fríggjadagur 7. november 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 215 - 7. november 2008
37
lýsingar
framburður, menning og trivnaður
við skilagóðari fíggjarstýring!
Súni í Hjøllum: Hesum vil virka fyri:
• Skilagóðari fíggjarstýring, so skattatrýstið ikki
hækkar
• Einari kommunu fyri allar borgarar
• Viðlíkahalda og fremja neyðugar íløgur í vegakervið
• Áhaldandi at skapa góðar karmar fyri vinnulívið
• Bygging av barnagarði
• Áhaldandi virka fyri, at skúlin, frítíðarskúlin og
barnaansingin hava góðar arbeiðsumstður
• Áhaldandi nøkta grundstykkjatørvin
• Skapa karmar fyri eldraíbúðum eftir miðvísari
ætlan norðan fyri Vesturskin
• Menna og fremja eina enn betri eldrarøkt
• Skapa møguleikar fyri alternativari íbúðarbygging
• Áhaldandi menna eina miðvísa fríkan av
kommununi
• Stuðla og menna alt ítróttarvirksemið í
kommununi
• Áhaldandi menna og stuðla øllum frítíðarvirksemi
fyri ung sum eldri
• Stuðla ungdóminum við einum ungdómshúsi
• Stuðla Fornminnisfelagnum og øðrum
felagskapum, sum arbeiða við mentanarligum
virksemi
• Fremja ein góðan starvsfólkapolitikk og góðar
umstøður fyri øll starvsfólk, sum arbeiða hjá
kommuni
Farmburður, menning og trivnaður við
skilagóðari fíggjarstýring
Skal ein kommuna mennast, so eru
nakrar sera umráðandi fyritreytir, sum
mugu vera í lagi:
• Arbeiðspláss
• Skúli
• Barnaansing
• Bústaðarmøguleikar
• Frítíðar- og ítróttarvirksemi
• Eldrarøkt
• Skilagóð fíggjarstýring
Enn einaferð kunnu vit við gleði ásanna,
at seinastu fýra árini hava okkara
dúgligu og virknu borgarar – bæði á
sjógvi og landi – skapt so stórar inntøkur
sum ongantíð áður. Hetta hevur gjørt
tað møguligt at gera sera stórar og
neyðugar íløgur í okkara kommunu,
íløgur, sum á ymsan hátt gagna bæði
vinnulívi og øllum borgarum, yngri sum
eldri.
Samstundis sum vit eiga at vera sera
takksom fyri øll framstig, sum eru gjørd,
so mugu vit ásanna, at sera spennandi
avbjóðingar liggja fyri framman.
Skálafjarðartunnilin er av álvara komin í
ljósmála, og fer hendan verkætlanin at
seta okkara kommunu - Nes kommunu
- á Føroyakortið sum ongantíð áður.
Bygdaráðsvalið í Nes kommunu
týsdagin 11. nov. 2008
Við skilagóðari fíggjarstýring er eingin
ivi um, at okkara kommuna kann
mennast munandi meira tey komandi
árini.
Góðu borgarar! Eg havi sera stóran
áhuga fyri at vera við til at menna og
útbyggja okkara kommunu til gagns
fyri okkara íbúgvar á Nesi, Toftum og
Saltnesi.
Samstundis sum eg takki fyri álit
og stuðul tykkara á undanfarna
bygdaráðsvali, loyvi eg mær enn
einaferð at bjóða meg fram sum
valevni týsdagin 11. november!
Tín atkvøða = mín stuðul!
Súni í Hjøllum
Tlf. 448400
suni@ffs.fo