Strandferðsluna
Kristin Michelsen heldur,
at ein partur av hesi almenni
bjargingarætlanini, eigur at
vera, at øll umsitingin hjá
Smyril Line verður flutt
suður til Suðuroyar.
- Í Suðuroy kann umsit-
ingin hjá Smyril Line verða
tengd tætt saman við umsit-
ingini hjá Strandferðsluni,
so at báðir stovnarnir kunnu
samstarva, um teir ikki vera
lagdur beinleiðis saman.
Borgarstjórin á Tvøroyri
heldur, at hetta hevði gjørt,
at vit fingu eina endaliga
loysn á trupulleikanum við
at finna avloysaraskipi til
Smyril, tá ið hann er í dokk.
- Men samstundis kunnu
Norrøna og Smyril sam-
starva, so at vit ikki missa
siglingina til okkara næsta
granna, Skotland burtur, tí
tað haldi eg er spell.
- Hetta er ein funnin
frensur at taka eitt stórt tak
fyri at menna eitt niðurpínt
øki í landinum og at skapa
fleiri nýggj arbeiðspláss í
Suðuroy.
Kristin Michelsen sigur,
at er sambandið út í heim
av so avgerandi týdningi, er
tað ein spurningur um ikki
landið átti at havt ræðið á
tí.
- Landið hevur framman-
undan ræðið á Atlantsflogi
og nú fær landið eisini ræðið
á Smyril Line og sostatt stýrir
landið bæði sjóvegis og loft-
vegis flutninginum. Tað er tí
laga manni at samskipa allan
flutning, so at hann er okkum
til best gagns.
Kristin Michelsen leggur
afturat, at við teirri tøkni,
sum er í dag, er ongin trup-
ulleiki at hava ein stovn,
sum hendan, uttanfyri Havn-
ina, tí nógv tað mesta sam-
skifti er kortini umvegis
telefon og teldu.
Formaðurin í Reið
arafelagum staðfestir,
at nú politikararnir
bjarga Norrønu und
an at fara á húsagang,
er tað sjálvsagt, at teir
eisini bjarga teimum
fiskiskipum, sum eru
á veg undir hamaran
Loftingar
poLitikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Sjálvandi vænta vit, at
kreppurakt fiskiskip fáa
somu sømdir frá tí almenna,
sum Smyril Line fær.
Tað staðfestir Viberg Sør-
ensen, formaður í Reiðara-
felagnum.
Hann sigur, at nú politik-
ararnir
veita
Norrønu
almennan stuðul fyri at
bjarga henni undan at fara
av knóranum, er tað sjálv-
sagt, at eisini kreppurakt
fiskiskip fáa somu sømdir.
Tað var í vár og í summar,
at oljan bleiv so dýr, at fiski-
flotin kom í eina rættiliga
kreppu, tí tey fiskaðu ikki
fyri rakstur.
Men tá vóru boðini frá
politiska myndugleikanum
púra greið og ikki til at mis-
skilja. Og tey boðini vóru,
at tað kom ikki upp á tal, at
veita fiskiflotanum stuðul
til at halda fram.
- Vit fingu púra greitt at
vita, at tað, sum ikki kann
standa, tað má falla.
Úrslitið av tí er, at nógv
skip liggja í løtuni, eins og
onnur eru farin í aðra vinnu,
eitt nú oljuvinnuna.
- Men tað eru eisini eini
átta skip, sum eru á veg undir
hamaran, sum støðan er nú.
Viberg Sørensen sigur, at
Reiðarafelagið royndi at
føra fram fyri politiska
myndugleikanum, at eitt
átak fyri at bjarga tí kreppu-
rakta fiskiflotanum, er sam-
stundis eitt átak fyri at bjarga
øllum landinum, tí tað er
fiskiflotin, sum er horna-
steinurin í okkara samfelag.
- Men tað var sum at sláa
í eina dýnu, tí støðan var, at
fiskiflotin mátti sigla sín
egna sjógv, staðfestir formað-
urin í Reiðarafelagnum.
Hann sigur, at nú hava vit
fingið eina aðra samgongu
og tað, at Norrøna nú verður
bjargað, kundi bent á, at polit-
iski hugburðurin er broyttur.
Hann sigur, at nú fer tíðin
at vísa, um landsstýrið eis-
ini er sinnað at bjarga fiski-
skipunum, sum eru á veg
undir hamaran.
- Tað taka vit sum ein sjálv-
sagdan lut, hóast ongin enn
hevur tikið tey upp á tung-
una, sjálvt um talan er um
hornasteinin í okkara samfel-
ag, sigur Viberg Sørensen.
Smyril Line flytast
til Suðuroyar
Fiskiskip vænta sær
eisini almennan stuðul
Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, ivast ikki í, at
nú landskassin bjargar Norrønu undan at fara á heysin, fara
teir eisini at bjarga teimum átta fiskiskipunum, ið eru á veg
undir hamaran beint nú
Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, sigur, at einasta
rætta er at flyta alla umsitingina hjá Smyril Line til Suðuroyar,
so at Smyril Line og Strandferðslan kunnu samstarva um
sigling innanlands og uttanlands