mánadagur 10. november 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 216 - 10. november 2008
Kritikkurin heglar
niður yvir leiðsluna
í Sørvágs kommunu.
Níggju valevni eru á
Lista B, ið stilla upp
ímóti sitandi bygdar
ráði. Sagt verður,
at kommunan er væl
fyri, men sannleikin
er, at kommunukassin
er skralltómur, hóast
sølan av Vesturvón
gav kommununi 42
milliónir, sigur eitt av
valevnunum, Heðin
Jørgensen
Kommunuval
Hilmar Simonsen
hilmar@sosialurin.fo
Eingin ivi man vera um, at
nógv er hent í Sørvági í
farna
valskeiði.
Í
val
blaðnum í vikuskiftisút
gávuni var samrøða við sit
andi borgarstjóra í Sørvági,
Jákup Suna Lauritsen, sum
kundi peika á eina langa
røð av málum, sum kommun
an hevur fingið av skafti
seinastu fýra árini. Nógvar
íløgur eru gjørdar, millum
annað eru allar gongur
breytirnar lagdar við flísum.
Kommunan hevur havt fitt
av peningi at gera gott við
eftir søluna av Vesturvón á
heysti 2005, sum gav komm
uni 42 mió. krónur í vinn
ingi. Hetta ger góðan mun
hjá eini kommunu hvørs
skattainntøkur liggja um
2730 mió. krónur um árið.
Men meðan borgarstjórin
sjálvur letur væl og ger
greitt, at hann fegin tekur
eitt valskeið afturat, eru tað
onnur, ið ikki eru eins hug
tikin av verandi støðu í
flogvallarkommununi. Ein
listi við níggju valevnum
stillar nevniliga upp ímóti
verandi bygdarráði, og eitt
av valevnunum á hesum
lista, Heðin Jørgensen, held
ur støðuna vera syndarliga
á fleiri økjum, eitt nú á
røktarøkinum.
−
Hvi hevur Sørvágs
kommuna
ikki
útvegað
fleiri búðpláss til eldru
borgararnar, ið hava tørv á
røktarplássi. Her mangla
bæði varandi búðpláss og
umlættingarpláss.
Sum
støðan er, noyðast hesir
borgarar av oynni til umlætt
ingar orsakað av vantandi
samstarvsvilja við granna
kommunurnar, sigur Heðin
Jørgensen.
Kommunsaman
legging er tabu
Upp á fyrispurning upp á,
um Sørvágs kommuna hev
ur ætlanir um at leggja
saman við hinar størru
kommunurnar í Vágoynni
segði Jákup Suni Lauritsen
í valblaðnum, at hetta ikki
hevur sama skund fyri Sør
vág, sum tað hevði fyri
Miðvág og Sandavág.
−
Tær
báðar
kommunurnar hava sam
starvað á nógvum økjum í
langa tíð, og tá man hevur
livað saman so leingi er væl
eisini tíð upp á at fáa pappír
upp á hvønn annan, segði
Jákup Suni Lauritsen.
Heðin Jørgensen heldur
tað vera nógv fyri, at borgar
ar í kommununi ikki verður
hoyrdir í hesum týðandi
máli, eins og borgararnir
hava verið tað í hinum
kommununum.
−
Kommunusaman
legging hevur verið eitt
tabu hjá sitandi bygdarráði,
og tað er løgið tá hugsað
verður um, at hinar kommun
urnar hava latið borgararnar
sjálvar sloppið at tikið
støðu til málið við atkvøðu
greiðslu,
sigur
Heðin
Jørgensen.
Skralltómur
kommunukassi
Heðin Jørgensen er sum
vera man ikki mjúkur at
strúka í síni eftirmeting av
avrikum bygdarráðsins í
farna valskeiði og heldur, at
bygdarráðið hevur oyðslað
meiri enn gott er, so nógv at
kommunukassin í dag er
tómur, hóast kassin var á
tremur
eftir
søluna
av
Vesturvón tíðliga í valskeið
num.
−
Tá sagt verður at
kommunan er væl fyri
fíggjarliga, so er veruleikin
ein heilt annar. Kommunan
hevur nevniliga brúkt 80
milliónir upp á íløgur í fýra
ár við tí úrsliti, at kommunu
kassin í dag er skralltómur,
sigur hann og heldur fram:
−
Raksturin av Sør
vágs kommunu, umfatandi
Mykines, Gásadal, Bø og
Sørvág samanlagt, er vaksin
úr 15 mió. krónum í 2002
upp í 26 mió. krónur í 2007,
sum er ein vøkstur á 73
prosent eftir 5 árum.
