Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-07, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. november 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 215 - 7. november 2008 lýsingar Epileptikarafelag Føroya Aðalfundurin 2008 verður hildin í MBF-húsinum, Íslandsvegur 10c, Tórshavn. Týsdagin, 2. desember 2008 Kl. 19.00 Skrá sambært lógum felagsins. Jóhanna Andreasen, menningarsjúkrarøktarfrøð- ingur á Psykiatriska deplinum, kemur at tosa um mentalar forðingar. Kaffi og rísalamand verður eftir fundin. Nevndin Spildurnýggjur bilur til sølu – við stórum avsláttri Ein spildurnýggjur reyður Ford Fiesta 1.4 Duratec 16V (5 hurðar) til sølu við stórum avsláttri. Bilurin er frá oktober 2008 og hevur koyrt 22 km. Nýprísur: kr. 170.000,- Áhugað kunnu ringja á telefon: 315018 ella 515018 Býráðsskrivari Søkt verður eftir býráðsskrivara at byrja 1. januar 2009. Høvuðsarbeiðsuppgávur: • Vara av fakligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu stýringini í Tvøroyrar kommunu • Planleggja, raðfesta og samskipa • Tryggja dagligu arbeiðsgongdirnar • Tryggja eitt gott samskifti við borgarar og viðskiftafólk • Ansa eftir, at fíggjarætlanin verður hildin • Ansa eftir at lógir, reglugerðir og samtyktir verða fylgdar • Skipa fyri fundum • Aðrar uppgávur í fyrisitingini Førleikakrøv: Útbúgving: • Relevanta útbúgving, hægri útbúgving, útbúgving innan skrivstovuøkið ella líknandi førleika EDV: Kunnleiki til m.a. hesi forrit: • Journalskipan • Tekstviðgerð • Rokniark • Kalendara- og t-postskipan Royndir: Ynskiligt er at viðkomandi hevur royndir innan almenna fyrisiting og innan leiðslu. Annað: Viðkomandi, ið settur verður, hevur tagnarskyldu viðvíkjandi viðurskiftum, ið kunnleiki fæst til gjøgnum starvið, eisini aftaná, at viðkomandi er farin úr starvi. Persónligir eginleikar: Skal m.a.: • Vera málsøkjandi og framsøkin • Hava bæði fak- og menniskjaligar góðar eginleikar • Kunna virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og eggja teimum at menna tænastustøðið • Vera trúgv/ur móti tiknum avgerðum • Hava virðing, fatan fyri og vilja til at samstarva við ta politisku skipanina Løn: Starvið verður lønt samb. sáttmála við avvarandi yrkisfelag. Umsóknarfreist: Umsóknir v.m. skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. des. 2008 kl. 15.00. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristin Michelsen, borgarstjóra á tlf. 37 10 85 ella tlf. 22 11 91. Umsókn skal sendast til: Tvøroyrar kommunu Tvørávegur 37 800 Tvøroyri T V Ø R O Y R A R K O M M U N A TØKK Øllum tykkum sum vóru við til at hátíðarhalda 100 ára dagin hjá kirkju okkara takka vit hjartaliga. Stóra tøkk fyri blómur og gávur bæði frá nevndum og ónevndum gevarum. Ein serlig tøkk til Jógvan Fríðriksson, bisp og til prestarnar Símun Jacobsen, Jónsvein Bech og Elsu Funding. Kirkjuráðið í Sandvík Biologassistentur Søkt verður eftir biologassistenti til fiskideildina á Fiskirannsóknarstovuni. Høvuðsuppgávurnar á fiskideildini eru at gera rannsóknir og savna inn tilfar (lívfrøði, veiða, roynd v.m.), soleiðis at stovnurin verður førur fyri at meta um tilfeingið í sjónum og við støði í hesum metingum at ráðgeva um skilagóða troytan av hesum tilfeingi. Arbeiðið sum biologassistentur er m.a. prøva- taking á landi og sjógvi og praktiskar fiskiroyndir, herundir sigling við Magnusi Heinasyni og leigaðum førum, telduføring og rættlestur av úrslitum v.m. Hóskandi er, at umsøkjarar hava útbúgving frá fiskivinnuskúla, navigasjónsskúla ella líknandi. Royndir innan fiskivinnuna hava týdning. Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. Um- sóknarfreistin er 1. desember 2008. Umsóknir við prógvum, yrkisgongd (curriculum vitae), viðmælum o.ø. skulu sendast til Fiskirann- sóknarstovuna, Postrúm 3051, Nóatún 1, FO 110 Tórshavn. Starvið verður sett skjótast til ber. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Fiskirannsóknarstovuna á tlf. +298 353900. Nóatún · Boks 3051 · FO-110 Tórshavn Val av foreldraumboðum í Gøtu skúlastýri Val til Gøtu skúlastýri verður í Gøtu skúla hin 11. november 2008. Inngongdin er hin sama sum til bygdaráðsvalið. Atkvøðutíðin verður kl. 10 00 – kl. 20 00. Valevnini eru hesi (skipað í stavrøð eftir eftirnavni): Eli Eiriksson Norðragøtu Rønn Eliasen Syðrugøtu Niels Gregersen Norðragøtu Oluffa Hammer Norðragøtu Oluffa á Høvdanum Syðrugøtu Joan Jacobsen Norðragøtu Tórolvur Jacobsen Norðragøtu Janus Joensen Norðragøtu Anni Olsen Syðrugøtu Helen Pállson Norðragøtu Katrin Petersen Syðrugøtu Heidi I. Tvørfoss Norðragøtu Marni Tyril Norðragøtu Valnevndin fyri skúlastýrisvalið í Gøtu skúla Gøtu skúli við Gjónna 4 · Postrúm 24 · 511 Gøtugjógv Tlf. 441059 / 771019 · Fax 441595 skurin@post.olivant.fo · www.skulin.fo/got