fríggjadagur 7. november 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin 7. november 2008
19
KOMMUNUVAL 08
Tórshavnar kommuna
H a v n i n – a l t í ð e i n s e r l i g u p p l i v i n g
www.torshavn.fo
Eitt av mínum hjartamálum eru
tey eldru í okkara samfelag.
Sjálv havi eg eina mammu, sum
hevur fylt 88 ár, men hevur verið
vælsigna við góðari heilsu og
løttum lyndi. Og mítt hægsta
ynski er, at hon skal hava eitt
gott og virðiligt lívskvøld. Tað
sama ynski er fyri øll okkara
eldru í kommununi, sum hava
liva eitt langt lív við hørðum
arbeiði í mangan vánaligum
umnstøðum. Tey lærdu at spara
og ikki brúka meiri enn tey tjentu
og svara hvørjum sítt, at brúka
tað, tey høvdu og endurbrúka.
Sostatt hava tey lagt lunnar undir
eitt so ríkt vælferðarsamfelag,
sum vit hava í dag. Skylda vit
ikki teimum at gera teimum
lívskvøldið so gott sum
yvirhøvur gjørligt?
Enn er eldraøkið ikki vorðið
kommunalt. Hvat kunnu vit so
gera?
Kommunan hevur útbygt
tænastuna við røktar- og
ellisheimum og sambýlum,
dagtilhaldi og
heimavitjunartænastu, men tað er
ikki nær til nokk. Havi hoyrt um
dømi, har eldri, ja, rættiliga
gomul fólk hava fingið noktað
heimahjálp, hóast konan er
skurðviðgjørd og sostatt onki
kann gera og maðurin er yvir 90
og er heldur ikki førur fyri at
gera nakað. Og onnur líknandi
dømir!! At leggja alt yvir á
møgulig avvarðandi er burturvið
í dag, øll eru jú úti á
arbeiðsmarknaðinum fyri at fáa
endarnar at røkka saman.
Sjálvandi hjálpa tey tað, tey
kunna, men her eigur eisini
kommunan at koma meiri inn at
nøkta tørvin hjá hesum borgarum
sínum. Hesi hava hóast alt goldið
skatt alt sítt lív!!!!!!
Eg vil arbeiða fyri, at:
Heimarøktin verður víðka, so
ØLL, sum hava brúk fyri henni,
kunnu fáa hana, eisini um tað er
fyri eina tíð (um sjúka,
skurðviðgerð e.l. kemur inn).
Røktarheimið, sum ætlandi
skuldi koma yviri við Strond,
verður sett í gongd og onnur
røktarheim og sambýlir verða
sett á breddan. T.d. tá
studentaskúlin er fluttur út í
Marknagil, fáa økið uppi í
Hoydølum gjørt til ’eldraøkið’,
har tað kundi verið bygt
røktardeild og eldraíbúðir ella
vardar íbúðir
At eldraíbúðir í øllum førum
verður veruleiki í nærmastu
framtíð
Brúkaratænastur:
Fingið MBF bussin inn í
myndina, til, t.d. at koyra á
innkeyp við brúkarum, sum
ikki sjálvi klára at ganga langt
Teldutilboð, bæði úti í bólkum
og heima við hús
Skipaða vitjunartænastu
At gera arbeiðsmarknaðin
rúmligari, bæði hvat viðvíkur
fyritíðarpesionistum og
vanligum pensionistum,
so tey kunna vinna sær eitt
sindur eyka uttan at mótrokna
pensiónina
so tey kunna verða longur á
arbeiðsmarknaðinum,
møguligari við niðursettari tíð
Í øllum hesum er ógvuliga
týðandi, at vit hava eldraráðið
við, so vit best kunna nøkta tann
veruliga tørvin. Tað, sum vit ofta
hava uppliva, er, at samskifti
millum kommunu og borgaran
hevur verið ov vánaligt. Mong
hava uppliva at skriva inn
spurningar og umsóknir og ikki
fingið svar, men at avgerðir so
eru tiknar yvir høvdinum á
teimum, sum ikki altíð nøktar
teir veruligi tørvirnir. Nei, vit
mugu fáa samskifti uppá pláss og
lurta eftir, hvat viðkomandi
bólkur veruliga ynskir og tørvar
og leypandi samskifta báðar
vegir!
Set X við lista H
valevni Miðfloksins
Charlotta á
Váli olsen
Hava veitt brøðratjóðini,
sum teir kalla, eina hjálp
andi hond. Tann hjálpin
munar, sum ein dropi í
havinum, har tann hjálpin
hevði komið væl við her á
landi!
Ríkisveitingin var her
eisini oyramerkt, sum í
Grønlandi, áðrenn hon bleiv
koyrd í blokk, og síðani
hevur tað tátta í allastaðni.
Vit
føroyingar
serstøk
tjóð...
hildibjørt
Gulklett
Hvat við teimum eldru….?