Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. november 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 - 7. november 2008 19 tíðindi Lekrar køkur, hugna­ ligt stokkaklirr og góð ráð frá stylisti settu dám á, tá meir enn 140 kvinnur hittust á bindikafé í Klaksvík í gjárkvøldið Hugni Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað minti mest um Føroya størsta bindiklubba, tá kvinnur úr øllum landinum høvdu leitað sær norð til Kaksvíkar á stóru bindikafé­ ina í gjárkvøldið, sum Norð­ oya Kunningarstova skipaði fyri. Onkrar høvdu nýtt høvi at savna vinkonurnar til eitt hugnakvøld, meðan aðrar høvdu skundað undir sín gamla bindiklubba og gjørt løtuna til ársins bindi­ klubbakvøld. Ikki eitt orð um kaloriur Hóast ongin treyt var at hava stokkar við, hoyrdist hugnalig stokkaklirr aftur­ við prátinum, meðan bíða var í spenningi eftir einum av hæddarpunktunum á kvøldinum. Mitt í rúminum stóð nevniliga eitt óvanliga leskiligt køkuborð, sum tað sømir seg einum røttum bindiklubba. Tað serliga við hesum køkuborðinum var tó, at allar køkurnar vóru eftir uppskriftum úr nýggju bókini Søtt og Leskiligt, sum Jóhanna á Tjaldrafløtti og Elisabeth Akursmørk júst hava givið út. Og með­ an Jóhanna á Tjaldrafløtti greiddi frá bókini og gav góð ráð um baking, stóu kvinnurnar í røð fyri at royna mongu og ymisku køkusløgini. Sjálvt um bøkurnar hjá Jóhonnu og Elisabeth higar­ til hava snúð seg um sunnan mat, minti Jóhanna á, at tað eisini skal vera pláss fyri løtum, har tú ikki hugsar um vekt og kaloriur. Skuldi onkur allíkavæl havt fingið ringa samvitsku, vóru góð ráð at heinta hjá lit­ og stíl ráðgevanum Lydiu Petersen, sum eisini var komin á bindikafé í gjár­ kvøldið. Hent stíltips Tað var hugaligt at hoyra Lydiu greiða sannførandi frá, at óneyðugt er at ganga og argast inn á síni tjúkku bein, lítlu bringu, stutta háls, breiðu lendar ella hvat vit nú ofta kundu ynskt okkum øðrvísi. Við røttum litum og sniðum ber til at fjala tað, vit helst ikki vilja vísa og framheva tað, vit eru errin av. Ikki minst áhugavert var tað at hoyra Lydiu greiða frá, hvat vit eiga at hugsa um, áðrenn vit velja eitt ávíst snið ella mynstur til bundnu troyggjuna. So sjálvt um eitt stórmynstrut beristykki kann vera sera vakurt, er tað ikki júst tað, tann herðabreiða kvinnan tekur seg best út í. Hinvegin eru raglantroyggjur sum gjørdar til hana, tí tær eru við til at smalka herðarnar. Og soleiðis helt Lydia á at geva góð og hent ráð, so tað neyvan mundi vera nøkur kvinna, sum ikki fekk okk­ urt gott tipsið við heim hetta kvøldið. Avslappandi hondarbeiði Tað var Meiken Steinberg, leiðari á Norðoya Kunningar­ stovu, sum saman við Lydiu Petersen, hevði fingið hug­ skotið til stóru bindikafé­ ina. Meiken Steinberg minti á, at í hesum stressaðu tíð­ um, eru tað nokk fá sum geva sær far um, at binding og hondarbeiði er nakað av tí mest avslappandi, tú kanst fara í holt við ­ Tað er, sum um allir fløktir tankar um arbeiði, og hvussu alt nú annars skal kunna hanga saman, hvørva, tá tú setur teg við stokkunum. Í staðin gleðir tú teg um at sita og skapa eitt plagg, og