fríggjadagur 7. november 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 215 - 7. november 2008
tíðindi
- Tað stendur ógreitt
fyri okkum, hví lands-
stýrið hevur ta fatan,
at tað ikki kann latast
marknaðarkreftunum
at tryggja sjóvegis
ferðslu til og úr Før-
oyum, sum ber seg
fíggjarliga, sigur
Búskaparráðið
FERÐASAMBAND
leo@sosialurin.fo
Búskaparráðið hevur nú
gjørt sínar viðmerkingar til
ætlanina hjá landsstýrinum
at bjarga Smyril Line og
harvið
framvegis
hava
Norrönu siglandi.
Og tað er synd at siga, at
Búskaparráðið tekur undir
við ætlanunum. Og hóast
ráðið orðar seg hóvliga, so
stendur boðskapurin eftir
klokkuklárur.
- At landsstýrið soleiðis
fer uppí P/F Smyril Line,
sum rekur skip í kapping
við privat reiðarí, tykist
undranarvert, sigur Búskap-
arráðið í sínum viðmerking-
um.
Teir geva heldur ikki
nógv fyri grundgevingunum
hjá samgonguni um, at tal-
an er um eina lívsæðr til
útheimin, sum má bjargast.
- Tað er grund til at halda,
at aðrar handilsligar kreftir
fara at fylla tað tómrúm,
sum vildi staðist av, at P/F
Smyril Line hevði noyðst at
givist við Norrönu, sigur
Búskaparráðið.
Teir halda tað heldur ikki
vera rætt, tá landsstýrið
sigur, at eitt fíggjarligt
skrædl í P/F Smyril Line
hevur við sær, at eingi ferða-
fólk longur verða førd sjó-
vegis til Føroya, at tað gerst
endin á roll-on roll-off virk-
seminum fyri føroyingar,
og farmaflutningurin til og
úr Føroyum gerst ótryggur.
- Tað tykist annars, sum
at ein konkursrættarlig regu-
lering av felagsins viður-
skiftum hevði verið meiri
hóskilig at tikið framum
hetta, at endurreisa kapital-
grundarlagið við almennum
pengum, sigur Búskaparráð-
ið í sínum viðmerkingum.
Ráðið vísir eisini á, at tað
er ikki tørvur á almennum
kapitali til at halda eini
búskaparliga burardyggari
ferðslu gangandi.
Hóskiligari skip
Spurningur verður eisini
settur við, hví landsstýrið
tvíheldur um júst Norrönu.
- Er tað avgerandi fyri
landsstýrið at hava júst
Norrönu siglandi, hevði tað
helst verið bíligari at fingið
sær ræði á skipinum við at
ogna sær 1. veðrættarlánið
frá kreditorunum heldur
enn, sum nú, at veita felag-
num kapital, sum tryggjar
allar kreditorarnar hjá felag-
num móti tapi, sigur Bú-
skaparráðið.
Teir
seta
somuleiðis
spurnartekin við, um tað
loysir seg at reka flutnings-
vinnu við Norrönu yvir-
høvur.
- Eftir fimm árum við
støðugum halli fær tað ein
at spyrja seg sjálvan, um
tað yvirhøvur loysir seg at
reka
flutningsvinnu
við
“Norrönu” í Norðuratlants-
havi. Tað fær ein at halda,
at tað vildi verðið ein fyri-
munur, at sett annað hóski-
ligari skip í siglingina, og
tað heldur av handilsligum
íleggjarum enn av lands-
kassanum og almennum
grunnum, sigur Búskapar-
ráðið.
Landskassin
ábyrgdast
Ráðið vísir eisini á, at frem-
ur landsstýrið hesa ætlanina,
so er hon endalig.
- Við einum partameiriluta
saman við Framtaksgrunni-
num og við einum meiriluta
í nevndini er landsstýrið í
ferð við at yvirtaka ta óav-
markaðu ávirkanina – og ta
óavmarkaðu ábyrgdina í
reiðarínum
P/F
Smyril
Line, og har vendist ikki
aftur, sigur Búskaparráðið.
Teir vísa á, at tað er rætti-
liga vist, at landskassin
kemur at ábyrgjast fyri eitt-
hvørt tap hjá P/F Smyril
Line í framtíðini.
- Í Føroyum hava vit ring-
ar royndir av at lata lands-
kassan fara upp í vinnulívið
við peningi. Tí er tað ilt at
skilja, hví landsstýrið aftur
vil royna tað, sigur Búskap-
arráðið.
Teir enda við einum rætti-
ligum skoti eftir serliga báð-
um borgarligu flokkunum í
samgonguni.
- Tað stendur ógreitt fyri
okkum, hví landsstýrið hev-
ur ta fatan, at tað ikki kann
latast marknaðarkreftunum
at tryggja sjóvegis ferðslu
til og úr Føroyum, sum ber
seg fíggjarliga, sigur Bú-
skaparráðið at enda í sínum
viðmerkingum til ætlanina
hjá samgonguni at bjarga
Norrönu.
Burturvið
at bjarga
Norrönu
Tað sigur Magni
Laksáfoss, limur í
fíggjarnevndini, um
bjargingarætlanina
hjá samgonguni, og
hesin skal prógvast,
skal hann taka undir
við uppskotinum
FERÐASAMBAND
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað eru ikki allir samgongu-
limir, sum treytaleyst taka
undir við uppskotinum hjá
landsstýrinum um at veita
Smyril
Line
fíggjarliga
hjálp.
Magni Laksáfoss, fyrrver-
andi
fíggjarmálaráðharri,
krevur í hvussu er prógv
fyri, at bjargingin er vital
fyri samfelagið.
Hann dregur fram dømi
SEV.
- Stóð SEV í fíggjarligari
trongstøðu og ikki hevði
ráð at keypt olju, so mátti
landið traðka til, tí er eingin
streymur, steðgar landið
upp. Og má sannførast um,
at líknandi støða uppstendur,
um vit ikki bjarga Norrönu,
sigur Magni Laksáfoss.
Hann má tí spyrja seg
sjálvan,
um
Norröna
uppfyllir tær treytirnar.
Tá tað kemur til ferðafólk
hava vit jú Atlantic Airways,
og Ísland er tengt bert at
flogferðslu, ikki skipum.
So niðurstøðan hjá Magna
Laksáfoss er, at ferða-
ferðslan ikki líkur treytirnar
fyri at bjarga Norrönu, tí
fer hon, ivast hann ikki í, at
annað skip kemur í staðin
fyri.
Viðvíkjandi farmaflutn-
ingi sigur Magni Laksáfoss,
at tað framman undan eru
trý onnur feløg, sum røkja
farmaflutning til og úr
Føroyum. Og tá talan er um
ro-ro, er Norröna einasta
sambandið í so máta, sum
Ísland hevur.
Hinvegin vil Magni Laks-
áfoss hava greiði á, um
Norröna er vital fyri alivinn-
una.
- So fyribils er støðan
óbroytt, og fyrr enn hon
verður broytt, atkvøði eg
ikki fyri uppskotinum, sigur
Magni Laksáfoss.
Vitalitetur má
prógvast
Magni Laksáfoss lovar ikki at
taka undir við samgonguni.
Tað skal prógvast neyðugt fyri
samfelagið at bjarga Norrönu
Jørn Astrup Hansen,
formaður, og restin av
Búskaparráðnum heldur
lítið um ætlanirnar hjá
landsstýrinum, at bjarga
Norrönu