mánadagur 10. november 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 216 - 10. november 2008
- Eg rokni við, at eini
70 til 80 prosent av
øllum vágbingum eru
ímóti samanlegging
við Tvøroyri sum
støðan er beint nú.
Men áðrenn nakað
verður gjørt, mugu vit
fyrst fáa greið signal
um, hvat landsstýrið
ætlar, soleiðis at vit
fáa viðgjørt hetta mál-
ið nærri og kunnað
borgararnar meiri
um tað, sigur Jógvan
Krosslá, býráðslimur
í Vági
Kommunuval
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Vágur: - Hóast mong eru
ímóti samanlegging, so er
eingin ivi um, at øll er fyri
at øll Suðuroyggin má
samstarva. Annars fer einki
at bera til, sigur Jógvan
Krosslá, sum hevur sitið í
andstøðuni í Vági seinastu
fýra árini.
Treytin fyri øllum hesum
samstarvinum er, at landið
greitt boðar frá ætlanum sín-
um um samanlegging av
kommunum.
- Ikki fyrrenn eitt greitt
politiskt signal verður giv-
ið, og ein endaligur dagur
verður settur á, kunnu vit
av álvara fara til verka við
eini tilgongd fram ímóti at
leggja oynna saman í eina
einstaka kommunu, sigur
hann.
Nógvir trupulleikar skulu
kortini loysast, áðrenn ein
kemur so langt. Ein av hes-
um trupulleikum er, at báðir
býirnir – Vágur og Tvøroyri
– eru nærum eins stórir. Var
talan hinvegin um at leggja
eina lítla kommunu saman
við eina størri, var trupul-
leikin neyvan so stórur sum
í hesum førinum.
- Hóast hetta, er neyvan
nakar suðringur ímóti at
oyggin verður ment í kom-
andi tíðum. Spurningurin
er bara, hvussu ein best
kann tryggja, at sunnasta
oyggj okkara fær eina trygg-
ja og bjarta framtíð, slær
Jógvan Krosslá fast.
Lækka inntøkuna
Í seinastuni hevur nógv
verið tosað um fíggjar-
støðuna hjá Vágs kommunu.
Hesa støðuna veit Jógvan
Krosslá alt um, tí tá hann
gjørdist borgarstjóri í 1993
var inntøkan hjá kommun-
uni 16 mió krónur, sam-
stundis sum ein skuldi
gjalda 11 mió í rentum og
avdráttum.
Tvey ár seinni varð so
skuldin hjá kommununum
umløgd, og hetta gjørdist
sítt til, at Vágs kommuna –
sum hann tekur til – fekk
andað eitt sindur.
- Inntøkurnar hava verið
vaksandi síðani tá. Okkurt
árið vóru tær 32 mió.
krónur, og tær hava eisini
verið uppi á 36 mió. Kom-
andi ár hava vit sett inn-
tøkurnar til 34 mió krónur.
Hetta eigur kommunan at
kunna klára seg við, stað-
festir andstøðulimurin úr
Vági.
Ein fortreyt fyri hesum
inntøkum er, at regluligt
arbeiði verður á flaka-
virkinum í býnum, eins og
støðan er júst í dag. Beini-
svørð kom fyri fáum døgum
síðani inn við fiski, og í dag
skuldi fiskur eisini koma
norðaneftir.
- Vit vóna at tað kann
halda fram soleiðis. Tað
upplivdu vit seinast, tá
kreppan herjaði. Um hetta
mundið bæði vónaðu vit og
bóðu vit um at meiri fiskur
skuldi koma uppá land, og
tað eydnaðist tá. Vónandi
fer tað eisini at verða so
hesaferð,
sigur
Jógvan
Krosslá álvarsamur.
Hann er uppstillaður til
býráðsvalið í morgin, og
verður hann afturvaldur í
morgin hevur hann sett sær
fyri, at gera sítt til, at hesar
34 mió verða gagnnýttar á
skilabesta hátt.
- Hjá okkum er tað sum
alla aðrastaðni: Ein vil gjar-
na hava, at alt verður gjørt
her og nú, men tað hava vit
ikki ráð til í løtuni. Ætlanin
er í fyrsta lagi at fáa stabili-
tet
í
inntøkurnar
hjá
kommununi og síðani at
fara varisliga fram á fíggjar-
liga økinum, sigur Jógvan
Krosslá.
Eitt arbeiðið, ið farast má
undir rættiliga skjótt, er
bygging av barnagarði í
Vági.
Oyggin má arbeiða saman
- Vit vóna at fiskavirkið í
Vági kann fáa meiri fisk. Á
henda hátt kunnu vit tryggja
inntøkurnar hjá kommununi,
sigur Jógvan Krosslá,
býráðslimur í Vági
Kunnu hitta valevni á Tvøroyri
Felagslistin hevur cafékvøld á Seglloftinum á Tvøroyri í kvøld kl. 19 við bæði
skemti og álvara. Skemtið stendur Finn Johannesen fyri. Millum skemtiligu
innsløgini telist heiti stólurin, tá Finn “grillar” valevni við borandi og
óvæntaðum spurningum. Søren Bruhn kemur at framleggja "Projekt 6000".
Um vit nú settu okkum fyri at vit verða 6000 suðuroyingar, hvat krevur tað av
okkum. Valevni á Felagslistanum verða at hitta, eins og mikrofonin er tendrað
alt kvøldið.
