fríggjadagur 7. november 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 215 - 7. november 2008
Stutt Sagt
Vildu eiga
minniligt
blað
Sjáldan hevur eftirspurn
ingurin eftir amerikonsk
um dagbløðum verið so
stórur sum mikudagin, tí
nógvir amerikanarar vildu
fegnir ogna sær eitt eintak
av bløðunum, tí Barrack
Obama stóð á hvørjari for
síðu umframt nógvastaðni
inni í bløðunum.
Eitt nú skrivar tíðinda
stovan AP, at umleið 400
fólk stóðu í einari langari
røð uttan fyri høvuðsskriv
stovuna hjá Washington
PostMá þar nefna að 400
manns biðu í röð , tí fólk
vildu tryggja sær eitt ein
tak av mikudagsblaðnum,
sum var útselt í blaðsølu
num eftir einari løtu.
New York Times gjørdi
av at prenta 35 prosent
fleiri eintøk av mikudags
blaðnum,
men
kortini
noyddist prentsmiðjan at
prenta 75.000 eintøk aft
urat, tá saman um kom. Í
Chicago, sum er heimbýur
hjá Barrack Obama, varð
blaðið The Chicago Sun
Times útselt, so prent
smiðjan mátti prenta eitt
upplag afturat.
Sjónvarpið CNN upp
lýsti, at umleið 30 milli
ónir fólk høvdu vitjað
heimasíðuna hjá felagnum
valdagin, og tað er met.
Gamal
hermaður
deyður
Nú um dagarnar doyði
bretin Maurice Lucas 108
ára gamal sum ein av teim
um seinastu, sum var her
maður í fyrra heimsbar
daga.
Maurice Lucas, sum var
føddur í enska býnum Lei
cester tann 21. september
í 1900, var bara 17 ára
gamal, tá hann bleiv boð
sendur at gera tænastu í
bretska herinum í fyrra
heimsbardaga. Tað var í
1918 ella sama árið, sum
kríggið endaði, og Mau
rice Lucas var ongantíð í
veruligum bardaga undir
krígnum.
Hann bleiv eisini kallað
ur inn í bretska herin und
ir seinna heimsbardaga,
men orsakað av heilsu
ávum bleiv hann frítikin
fyri hertænastu í 1941,
áðrenn hann yvirhøvur
kom í bardaga. Tískil var
hann innkallaður í báðum
heimsbardøgunum uttan
at vera í bardaga.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
– Obama hevur alt, sum er neyðugt, fyri at tað
skal bera til at gera ein rossahandil við hann
(Silvio Berlusconi)
útlond
Avgerðin hjá Barrack
Obama at tilnevna
Rahm Rmanuel
umsitingarleiðara í
Hvítu Húsunum fekk
góða móttøku í Ísrael,
men arabar halda lítið
um tað valið
Ísraelska
blaðið
Maariv
duldi ikki fyri, hvat blaðið
helt um mannin, sum verður
høgra hond hjá nýggja
forsetanum.
– Rahm Emanuel er okk
ara maður í Hvítu Húsunum,
skrivaði blaðið. Sum leiðari
fyri umsitingini fær hann
ikki beinleiðis uttanríkis
politiska ávirkan, men hans
ara góða samband við Ísrael
hevur elvt til stúran millum
palestinar, skrivar AP.
Rahm Emanuel, sum ber
orð fyri at vera avgjørdur
og hvassorðaður og hevur
fingið eyknevnið ”Rham
bo”, er sonur ein jødiskan
lækna, sum var limur í jød
iska undirgrundarfelagsska
pinum Ingun í 1930 og
1940árunum. Felagsskap
urin bardist fyri einum so
kallaðum
StórÍsrael
og
skipaði fyri fleiri atsóknum
at palestinskum og bretskum
málum í Palestina.
Rahm Emanuel er bæði
amerikanskur og ísraelskur
ríkisborgari, og hann hevur
ongantíð dult fyri, at hann
kennir
seg
knýttan
at
Ísrael.
Tað sigur seg sjálvt, at
hann fer at royna at ávirka
forsetan til at reka ein
vinarligan politikk mótvegis
Ísrael, sigur pápi Rahm
Emanuel við Maariv.
