fríggjadagur 7. november 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 215 - 7. november 2008
tíðindi
Robottakapping
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tú stendur á gólvinum í ein
um
myrkum
rúmi
har
Frankenstein hevði kent seg
væl. Á gólvinum stendur
eisini eitt borð, ið hevði
verið sera hóskandi til at
gera eitt ódjór sum tað hjá
Frankenstein. Allar hugsan
irnar eru partvís rættar, tí
lív kann koma á borðið við
eini kontakt. Á borðinum
stendur ein robottur. Børn
hava bygt hann og tey eru
fyri stuttum farin heim.
Tá tú tendrar ljósið sært
tú, at hetta er eitt kjallara
rúm. Hann er undir skúla
num á Eiði, og tilevning
hevur hildið til har fyrr.
Men seinastu mánaðirnar er
rúmið nýtt at geva lív. At
geva robottinum lív, ið skal
til sína størstu avbjóðing í
morgin. Tó hevur robotturin
enn
nakrar
trupulleikar.
Hann dugir nevniliga ikki
ordiliga at venda, so tað
kann geva honum trupul
leikar til stóru avbjóðingina,
har hann skal loysa eina
rúgvu av uppgávum.
Genius Green Team
Sjeyndi flokkur á Eiði hev
ur
seinastu
mánaðirnar
arbeitt við FIRST LEGO
League. Flokkurin kallar
seg Genius Green Team og
níggju eru á liðnum. Fýra
dreingir og fimm gentur.
Sambært lærara teirra er
hetta ein strævin og sera
gevandi tilgongd.
Kapping
in hesa
ferð
Grundleggjandi í
FIRST LEGO League,
er at loysa nakrar
uppgávur við einum
LEGO robotti, sum
næmingarnir sjálvir
hava bygt, fingið at
stýra har hann skal og
loysa uppgávurnar.
Men tað fylgir eisini
ein onnur ástøðilig
uppgáva við. Hesaferð
er uppgávan um
veðurlag. Undanfarin
ár hevur tað millum
annað verið um
Suðurpólin, ferð til
Mars og orku.
Ástøðiliga uppgávan
er eisini býtt sundur.
Talan er um tríggjar
ymiskar partar. Fyrsti
parturin, er at finna
ein trupulleika í sínum
nærumhvørvið, har
veðurlags
broytingarnar hava
gjørt um seg.
Hetta skulu
liðini kanna
um tað eru
onnur støð í
heiminum, ið
hava sama
trupulleika.
Næsti parturin er at
finna eina nýskapandi
loysn, sum kann loysa
júst henda trupulleika.
Seinasti parturin er ein
framløga, har
næmingarnir sjálvir,
á ein so
áhugaverdan
hátt sum
gjørligt
skulu
greiða
frá
loysn
teirra.
Í
føroyska
umfarinum eru 13
dómarar. Har ímillum
eru til dømis, Helena
Dam á Neystabø, lands
stýriskvinna, Jóhan
Dahl, landsstýrismaður
og Kristian Davidsen,
stjóri í Føroya Tele.
Kappingin verður í
Klingruni hjá Føroyar
Tele í morgin og byrjar
klokkan 10.00.
Børn byggja Le
Genius Green Team, ið er liðnavnið hjá sjeyn
da flokki á Eiði, skal luttaka í FIRST LEGO
League. Tey hava góðar vónir til ástøðisligu
uppgávuna, meðan robotturin er teirra veika
øki. Lærarin metir tó, at hetta hevur verið ein
góð læra hjá børnunum
Robotturin hjá Genius
Green Team sær gott út,
men hevur trupulleikar
við stýringini
Tað skal nógv til at fáa eina flotta framløgu
Børnini hava gjørt ein sang til kappingina