Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. november 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 7. november 2008 17 KOMMUNUVAL 08 Á Toftum hava tey júst fingið ein nýggjan skúla, sum øll eru sera fegin um. Sambært fráfarandi skúla­ stýrisformanninum er ein av orsøkunum til tess, at allir við­ komandi partar hava havt møgu­ leika fyri at ávirka SkúlaStýriSval Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Fólk flest hava hoyrt um nýggja snotiliga skúlan á Toftum, og at fólk eru so nøgd við hann, hevur nakað við at gera, at skúlastýrið alla tíðina hevur havt fingurin á pulsinum í sambandi við skúlabyggingina. – Vit hava alla tíðina havt eitt sera gott samstarv við Nes komm­ unu. Vit hava síðani 2001 roynt at skunda undir hesa skúlabygg­ ingina, sum tvær ferðir fyrr er dottin niðurfyri. Kommunan og skúlastýrið hava eisini roynt at taka lærararnar uppá ráð alla tíðina, og úrslitið er ein skúli, sum flestøll eru sera glað fyri, greiðir Jóhannus Danielsen frá. Aktivera foreldrini Skúlastýrið á Toftum hevur, sum skilst, gjørt sera nógv, fyri at betra um sambandið millum skúla og heim. ­ Eitt tað týdningarmesta, er at foreldrini mugu vita, at skúlin er ikki ein institutión har mann setir børnini til ansingar. Tað er eitt stað har børnini skulu læra, og tað hugsanina megnar mann best at halda fast við, um foreldrini vita, hvat gongur fyri seg á skúlanum. Vit hava tí foreldra­ bólkar í øllum flokkum, har nøkur foreldur eru við. Har hava vit eisini gjørt »foreldrabankar«, har foreldrini leggja sítt navn til okkurt, har tey kunnu hjálpa til í skúlanum. Tað kundi til dømis verið fletting, at seta epli niður, at greiða frá onkrum í skúlanum ella bara at koyra, tá børnini skulu til okkurt tiltak. Tað er ein skipan vit hava verið sera fegin um, fortelur Jóhannus Danielsen. Sum er fullvísur í, at foreldrini mugu vera ein virkin partur av skúlanum. Fólk taka við Ofta er tað soleiðis í Føroyum, at tað eru nakrar fáar eldsálir, ið draga alt lessið í nøkur ár, og síðani brenna hesi fólkini út og fara frá. Tá verður tað ofta, at ongin tekur við, og tí dettur alt virksemi burtur, men soleiðis verður tað ikki á Toftum sambært Jóhannusi Danielsen, tí har eru fimm nýggj fólk og ein av teimum somu klár at taka við skúlastýrissessisinum. ­ Vit eru tvey, sum hava sitið síðan 2001, sum bæði hava tikið avgerð um at gevast. Hinvegin er ein, ið hevur hug at halda fram, og vit hava fingið fimm nýggj fólk á listan, so eg meti at áhugin er rímiliga stórur at sleppa at gera sína ávirkan galdandi inna Tofta skúla, greiðir fráfarandi skúlastýrisformaðurin frá. fylgir børnunum. Eg hevði ongan áhuga fyri skúlastýrinum áðrenn børnini byrjaðu í skúlanum, og tá míni børn skifta skúla, so flytur mín áhugi til tann skúlan. Tað eru eisini foreldrini, ið hava best møguleika at fylgja við og tí eru best egnaði at vera í skúla­ stýrinum. Eisini er tað soleiðis at onnur umboð, enn bert foreldur eru við, tí kommunan hevur tvey umboð og lærararnir hava eisini eitt umboð, greiðir Jóhannus Danielsen frá. Kann sýnast møtumikið Tað hevur fleiri ferðir verið frammi, at uppgávan at vera limur í skúlastýrinum er sera umfatandi, og tí setast nógv aftur, og hesum er Jóhannus Danielsen als ikki ósamdur við. ­ Tað vísir seg, at arbeiðsøkini hjá skúlastýrunum eru sera møtumikil. Mann klárar snøgt sagt ikki at gera alt, men mann kann koma langt, um mann velur sær nøkur burturúr, sigur formaðurin í skúlastýrinum á Toftum. Sum eisini heldur tað vera skeivt, at skúlastýrið skal vera við til at gera lestrarætlanirnar, tí tað er nakað námsfrøðin má taka sær av. Lítil valluttøka Jóhannus Danielsen greiðir frá, at tað alla tíðina hevur verið ov lítil valluttøka, men har hevur Mentamálaráðið gjørt eitt gott fyri, við at leggja skúlastýris­ valið saman við kommunu­ valinum, soleiðis at fólk ikki eru noydd at fara til ov nógv val. ­ Av tí at skúlastýrisvalið nú liggur saman við kommunu­ valinum, kann mann rokna við, at valluttøkan verður størri, metir Jóhannus Danielsen. kúlastýrið Fingið nógv burturúr Jóhannus Danielsen, formaður í skúlastýrinum í Tofta skúla, metir, at skúlastýrisskipanin er góð, men at hon má fylgjast upp Sambært skúlastýrisformanninum í Tofta skúla, er nýggi snotiligi skúlin eitt úrslit av samstarvinum millum kommunu, starvsfólk og skúlastýri