Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 216 - 10. november 2008 Ein ungur bilførari skal nú í fongsul fyri at hava sett fleiri mannalív í vága SkilaleyS koyring Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ein ungur bilførari skal nú í fongsul í 40 dagar fyri at hava sett fleiri mannalív í Vága. Tað er greitt, eftir at dómarin í Føroya Rætti á miðdegi í dag segði sína hugsan um ein ungan mann, sum varð ákærdur fyri púra skilaleysa koyring í Klaksvík eitt hásummar­ kvøld í 2007. Hann var ákærdur fyri at hava sett fleiri mannalív í vága, tá ið hann eitt augustkvøld í 2007 kom koyrandi við øgiligari fer eftir tunnilsvegnum frá tunlinum til Árnafjarðar, inn ímóti Klaksvík. Ákærin sigur, at hann koyrdi heili ørandi 220 – 24o kilometrar um tíman, tá ið hann brádliga fekk samband við fleiri aðrar bilar, sum vóru á vegnum. Tað endaði við, at bilførarin misti tamarhaldið á bilinum og fleyg ígjøgnum luftina, upp um ein mótkoyrandi bil, skreiddi síðani á takinum eitt fitt petti eftir vegnum áðrenn hann steðgaði. Einir fýra aðrir bilar staddir á strekkinum, bæði bilar, sum skuldu sama veg og mótkoyrandi bilar og teir mátti skákkoyra eftir vegnum fyri at sleppa undan tí garvilla bilførar­ arum. Í teimum bilunum vóru eini átta fólk og í tí eina bilinum var ein einsamøll mamma við tveimum, ella trimum smábørnum. Lukkutíð meiðslaði ongin seg í óhappinum, heldur ikki teir báðir ungu menni­ nir í bilinum, sum var atvoldin til óhappið. Men vitni hava greitt rættinum frá, at tey ivaðust ikki í, at teirra síðsta stund var komin og at hetta var tað ógvusligasta, tey høvdu verið úti fyri. Og maðurin er ákærdur fyri at hava sett lívið á øllum hesum fólkum í Vanda. Ikki minni enn 40 dagar Àkærin helt, at hetta var so ógvuslig og skilaleys koyring, at maðurin eigur at verða dømdur at sita í 40 dagar. Harafturat kravdi ákærin, at fær 8000­10.000 krónur í bót og missur koyrikortið í hálvtannað ár. Ákærin helt, at hetta var so álvarsligt, at minni kundi tað ikki verða. Verjin hjá manninum helt ikki, at hóast hann uttan iva hevði koyrt nakað skjótt, var tað ikki upp á nakran máta prógvað, at hann hevði koyrt so vitleyst, sum ákærin vildi vera við og tí helt hann, at fongsulsrevsing kundi ikki koma upp á tal og hann helt heldur ikki, at hann kundi missa koyrikortið í meiri enn eitt hálvt ár. Hann helt, at samanumtikið var talan um eina røð av óhepnum umstøðum, tí høvdu hinir bilarnir ikki verið á vegnum, hevði helst onki óhapp hent. Men dómarin tók undir við ákæranum og í dag varð maðurin dømdur at sita í 40 dagar, umframt at hann varð dømdur at betala 8000 krónur í bót. Somuleiðis missur hann koyrikortið í hálvtannað ár at rokna frá tí augustdegi í 2007, tá ið óhappið hendi, tí løgreglan tók koyrikortið frá honum á staðnum. K R E A Vit vænta, at viðkomandi, ið verður settur, er førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og í tøtt- um samstarvi við bæði vaksin og ung, og er opin fyri nýggj- um avbjóðingum. Tann, ið settur verður, skal hava viðkomandi útbúgving/ royndir og tað er ein fyrimunur at viðkomandi hevur koyrikort. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmála- ráðið og avvarðandi fakfelag. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at seta seg í samband við virkandi leiðaran Janu Egholm á telefon 215031. Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til Almannastovuna, Smyrilsvegur 20, Postboks 3096, 110 Tórshavn, í seinasta lagi mikudagin 17. november 2008, kl. 12. Slóðin er bústovnur undir landinum fyri ung við serligum tørvi. Økið er undir endur- skoðan og tí skal viðkomandi ið settur verður tola broytingar í starvinum. STARVSFÓLK TIL SLÓÐINA almannastovan@almannastovan.fo . www.almannastovan.fo 40 dagar í fongsul fyri at seta mannalív í vanda Tað var í hesum serbygda Subaru Impreza bilinum, sum ein blaðungur bilførari er dømdur fyri at koyra púra svakt í og at seta fleiri mannalív í vanda. Hóast bilurin er styrktur til at tola harðan stoyt, varð hann vrak eftir tað sjáldsama ógvusliga ferðsluóhappið