Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. november 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 215 - 7. november 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Tjaldur hevur bitið fast frá sær, og um vikuskiftið skulu tær aftur til styrkisroynd. Hesa ferð í Vági Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyrstu umførini av Sunset- kappingini hava givið vænt- aðu myndina, har Stjørnan er lopin undan hinum. Fyri tað nógva hevur stílurin verið flúgvandi, men í Runavík seinastu vikuskiftið noyddist Stjørn- an veruliga at arbeiða yvir, fyri at halda Tjaldri frá sær. Júst Tjaldur hevur verið fríska íkastið til kappingina í vetur, og tær togast í løtuni við VB um rættin at seta seg á plássið undir Stjørn- uni. Sunnudagin er fyrsti fjórðingurin av kappingini lagdur aftur um bak, og skal metast eftir stigatalvuni, so er dysturin sunnudagin ein av avgjørdu lykladyst- unum, sum koma at viga heilt tungt, tá tað í vár skal gerast av, hvør fer saman við Stjørnuni í finaluna. VB hevur víst stóra styrki. Seinast við sann- førandi útisigri móti Neist- anum. Og á heimavølli eru tær vanliga sera tungar at syfta. Tjaldur hevur hin- vegin prógvað sínar ætlanir um at vera við í oddinum, og sunnudagin fæst at vita, hvussu langt ávegis tær eru komnar í sínum ætlanum um veruliga at vinna seg heilt fram í oddin. Í hinum báðum dystunum er talan um sera greiðar favorittar. Neistin spælir á útivølli móti StÍF, og har eru tær bláu greiðir favorittar. Og í Klaksvík verður talan um hálva sensatión, um Kyndil megnar at skapa bara nøkunlunda spenning um úrslitið móti Stjørnuni, sum altso hevur skúgvað alla mótstøðu til viks higartil. Formula-deildin er avgreidd Kappingarnevndin hjá FSF hevur nú gjørt av, at avblástu dystirnir frá 27. umfari í Formula- deildini enda 0-0 Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sambært kappingarreglun- um fyri fótbólt skulu dystir, sum verða blástir av vegna veður, takast uppaftur, tá høvi býðst. Hinvegin rúma reglurnar eisini møguleika at gera undantak frá hesum, og tað er hetta, sum Kappingar- nevndin hevur nýtt. Sveinur Tróndarson, for- maður í Kappingarnevndini hjá FSF, sigur, at teir fyrst av øllum valdu at kanna lóg- arverkið og at fáa feløgini at siga sína hugsan. - Feløgini hava øll við- mælt, at dystirnir ikki verða spældir lidnir. Í hagtølunum koma dystirnir at enda við 0-0 javnleiki, men tað verður týðiliga frámerkt, at dysturin varð avblástur vegna veður, sigur Sveinur Tróndarson. Teir tríggir dystirnir, sum vórðu avblástur, vóru EB/ Streymur-HB, ÍF-B71 og Víkingur-KÍ. Dystirnir, NSÍ-Skála og B36-B68, vórðu avgreiddir, og tá hesir báðir endaðu við heima- sigri, var seinasta restin av spenningi um heiðursmerki og europiska luttøku kortini avgreiddur. Sjálvur segði Sveinur Tróndarson alt fyri eitt, tá dysturin við Margáir millum EB/Streym og HB var av- blástur, at stóð tað til hans- ara, so var kappingin tá av. Hinvegin vildi Kapping- arnevndin ikki fremja av- gerðina í óðum verki. Eftir at løgfrøðiliga ráðgevingin hevði givið grønt ljós, varð farið til feløgini við fyri- spurningi, og hesum hava tey nú øll tikið undir við. Talan var um satt ódnarveður, tá seinasta umfarið av Formula- deildini skuldi spælast Mynd: Sofus D. Johannesen Lykladystur í Vági Tjaldur er í løtuni eitt stig aftan fyri VB. Sunnudagin bresta liðini saman í Vági, og tað líkist longu nú einum avgjørdum lykladysti