fríggjadagur 7. november 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
sosialurin 7. november 2008
KOMMUNUVAL 08
Formaðurin í skúla
stýrinum á Toftum
metir ikki, at mann
skal venda aftur til
gomlu skipanina við
skúlaráðum, sum
Jógvan á Lakjuni
hevur róð framundir.
– Hjá okkum hevur
undirtøka verið alla
tíðina, og tað stórur
munur á at kolldøma
fullkomiliga og at
betra um tað, sum
er, sigur formaðurin
í skúlastýrinum á
Toftum
SkúlaStýriSval
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í seinasta Vikuskiftis Sosialinum
kom fram, at sera lítil undirtøka
hevur verið fyri at stilla upp til
skúlastýrisvalið. Á summum
uppstillingarfundum verið
næstan færri fundarfólk enn tað
skulu í skúlastýrið. Tað kom
eisini fram, at landsstýriskvinnan
í mentamálum, Helena Dam á
Neystabø, metir, at um undir
tøkan er so lítil, so má skipanin
takast av ella broytast grund
leggjandi. Eisini skeyt Helena
Dam á Neystabø upp, at ein
roynd kundi verið gjørd, har øll
sleppa at velja, men bert foreldur
hava valbæri.
Øllum hesum broytingum er
Jóhannus Danielsen, skúlastýris
formaður á Toftum, ósamdur við.
Tað kundi eisini verið, at hann
fyri sín skúla hevur grein í sínum
máli, tí har møttu 40 fólk upp til
uppstillingarfundin, og hóast
formaðurin er keddur av, at tað
ikki vóru fleiri, ið møttu, vóru
knapt 80 av 200 børnum
umboðaði. Tað er nógv størri
undirtøka enn í størru plássu
num, har útvarpið hjá Kring
varpinum kannaði undirtøkuna.
Ongin kunning
Formaðurin í skúlastýrinum
metir, at høvuðsorsøkin til vant
andi undirtøkuna til uppstillingar
fundirnar til skúlastýrini, er, at
mentamálaráðið síðani 2001, tá
nýggja skipanin kom, hevur gjørt
millum lítið og onki fyri at halda
skipanina viðlíka.
Tað virkaði sum, at menta
málaráðið síðani 2001 ongan
áhuga hevur havt at betra um
skúlastýrini. Undirtøkan hevur
verið minni enn ætlað alla tíðina,
men hevði mann blivið við at
viðlíkahildið skipanina, hugt at
grannalondunum, og síðani lært
av tí hini gera, so hevði støðan
heilt víst verið ein onnur, sigur
Jóhannus Danielsen. Hann leggur
afturat, at tað er ov galið, at
einasta fráboðanin frá Menta
málaráðnum, var ein lítil faldari,
ið varð sendur í húsini. Onkra
staðni hevur tað tó verðið
soleiðis, at faldarin bert er latin
næmingunum, sum tey skuldu
hava heim við.
Eg meti, at hevði mann
veruliga fingið upplýsing um,
hvussu mann kann gera seg
galdandi og fingið ávirkan, so
hevði munandi størri undirtøka
verið millum foreldrini, sigur
Jóhannus Danielsen, sum leggur
afturat, at Mentamálaráðið eisini
kundi stuðla felagsskapinum
Heim og skúli, ið hevur verið
virkin síðan 2006 eitt sindur
betur.
Áhugin fylgir
børnunum
Tá millum onnur Jógvan á Lakj
uni nevna, at mann skal venda
aftur til gomlu skipanina, har
onnur enn foreldur kunnu vera
limir í skúlaráðnum, sum tað tá
æt. Heldur Jóhannus Danielsen
vera burtur úr vón og viti.
Tað vísir seg sum áhugin
Á Toftum riggar sk
11 kvinnur
og 10 menn
stilla upp
UppStilling
Tíðindaskriv
Til Bygdaráðsvalið í Nes
Kommunu eru tveir listar.
Ein við 11 kvinnum og hin
við 10 monnum.
Tað verður nógv tosað um
at kvinnur vilja ikki stillað
upp til val, men tann
trupuleikan hava vit ikki í
Nes Kommunu, siga umboð
fyri Tofta Kvinnufelag.
11 kvinnur eru upp
stillaðar, og tær hava allar
játtað at koma á listan, har
listarnir ikki eru politiskir.
Mikukvøldið skipaði Tofta
Kvinnufelag fyri almennari
hugnaløtu í fundarhølinum
á Vesturskin, lýst varð við
sangi práti, og at kvinnuligi
valevnini vóru við.
Felagssagnur var, og
Maria og Ragnfríð úr Tofta
skúla spældu 4 løg uppá
tvørfloytu, meðan kvinn
urnar úr Nebo sungu fýra
fleirrøddaðar sangir. Hetta
settu sín dám á at fáa eitt
hugnaligt kvøld.
Høvið var eitt heilsa uppá
øll tey 11 kvinnuligi val
evnini, fleiri høvdu orðið, og
stemningurin var góður.
Allar eru tær spentar um,
hvørjar nú fara at vinna.
FELAGS ÁBYRGD OG
AVGERÐ er tað, hesar
kvinnurnar ynskja at
uppnáa, og tær hava sett sær
sum mál at arbeiða fyri:
•
Ábyrgdarfullum fíggjar
politikki
•
Aktivum heilsupolitikki
•
Betri umstøðum hjá
børnunum barnagarð
•
Betri frítíðar møgu
leikum hjá teimum ungu
ungdómshús
•
Betri trivnaði hjá teimum
eldru
•
Alternativum íbúðar
møguleikum
•
Framhaldani betri karm
um hjá vinnulívinum
•
Framhaldandi fríðkan og
verju av umhvørvinum
•
Menning av mentunar
lívinum