Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. november 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 7. november 2008 21 KOMMUNUVAL 08 að er eftir vatnið í oynni, og vit hava sett gøtulyktir upp. Hartil hava vit fingið pengar úr útoyggjagrunn­ inum til Mykines. Talan er um 25.000 krónur til felagshúsið Súlan. Somuleiðis 25.000 til rennistrong oman á keiina, og frá sama grunni fáa vit 200.000 krónur til ábøtur á havnalagið, sigur Jákup Suni Lauritsen. At enda hevur bygdaráðið játtað 300.000 krónur til ein alternativan tylupall, tí við ver­ andi palli fær tyrlan ikki lent á ávísum ættum, bara vindferðin fer upp um 10 m/s. Nýggjan Musikkskúla Ein trupulleiki hjá bygdini hevur verið, at vatnforsýningin hevur ikki verið nøktandi, og um sumrarnar hevur bygdaráðið verið noytt at brúka einar 400.000 krónur um árið at koyra vatn úr Sørvágsvatni til vatn­ brunnin. – Men nú hava vit fingið lagt vatnleiðing heilt niðan á vatnið, so nú kunnu vit bara pumpa úr vatninum gjøgnum eitt reinsi­ verk, sigur Jákup Suni Lauritsen. Hann sigur eisini, at síðani Landsverk gavst við at spreingja í Vágum, máttu fólk í Hundsara­ botn at heinta tilfar, men bygda­ ráðið gjørdi eina avtalu við ein entreprenør um at spreingja við havnalagið, so nú kunnu fólk fáa sítt tilfar har fyri sama prís, og sleppa undan at koyra heilt suður í Hundsarabotn. – Vit hava eisini hugsað um vinnulívið. Fyri umleið 25 árum síðani varð eitt øki við flogvøllin innlagt sum ídnaðarøki, og í fjør fóru vit so undir at byggibúna tað. Í dag standa tvey virkir á økinum, sigur borgarstjórin. Ein av stóru verkætlanunum, sum bygdaráðið nú er í holt við, er, at ein nýggjur musikkskúli við tíðini skal gerast ein mentanardepil í Sørvági. Hetta er ein rættiliga stór verkætlan, sum fer at kosta millum 18 og 20 milliónir krónur, tá hon er liðug. Hetta skal verða ein veruligur mentanardepil við bókasavni, matarhøll og auditorium, sigur borgarstjórin í Sørvágs komm­ unu. Ljós framtíð Kommunan hevur sum skilst brúkt eina rúgvu av pengum hetta valskeiðið, men hevur eisini fingið eina rúgvu av skafti hesa tíðina. Og tað er eisini ein grund til, at kommunan kann hava gjørt alt hetta, og framvegis standa skuldarfrí, og tað eru tær 40 milliónirnar, sum fullu í kommunukassan, tá Vesturvón varð seld. – Fólk hava hug at siga, at hetta er einasta grundin til, at vit hava kunna gjørt nakað í valskeiðinum, men vit skulu minnast til, at skattainntøkurnar hjá Sørvágs kommunu liggja millum 27 og 30 milliónir krónur um árið, og tað er í fýra ár nakað væl meiri enn tær 40 milliónirnar, sum Vesturvón gav, vísir Jákup Suni Lauritsen á. Góða gongdin hjá kommunnuni sæst eisini aftur í vaksandi fólkatalinum, sum fyri fyrstu ferð í mong ár er omanfyri íbúgvaratalið í Miðvági. Og ein stórur viðspælari í so máta er Vágatunnilin. – Hann hevur avgjørt stóran týdning, tí nú kunnu tey ungu ferðast millum Vágar og Havnina, og tað merkir, at tey verða verandi og ikki rýma. Tunnilin hevur eisini stóran týdning fyri ítróttin her vesturi, sum er væl við heilt frammi, sigur Jákup Suni Lauritsen. Hann heldur, at útlitini fyri komandi valskeið eru góð. – Vit eru jú í tí hepnu støðu, at leingjan av flogvøllinum er samtykt, og hetta kemur okkum til góða, tí tað fer fram í okkara kommunu. Hetta merkir eina íløgu upp á 365 milliónir krónur, og tað fer avgjørt at kasta arbeiði av sær. Tað kann væl vera, at byggivinnan fer at merkja eina niðurgongd, men kommunan ætlar sær í hvussu er at fremja tær verkætlanir, sum eru projekteraðar, sigur Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu. Sørvágs kommuna hevur stórar ætlanir við Musikkskúlanum, sum við tíðini skal gerast ein mentanarmiðdepil Her verður nýggja reinsiverkið til vatnið í Mykinesi sett til