−
Umsitingin í Sør
vági er ikki ment at bera
nógv virksemi, hetta vísir
seg millum annað við, at
borgarar ikki fáa svar upp á
skriv, teir senda inn, sigur
Heðin Jørgensen, sum tó
leggur dent á, at fólkini í
umsitingini gera eitt megnar
arbeiði, men at tað er borgar
stjórin sjálvur, sum ikki fær
avgreitt málini.
Á
heimasíðuni
www.123hjemmeside.dk/
listiB hevur Listi B hópin
av skortfleingjum afturat til
sitandi bygdarráð, og Heðin
Jørgensen heldur sær ikki
aftur, men sigur millum
annað: »Tað ljóðar løgið, at
vit nú, eftir at kassin hevur
verið um at bresta, og ikki
klingur er eftir, skulu gera
ábøtur sum duttu niðurfyri í
kreppuni í 90'unum. Tey
sum nú ganga í skúla vóru
nóg illa fødd, tá kreppan
leikaði á. Hví varð hetta
ikki gjørt, tá vit áttu peng
ar?«
Skralltómur kommunukassi
hóast sølu av Vesturvón
Bara ein trolari eftir
Ísfiskatrolarin Rasmus Effersøe er nú seldur til Uruguay,
upplýsir reiðarin Gudmund Mortensen. Í løtuni stendur skipið
á beding í Havn og fer helst av landinum í vikuni, skrivar
heimasíðan skipini.com. Gudmund Mortensen reiðari vil ikki
upplýsa søluprísin, men sigur at prísurin er sámiligur. Rasmus
Effersøe er blivin til veitingarskip, og hevur verið ein túr uppi
í Grønlandi, meðan hann var undir føroyskum flaggið. Teir, ið
hava meklað søluna eru meklararnir PO Brokers. Gudmund
Mortensen reiðari sigur eisini at sum landið liggur íløtuni
keypa teir onki nýtt skip fyri Rasmus Effersøe, ið nú er seldur,
og seldur uttan fiskiloyvið.
Ellis og røktarheim fyri
45 mió krónur
Landsverk er í løtuni við at leggja seinastu hond á
samlaðu kostnaðarmetingina í samband við byggingina
av Ellis og røktarheiminum og deplinum fyri sinnisveik í
Vági, skrivar Suðuroyarportalurin.fo. Sambært
landsverkfrøðinginum og arkitekti, sum
Suðuroyarportalurin hevur tosað við, er líkt til, at ellis og
røktarheimið í Vági kemur at kosta 4550 mió. kr. Hetta
er umleið 10 mió. kr. hægri enn upprunalig mett í 2006.
Fíggjar
ætlanin á
borðið í
Porkeri
Eftir at kommunuvalið
er av í annaðkvøld, fara
sitandi kommunustýri at
leggja seinastu hondina
á fíggjarætlanina fyri
2009. Eitt av hesum
bygdarráðum er tað í
Porkeri, har boðað er til
eyka bygdaráðsfund
tórsdagin 13. november
við trimum málum á
skránni. Fyrsta mál á
skránni er 1. viðgerð av
fíggjarætlanini fyri
komandi ár. Annað
málið er eitt um
útskifting av vindeygum
í skúlanum, og triðja og
seinasta málið er
Ymiskt. Fundurin byrjar
kl. 18.
600
útlendin
gar velja
fyrstu ferð
35.461 fólk hava valrætt
á kommunuvalinum,
sum verður týsdagin í
teimum tilsamans 34
kommununum í
landinum. Teirra millum
eru stívliga 600
útlendingar, sum fyri
fyrstu ferð kunnu velja á
kommunuvali í
Føroyum. Lógin um val
til kommunustýrini varð
broytt í 2006, soleiðis at
eisini útlendingar, sum
hava búð í Føroyum
seinastu trý árini undan
valinum, hava valrætt.
Umhvørvisstovan, ið
hevur ábyrgdina av
lógini um
landsfólkayvirlit, hevur
seinastu dagarnar havt
úr at gjørt við at fingið
valkortini út til øll tey,
sum hava valrætt,
skrivar uf.fo.
Sitanadi bygdarráð
í Sørvági fær harðar
ábreiðslur frá valevninum,
Heðin Jørgensen, fyri at
hava tømt kommunukassan