Kommunuskuldin nógv minkað
Vágs kommuna er ein av teimum 22 kommununum í landinum, sum hevur
goldið niður uppá skuldina seinastu árini, skrivaði Dimmalætting í farnu viku
við støði í hagtølum frá heimasíðuni hjá Hagstovuni. Í 2000 hevði Vágs
Kommuna lán á 73,6 milliónir. Ultimo 2007 var skuldin smáar 46 milliónir.
Hetta vil aftur siga, at vágbingar hava goldið 27,7 milliónir í avdráttum niður
uppá skuldina hetta tíðarskeiðið. Í meðal hevur Vágs Kommuna goldið 3,5
milliónir av í avdráttum um árið. Sambært grannskoðaðu roknskapunum hjá
Vágs Kommunu skyldaði kommunan 1,3 álíkningar ultimo 2007. Samanber ein
hetta talið við ár 2000, so sá tað verri út tá, tí tá skyldaði Vágs Kommuna 2,5
álíkningar.
Íløgurnar kunnu ikki
skerast burtur, tí tær
fáa hjólini at mala í
samfelagnum. Hetta
sigur Bergur Bærend-
sen, ið stillar upp á
Felagsflokkalistanum
á Tvøroyri. Trupla
fíggjarliga støðan á
Tvøroyri hevur fingið
sitandi borgarstjóra,
Kristin Michelsen, at
úttala seg um, at eing-
ir pengar verða til íløg-
ur komandi ár
Kommunuval
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Tað er ikki semja, um rætt
er at skera íløgurnar burtur,
tá fíggjarætlanin fyri kom-
andi ár verður gjørd í Tvør-
oyrar kommunu. Sitandi
borgarstjórin,
Kristin
Michelsen segði í kommunu-
valsblaðnum, sum kom út
7. novembur.
- Vit hava enn ikki havt
fíggjarætlanina fyri næsta
ár til aðru viðgerð, men tað
verða eingir pengar til íløg-
ur næsta ár, sigur hann.
Kommunan hevur staðið
við eini skuld, ið fyri nøkr-
um árum síðan ljóðaði upp
á sjey álíkningar, men í
dag svara til eina álíkning.
Fólkafloksmaðurin, Berg-
ur Bærsendsen, stillar upp
fyri Felagsflokkalistan. Han
ynskir ikki at halda ta
fíggjarligu gongd, sum sit-
andi borgarstjóri leggur upp
til.
- Tað er ein spurningur
um raðfesting, og tí mugu
vit eisini hyggja at rakstrin-
um. Spurningurin er, um
kommunan er rætt rikin
seinastu árini, sigur hann.
Við tillagingum á rakstrar-
økinum hevði borið til at
loyst pening, sum síðan
verður nýttur til íløgur, legg-
ur hann afturat um fíggjar-
ætlanina.
Nógvar íløgur eru, sum
skulu gerast, metir hann.
Øki sum rørleggingar, veg-
ir, skúlaøkið og mentan kun-
nu ikki bíða. Tvøroyri hevur
drigið ein tungan búskap,
orsakað av stórari skuld,
men við at steðga íløgunum
fer búskapurin at steðga.
Samstarv fyri samanlegg-
ing
Bergur Bærendsen held-
ur, at tað snýr seg um at fáa
beinini at ganga, áðrenn far-
ið verður undir kommunu-
samanlegging.
Nógv tos hevur verið um
at leggja kommunurnar í
Suðuroynni saman. Kristin
Michelsen metir tað vera
alneyðugt fyri Suðuroynna
í hesum tíðum at leggja
saman. Sterkar ósemjur
millum norðaru og sunnaru
helvt gera eina samanlegg-
ing sera trupla.
Bergur Bærendsen vil
ikki afturvísa, at nógv kann
vera at spara við eini saman-
legging, og hetta er eisini
eitt mál, ið hann ynskir at
arbeiða
fyri.
Samstarva
kommunurnar, eru nógvir
pengar at spara í til dømis
rakstrinum.
Sjálvt
um
kommunur
kring alt landið í heilum
leggja saman, er støðan ikki
heilt so einføld í Suðuroynni,
greiðir hann frá. Aðrar
kommunur eru lagdar sam-
an og eru síðan komnar
ásamt
um
samstarv
á
ymsum økjum, men eftir
hansara tykki átti samstarvið
at verið hitt fyrsta at fingið
upp á pláss.
- Tað hevði møguliga bor-
ið til við samanlegging
fyrst, og so latið samstarvið
komið av sær sjálvum, men
ein ógvuslig polarisering er
ímillum báðar hálvurnar av
Suðuroynni. Politikararnir
mugu seta seg niður og
hyggja inn í eyguni á hvørj-
um øðrum og byrja við
samstarvi. Tað ber væl til at
seta eitt dato á fyri saman-
legging, men best hevði
verið at lært beinini at ging-
ið fyrst, sigur hann.
Støðan
Tvøroyrar kommuna hevur
staðið í stórari skuld í fleiri
ár, men í ár er skuldin
minni, enn hon nakrantíð
hevur verið. At sitandi
borgarstjóri
sigur,
at
neyðugt er at skera íløgurnar
burtur, metir Bergur Bærent-
sen vera at gera ov nóg av.
- Tvøroyrar kommuna
hevur góðar, sterkar inn-
tøkur, sum kunnu bera, sig-
ur hann.
Íløgur stóran týdning fyri Tvøroyri
Bergur Bærendsen, sum stillar
upp á Felagsflokkalistanum
á Tvøroyri, heldur, at tað
snýr seg um at fáa beinini at
ganga, áðrenn farið verður
undir kommunusamanlegging