Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 216 - 10. november 2008 Edmund og Magni atkvøddu ímóti Tað eydnaðist ikki landsstýrinum at fáa samgonguna at standa saman um bjargingarætlanina fyri Smyril Line. Edmund Joensen og Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum atkvøddu ímóti. Av teimum 20 samgongutingfólkunum atkvøddu sekstan fyri uppskotinum um at lata landsstýrið seta upp til 30 milliónir krónur í nýggjum partapeningi í Smyril Line. Aksel Johannesen úr Javnaðarflokkinum atkvøddi blankt við aðru viðgerð, men atkvøddi fyri við triðju viðgerð. Edmund Joensen og Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum atkvøddu ímóti. Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum og Heini O. Heinesen úr Tjóðveldinum clearaðu hvønn annan, meðan Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum var burturstaddur. Fyri tveimum árum síðan arbeiddu menn við eini ætlan um at taka kappingina upp við Smyril Line um siglingina til Danmarkar. Ætlanin datt fyribils niðurfyri, men hevði verið tikin upp í somu løtu, Norrøna fór av knóranum Ferðasamband Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Fyri tveimum árum síðani arbeiddi eitt felag, har Kári Davidsen var stjóri, og Hák­ un Steingrímsson var nevnd­ arformaður við eini ætlan um at taka kappingina upp við Smyril Line um ferða­ fólkaflutningin millum Før­ oyar og Danmark. Alt var klárt, forkanningarnar vóru gjørdar, hølir fingin til vega og avtalur gjørdar um ar­ beiðið. Fíggingin var eisini fingin til vega, og avtala var gjørd um at leiga eitt vælegnað skip til ferða­ fólkaflutning. Hálvan tíma áðrenn ætlanin skuldi al­ mannakunngerast, dró reiða­ ríið í Estlandi í land, og ætl­ anin datt fyribils niðurfyri. Hetta var eitt álvarsligt bakkast fyri fyrireikararnar, og tíð var ikki til at finna eitt hóskandi skip at seta í staðin. Forkanningarnar vóru tó gjørdar, og ætlanin lá klár at seta í verk. Føroya Banki hevði játtað at fíggja verkætlanina tá, men tá teir so, saman við Eik og Tryggingarfelagnum Føroyar, vóru við í umfígg­ ingini av lánunum hjá Smyr­ il Line fyri ári síðan, datt henda fíggingin eisini niður­ fyri, av tí at teir tá høvdu komið í dupultkonflikt. Við verandi støðu meta fyrireik­ ararnir tað verða trupult at fáa fígging til verkætlanina í útlondunum, og tá før­ oysku fíggingarstovnarnir eru bundnir í Smyril Line, er trupult at fáa sett verk­ ætlanina í gildi. Klárt at seta í verk Skuldi Løgtingið tó gjørt av at ikki lata Smyril Line tær 30 milliónirnar, og fe­ lagið fór í gjaldssteðg, høvdu føroysku fíggingar­ stovnarnir verið leysir av Smyril Line. Drúgvu forkanningarnar fyri verkætlanini um at sigla við ferðafólki millum Keypmannahavn og Føroyar eru gjørdar, og ætlanin er klár at seta í verk. Ein av teimum, ið tá stóðu fyri ætlanini um at taka kappingina upp, er vísur í at henda verkætlanin hevði verið tikin upp aftur í somu løtu, Smyril Line fór í gjaldssteðg. Ivasom argumentir Eitt av høvuðsargumentu­ num, ið vóru at hoyra undir orðaskiftinum um málið at seta 30 milliónir í Smyril Line, var at tað var neyðugt at tryggja sjóvegis farleiðina millum Føroyar og Dan­ mark, og at Løgtingið varð noytt at játta peningin. Eis­ ini varð nevnt, at um Norrøna steðgaði við sigl­ ingini, var ivasamt um nøkur sjóvegis farleið fór at vera til Danmarkar. Ætlanin hjá fyrireikaru­ num av verkætlanini var at sigla millum Føroyar og Keypmannahavn við ferða­ fólki burturav. Tað var ong­ antíð ætlanin at blanda farm uppí ta ætlanina, og fyri­ reikararnir halda tað verða ørt í høvdinum at blanda farma­ og ferðafólkaflutning saman. Orsøkin til at teir fóru undir verkætlanina var, at teir eru vísir í at henda far­ leiðin kann bera seg, um bert verður siglt við ferða­ fólki. Fyrireikararnir fylgja enn við gongdini úti í heimi og vátta, at í dag fáast góð og vælegnað skip til sigling til Føroya fyri rímuligan prís. Ein av táverandi fyrireikar­ unum av verkætlanini kallar argumentið hjá løgtingsm­ onnum um, at fór Norrøna, so var eingin farleið, fyri tað bera slutur. Broyttir hugburðir til broyttar tíðir Kaj Leo Johannesen segði undir viðgerðini, at tað var almenn skylda at tryggja farleiðirnar millum Føroya og Danmark. Ein av teim­ um, ið var við í verkætlanini tá, loyvir sær at ivast í hes­ um. Fyrr vóru rættiliga nógvar uppgávur almennar, millum annað sjúkrahúsverk, skúla­ verk, telefonverk og post­ flutningur. Tá var óhugsandi, at nak­ ar annar enn tað almenna kundi taka sær av hesum uppgávunum. Sum tíðirnar eru broyttar, eru hugburð­ irnir til hesi tingini eisini broyttir, og í dag síggja vit at telefonverk, postverk og lutvíst sjúkrahúsverk og skúlaverk eru blivini privat. Ein av fyrireikarunum av verkætlanini loyvir sær at ivast í, hvørt tað er rætt at tað er almenn skylda at flyta fólk út í heim. Vísandi til allar omanfyrinevndar hugburðsbroytingar metir hann ikki, at tað longur er almenn skyldi at skipa fyri ferðafólkaflutningi og at tryggja sambandið, men at hetta líka so væl kann liggja trygt á privatum hendrum, ið arbeiða eftir marknaðar­ prinsippunum. Farleiðin hevði ikki dottið niðurfyri Ein av fyrireikarunum av verkætlanini um at taka kappingina við Norrønu upp, er vísur í at ætlanin varð tikin upp aftur í somu løtu, Smyril Line fór í gjaldssteðg