fríggjadagur 7. november 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 215 - 7. november 2008
17
tíðindi
- Vit komu rættiliga seint
í gongd, men børnini hava
verið ófør. Vit hava sæð, at
nógv av børnunum, ið ikki
vanliga klára seg so væl,
veruliga hava klára seg væl.
Kreativitetur og gott handa-
lag hava blomstrað, sigur
Beinta Jacobsen, ið er lærar-
in hjá flokkinum í samband
við FIRST LEGO League.
Ódnir
Evnið til ástøðiligu upp-
gávuna
er
veðurlags-
broytingar. Børnini á Eiði
hava valt evnið ódnir, og
arbeitt eitt sindur við teim-
um.
- Børnini hava funnið hag-
tøl fram, tosað við fólk um
jólaódnina og verið niðri á
Møl fyri at kanna hvussu
tað var, tá ódn var og vegur-
in yvir um Mølina fór. Eisi-
ni hava tey kannað yvirflóð-
ir og gjørt model av, hvat
hendir á Eiði, um tað skuldi
floymt inn av Mølini. Hetta
hava tey samanborið við
Danmark og meta loysnina
vera verjugarðar, greiðir
Beinta Jacobsen frá.
Koyri á
Seinasti parturin av kapp-
ingini er at gera eina fram-
løgu av arbeiðinum hjá lið-
num. Í hesum sambandi
hava børnini á Eiði verið úti
í Nólsoy, har tey hava spælt
eitt lag inn.
- Vit hava havt samband
við Terja Rasmussen, ið
hevur hjálpt okkum við
sanginum. Lagið er »Koyri,
koyri á«, sum er heitið á ein-
um EB/Streymssangi, men
orðini eru broytt, fortelur
Beinta Jacobsen.
Vilja vinna
Tað er onki dulsmál, at
eiðisbørn vilja vinna FIRST
LEGO League, men høvuðs-
orsøkin er hvørki heiður
ella æra.
- Eg hopi vit vinna, tí so
sleppa vit frá at hava vanliga
skúlagongd og skúlating,
hevur ein limur í Genius
Green Team nevniliga sagt.
So tað er líkt til, at børnini
hava sera stóran gleði av
kappingini.
So er bara at vón, at onki
Frankenstein ódjór verður
at síggja, tá stóra kappingin
byrjar í morgin.
ego robottar
FIRST
LEGO
League
Søgan hjá FLL
FIRST LEGO
League er ein kapping,
ið hevur sínar røtur í
USA, har fyrsta
kappingin eisini varð
hildin. Hetta var í
1999. Í 2000 var fyrsta
kappingin hildin í
Norðurlondum. Tá
luttóku 13 lið, og
síðani tá er kappingin
bara vaksin, og í ár eru
yvir 14.000 børn við
úr Norðurlondum.
Í nøkur hevur
kappingin verið í
Føroyum, og eitt lið á
Skála megnaði
einaferð at gerast
næstbesta liðið í
danska kongaríkinum,
har tey eisini avgjørdu
at fara í eina kapping í
USA.
Kappingin er ætlað,
sum ein partur av
menningini hjá
børnum í mun til tøkni.
Eisini skal kappingin
stimbra støddfrøðiliga
og nátturuvísindaliga
áhugan hjá børnum.
Nógvur stuðul
verður latin frá
fyritøkum, tí mett
verður at tað fara at
vanta fólk við
tøkniniligari vitan, og
hetta gevur sambært
børnum eina øðrvísi
skúlauppgávu, sum
hugtekur børnini nógv.
Munurin fyri og eftir yvirflóð frá Mølini á Eiði
Í Genius Green Team eru fýra dreingir og fimm gentur