mánadagur 10. november 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 216 - 10. november 2008
Verða nóg nógvar
kvinnur valdar í
bý- bygdaráðini í
Suðuroy í morgin, er
góður gróðrarbotnur
fyri kommunusaman-
legging, og tað skal
vera sum skjótast.
Hetta var boðskap-
urin á almennari
valcafé, har kvinnulig
valevni frá allari
oynni søgdu sína
hugsan
Kommunustýri
Anna Mortensen
annapau@post.olivant.fo
Myndir: Talgilt
Til stemningsfullu tónarnar
frá Eyðun Nólsøe, sessaðust
eini 60 fólk á Seglloftinum
á
Tvøroyri
at
hoyra
kvinnuligu valevnini í oynni
siga
sína
hugsan
um
kommunusamanlegging.
Hetta var høvuðsevnið á
hesi valcafé, sum kvinnu
felagið Valkyrjurnar skip
aðu fyri, og sum var ein
liður
í
ætlanini
hjá
felagsskapinum at seta kik
aran á kommunusaman
legging, sum tær fóru undir
fyri einum mánað síðan.
Kvinnuligi
valevnini
vóru samdar um, at komm
unusamanlegging er eitt av
stóru og avgerandi upp
gávunum hjá nýggju bý og
bygdaráðunum í Suður
oynni.
Flestu teirra vilja hava at
farast skal undir eina til
gongd
beinanvegin,
at
smíða sáttmála, sum allar
kommunur
kunnu
taka
undir við, men summar
vilja fyrst síggja eitt veruligt
samstarv ímillum komm
unurnar. Tað kann gerast
við at ein bólkur verður
skipaður beint eftir valið
við politikarum úr øllum
kommunum, sum skal fara
undir felags uppgávur, og
at enda skulu borgararnir
atkvøða fyri ella ímóti eini
samanlegging.
Ein vansi við kommunu
samanlegging er, at tað er
ójavnt, hvussu kommunur
nar eru fyri fíggjarliga og at
tað eru tær smærru komm
unurnar, sum eru frægari
fyri enn tær størru og um,
hvussu
hesin
munurin
kundu javnast út.
Men kjakið flutti seg
haðani frá til at snúgva seg
um fyrimunir av alskyns
slag við samanlegging, m.
a. at ein felags kommuna er
grundarlagið fyri øllum
framburði, og kann bjóða
øllum borgarum, úr Sumba
til
Sandvíkar,
somu
tænastur.
Fíggjarstøðan
Hóast valevnini úr smærru
bygdunum
talaðu
fyri
samanlegging, stúrdu tær
eisini fyri at verða tey, ið
fyrst detta burtur ímillum í
eini felags kommunu. Fer
t.d. grótgarðurin í Hovi í
einum
óløgi,
hvat
so?
Verður hann gjørdur aftur?
Kravið var, at allir borg
arar í oynni skulu kunna
merkja, at tey hava eina
rødd
í
einum
felags
kommunustýri, tað verið
seg gjøgnum staðbundnar
nevndir ella líknandi.
Og tá kjakið snúði seg
um fullar og skrelltómar
kommunukassar, var ilt at
fáa greiðu á, hvussu veru
ligu tølini síggja út.
Nevnt var, at t.d. Hvalbiar
kommuna, sum ber orð fyri
at eiga væl í kassanum,
kanska ikki er so væl fyri
hóast alt, men hevur eitt
hall uppá 5,5 milliónir. tað
sigur ein faldari, sum er
komin í hvørt hús í bygdini.
Fyri at hjálpa uppá ójøvnu
fíggjarstøðuna var skotið
upp, at bygdin brúkar peng
arnar uppá eitthvørt sum
tørvur er á, barnagarð,
umbygging av skúla ella
annað, so hon kann koma at
skylda eina álíkning, tá hon
fer inn í felagskommununa.
At hetta var rætta loysnin,
var
fíggjarmálaráðharrin,
Jóannes Eidesgaard sum
eisini hevði leitað sær á
valcafé ósamdur í. Heldur
skulu kommunurnar fara
inn í eina tilgongd við
núverandi fíggjarstøðu, og
so kundi loysnin møguliga
blivið
ein
sanering
av
samlaðu skuldini niður á
eina álíkning.
Sjónliggerð
Allar sum ein vildu kvinnu
ligu valevnini arbeiða fyri
at opinleiki og sjónliggerð í
framtíðini skal sermerkja
kommunuarbeiði. Við teim
um samskiftismøguleikum
vit hava í dag, er tað bara
ein sjálvfylgja, at alt alment
tilfar verður lagt út á heima
síðu, og at borgarin henda
vegin kann koma í dialog
við fólkavaldu umboðini.
Branda Suðuroynna
Dapra støðan og útlitini hjá
vinnuni
varð
sjálvandi
eisini nortið við. Nýggir
vinnuvegir – herundir ferða
vinnan – eru lívsneyðugir.
Kommunurnar í oynni hava
sett
ein
ferðavinnusam
skipara at skapa grundarlag
fyri menning av hesi vinnu.
Og hugskot vóru á lofti, um
hvussu vit kunnu branda
Suðuroynna. Víst var á,
hvussu ferðavinnan í øðrum
londum, við at seta søguna
og upplivingina í hásæti,
kann menna útjaðaran. Vit
kunnu gera tað sama her,
um vit vilja! Men meðan
stóru tankarnar sluppu á
flog, vóru tað nakrar, ið
vístu á, at vit beinanvegin
kundu byrja við vánaligu
skeltingini av, og mongu
holunum í busskipanini hjá
bygdaleiðum.
Fáa
sett
almen WC upp í oynni til
ferðafólk, syrgja fyri, at
man eisini “skeivar” tíðir
av degnum kann fáa eitt
máltíð á einum gistingarhúsi
o.s.fr.
Eftir uml. trimum tímum
við
framløgum,
kjaki,
tónleiki og hugna á Segl
loftinum, takkaðu valevnini
áhoyrarunum, og vístu á
Suðurrás – hetta stakgóða
forum – har nærum allar
hava prentað tankar og orð.
Og Valkyrjurnar takkaðu
fyri eina væleydnaða val
café áðrenn kommunuvalið
2008.
Kvinnurnar í Suðuroy vilja
leggja kommunurnar saman
Ein felags kommuna fyri alla Suðuroy, er grundarlagið undir øllum framburði og kann veta
øllum borgarum í oynni, úr Sumba til Sandvíkar, somu tænastur
Kvinnuligi valevnini til bý og bygdaráðsvalið í Suðuroy, taka undir við, at Øll Suðuroy verður savnað í eina kommunu og tann
tilgongdin skal bygja beinanvegin
Valfundur á Eiði
Fríggjakvøldið var valfundur á Eiði. 20 av teimum 21 valevnunum vóru møtt. So tað vóru 9
fyri annan listan og 11 fyri hin. Tað kom millum annað fram, at øll tey uppstillaðu eru fyri at
gera okkurt við Hólman á Eiði. Eisini var meiriluti fyri at gera fótbóltsvøll, men summi vóru
heitari fyri honum enn onnur. Valevnini vóru tó samd um at fara fram við skynsemi kring
Hólman. Eisini var nógv kjak um fíggjarstøðuna hjá Eiðis kommunu, og nógvir spurningar
vóru settir viðvíkjandi skattaprosenti og fíggjarlóg. Fíggjarlógin fyri 2009 er ikki samtykt enn,
men freistin er 1. desembur. Fleiri eru, ið heldur høvdu vilja havt eina fíggjarlóg fyri valið.