hugsar kanska um ein, tú ert góð, og og sum skal eiga plaggið, segði Meiken Steinberg. Hon fjaldi heldur ikki yvir, at hon var rættiliga err­ in av at verða ferðavinnu­ leiðari í einum býi, sum hevur ikki færri ein tveir handlar, sum veruliga hava gjørt tógv og binding til sítt serøki. ­ So eg skilji væl, hví kvinnur koma langvegis frá til Klaksvíkar at keypa tógv. Tað er neyvan ov nógv sagt, at Klaksvík er okkara hond­ arbeiðshøvuðsstaður, tí kvinnur her norðuri eru eisini tiltiknar fyri at gera bæði nógv og vakurt hond­ arbeiði, segði Meiken Stein­ berg. Undirtøkan til bindikafé­ ina gjørdist munandi størri, enn fyrireikararnir høvdu ímyndað sær. Tá 140 kvinn­ ur høvdu teknað seg til til­ takið, varð neyðugt at gera ein bíðilista, sum bara gjørdist longri og longri. Tí hevur Meiken Stein­ berg gjørt av at skipa fyri enn eini bindikafé í Klaks­ vík tann 20. november. Gloym alt um kaloriur eina løtu og fá tær íblástur úr løttu køkuuppskriftunum í nýggju bakibókini »Søtt & Leskiligt« KøKur Tær báðar Jóhanna á Tjaldrafløtti og Elisabeth Akursmørk, ið seinnu árini hava staðið aftanfyri met­ seljararnar Lætt & Leskiligt I og II, hava nú givið út nýggju kaku­ og dessertbók­ ina, Søtt & leskiligt við for­ vitnisligum og leskiligum uppskriftum. Eins og í hinum báðum bókunum, hava tær báðar lagt seg eftir at gera upp­ skriftir, sum eru lættar at fara undir, og úr tilfari, sum er lætt at fáa hendur á 84 uppskriftir Jóhanna á Tjaldrafløtti og Elisabeth Akursmørk, sum báðar hava holla útbúgving og royndir innan føðslu, vísa í bókini síni kynstur í søta lívinum við 84 søtum og leskiligum uppskriftum uppá m.a. bakstur við ger­ deiggi, smákøkum, skuffi­ køkum, rómakøkum, flógv­ um køkum og tertum, marsi­ pani og annað gott. Harum­ framt eru hugskot til høg­ tíðir, barnaføðingardagar, spennandi jólakonfekt og eisini uppskriftir upp á eitt nú cappuccino, ískaffi og væl smakkandi sjokukaffi. Har fyrru bøkurnar snúðu seg um heilsugóðan mat, sleppa vit nú í Søtt & leski­ ligt at njóta næstan uttan fyrilit. Tann søti bitin er partur av matmentanini hjá flestu fólkasløgum. Longu við móðurmjólkini fær menniskjan smakkin av tí søta, sum ímyndar tað trygga, góða og leskiliga. Tann søti bitin verður í okk­ ara mentan nýttur, tá ið há­ tíðarhald eru, men verður eisini í alt størri mun nýttur sum leskibiti til hugnaløtur saman við vinum og kenn­ ingum. Fyrimunurin við at gera sín egna leskibita er, at tú veitst akkurát, hvat tilfar er í, og hvussu hann er gjørdur og sostatt ikki nýtist at stúra fyri óhepnum tilsetingar­ evnum. -ave- Lætt, søtt og leskiligt 140 konur á bindikafé Hóast ongin treyt var at hava stokkar við, hoyrdist hugnalig stokkaklirr afturvið prátinum á bindikaféini Kvinnurnar lótu sær ikki siga tvær ferðir, tá tær fingu høvi at royna ymsu køkurnar úr nýggju køkubókini ”Søtt og leskiligt” Meir enn 140 konur úr øllum landinum høvdu leitað sær á bindikafé í Klaksvík í gjárkvøldið Tað skal eisini vera pláss fyri løtum, har vit ikki hugsa um vekt og kaloriur, segði Jóhanna á Tjaldrafløtti, tá hon greiddi frá nýggju køkubókini ”Søtt og Leskiligt”