fríggjadagur 7. november 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
sosialurin 7. november 2008
KOMMUNUVAL 08
Borgarstjórin í
Sørvági, Jákup
Suni Lauritsen, er
klárur til ein túr
aftrat sum skipari á
kommunalpolitisku
skútuni Sørvágur. –
Hóast ógvuliga nógv
er komið av skafti,
stendur kommunan
kortini ikki í skuld,
sigur borgarstjórin
KOMMUNUVAL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað verða tríggir listar, sum
bjóða umboð fram til teir 7 sess
irnar í Sørvágs bygdaráð. Og á
einum av teimum listunum
stendur navnið Jákup Suni Laurit
sen, sitandi borgarstjóri. Hann er
nevniliga til reiðar at taka eitt
tørn aftrat í bygdaráðnum.
Men tað verður í Sørvági, tí
bygdin vil ikki leggja saman í
somu »øði«, sum Miðvágur og
Sandavágur gera tað.
– Eg sigi ikki, at vit ikki skulu
gera tað, eg sigi bara, at skjulu
vit gera tað, skulu vit gera tað
ordiligt. Vit skulu hava eina
greiða tilgongd, sigur Jákup Suni
Lauritsen.
Hann heldur eisini, at útmeld
ingarnar frá landsstýrinum eru
ógvuliga ógreiðar og mótsigandi.
– Teir siga seg vilja leggja økir
út á kommunurnar um tær leggja
saman. Og nú siga teir, at ein
nýggjur kommunureformur skal
koma í gildi 1. januar 2011, men
samstundis verður sagt, at teir
ikki vilja leggja kommunurnar
saman við lóg, sigur Jákup Suni
Lauritsen.
Men at Miðvágur og Sanda
vágur leggja saman skilir Jákup
Suni Lauritsen væl, tí tær hava
framman undan eitt so tætt sam
starv. Teir samstarva um bæði
skúla, brandlið, havnina og vatn.
– Tá mann hevur livað so
leingi saman er væl eisini tíð upp
á, at fáa pappír upp á hvønn
annan, sigur Jákup Suni Laurit
sen.
Flísar á gongu
breytunum
Tá prátið fellur inn á avriking
arnar í nú skjótt farna skeiði,
hevur borgarstjórin nógv at
greiða frá.
– Eg haldi, eg kann siga, at tað
er ómetaliga nógv hent í hesum
valskeiðinum. Eitt av tí fyrsta vit
fóru undir, var ein nýggj
egningarmiðstøð, sum veruliga
er eitt prýði á keiini. Eitt annað,
vit skjótt fingu gjørt, var at fáa
keypt nýggjan brandbil, nakað,
sum leingi hevði ligið á láni tá,
sigur Jákup Suni Lauritsen.
Eitt onnur stór verkætlan, sum
kortini fór í gongd undir undan
farna bygdaráði, er barnagarð
urin.
– Men hann var júst farin í
gongd, tá hetta bygdaráðið tók
yvir, so tað eru vit, sum hava
umsitið byggingina. Eitt annað
av tí fyrsta vit gjørdu, tá vit tóku
við, var at leggja nýtt graslíki á
fótbóltsvøllin í Sørvági. Í dag
spælir 07 Vestur sínar dystir í
Sørvági, sigur Jákup Suni Laurit
sen.
Borgarstjórin sigur, at bygda
ráðið hevur gjørt nógv fyri at
fríðka um í bygdini, og nevnir
millum annað, at 1000 trø eru
plantað.
– Vit hava eisini gjørt nógv við
at laða innara garðin á vegnum
fram við sjónum, og tað eru vit
omnir í helvt við. Og so tók
Tobbi einaferð skemtandi til, at
hann kendi bert tveir býir í
heiminum, har allar gongubreytir
vóru lagdar við flisum, og tað
var Monaco – og Sørvágur! sigur
Jákup Suni Lauritsen.
Fýra bygdir
Men Sørvágs kommuna er ikki
bara Sørvágur.
– Vit hava jú fingið bæði Bø,
Gásadal og Mykines upp í
kommununa, og tað vísir jú í
sjálvum sær, at vit ikki eru ímóti
samanlegging, sigur Jákup Suni
Lauritsen.
Og eisini tær tríggjar smærru
bygdirnar hava notið gott av at
koma undir størri veingir.
– Vit hava skapt grundarlag hjá
ungum fólki at seta búgv í
kommununi. Vit hava byggi
búnað 21 grundstykkir í Haga
gerði her í Sørvági, umframt 10 í
Billubønum. Eisini í smærru
bygdunum hava vit skapt møgu
leikar fyri at seta búgv, og vit
hava gjørt eitt veganet til sjey
grundstykkir í Bø og fimm í
Gásadali, sigur borgarstjórin.
Í Gásadali er eisini øll bygdin
asfalterað, og miðbygdin pyntað
og snøggað. Somuleiðis hava teir
laða garðar miðbygdini í Gása
dali, og tað sama eru teir byrjaðir
upp á í Bø.
Heldur ikki Mykines hevur
verið við sviðusoð.
– Vit hava gjørt reinsiverk til
Nógv er gjørt men naka
Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu
Sørvágur er nú vetrarfriðaður fyri
seyð, og her eru menn í holt við at
hegna bygdina inni