Hinvegin skrivar tíðinda
tænastan Electronic Inti
fada, sum stuðlar palestinsk
um sjónarmiðum, at avgerð
in hjá Obama at velja sær
Rahm Emanuel til umsit
ingarleiðara man vera eitt
vónbrot fyri tey, sum høvdu
vónað, at tann komandi for
setin fór at víkja frá tí
Ísraelvinarliga
politikki
num hjá Bushstjórnini.
Í USA verður framvegis
dúgliga gitt, hvør skal
mynda
stjórnina
hjká
Barrack Obama. Nøvn sum
John Kerry, Al Gore og
Colin Powell eru ofta at
hoyra, og summi vilja eisini
vera við, at Hillary Clinton
kann enda sum heilsumála
ráðharri.
Eitt kent eftirnavn, sum
spøkir í fleiri fjølmiðlum,
er Kennedy. Summir eyg
leiðarar halda, at Barrack
Obama kann senda boð
eftir Robert F. Kennedy Jr.
og bjóða honum starvið
sum
umhvørvismálaráð
harri.
Systkinabarn
hansara
Caroline Kennedy verður
eisini umrødd í fjølmiðlu
num, tí fleiri halda, at hon
kanska verður amerikanskur
STsendiharri.
Fyrrverandi guver
nørurin í New York
verður ikki ákærdur
fyri at hava keypt
sær tænastur frá
skøkjum
Ákæruvaldið í New York
hevur gjørt av at sleppa
skuldsetingini ímóti fyrr
verandi
guvernørinum
Eliot Spitzer, sum fyrr í
ár bleiv skuldsettur fyri
at hava keypt sær tænast
ur frá skøkjum fyri
almennar pengar.
Ákærin
Michael
Garcia sigur, at ákæru
valdið hevur ikki funnið
nakað prógv fyri, at
guvernørurin
rindaði
við almennum pengum,
og tí hevur málið ikki al
mennan áhuga, sigur
hann við AFP.
Eliot Spitzer noyddist
frá sum guvernørur í
New York, tá blaðið New
York Times avdúkaði, at
hann reguliga keypti sær
tænastur frá skøkjum í
býnum. Hevði hann kom
ið fyri rættin og fingið
dóm, kundi hann fingið
upp í fimm ára fongsul.
Íslendski tjóðbankin
roknar við, at
húsavirðið í Íslandi
kann fella meiri enn
40 prosent trý tey
næstu árini
Heldur metingin hjá bank
anum, merkir tað, at í 2011
verður húsavirðið í Íslandi
bara helmingin av tí, sum
tað var í 2007, tá tað var
upp á tað mesta, skrivar
Morgunblaðið. Fallið er
størri,
enn
tjóðbamnkin
upprunaliga hevði roknað
við, men trong fíggjarlig
kor hjá fólki og fráflyting
trýsta virðið longri niður
enn upprunaliga mett.
Tjóðbankin væntar, at
privata
nýtslan
verður
umleið 7,5 prosent minni í
ár enn í fjør, at at minkingin
verður heili 25 prosent
næsta ár. Seint í 2010 fer at
ganga hinvegin, og meting
bankans er, at tann privata
nýtslan fer at økjast 10
prosent í 2011, og at økingin
verður uppaftur størri í
2012.
Skuldin hjá teimum ís
lendsku
húsarhaldunum
veksur eisini. Tann 30. juni
í ár var hon 3.770 milliardir
íslendskar krónur, og tað
var 200 milliardir meiri enn
seinasta ársskiftið, sigur
tjóðbankin.
»Rahmbo« verður høgra
hond hjá Obama
Sleppur undan
ákæru
Eliot Spitzer og konan Silda á
tíðindafundinum, tá hann viðgekk
at hava vitjað skøkjur regluliga
(Mynd: AFP)
Tann 48 ára gamli Rahm
Emanuel bleiv afturvaldur
í Umboðsmannatingið
týsdagin, men skal nú í
Hvítu Húsini ístaðin fyri
(Mynd: Polfoto)
Robert F.
Kennedy kann
blíva ráðharri
40 ár eftir, at
pápi hansara
bleiv myrdur í
valstríðnum í
1968 (Mynd: AP)
Húsavirðið í Íslandi kann
fella 40 prosent