Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 216- 10. november 2008 11 tíðindi Niels Nattestad skrivari hjá Sambandsflokkinum Sambandsflokkurin hevur sett Niels Nattestad úr Havn í starv sum floksskrivari. Talan er um eitt avloysarastarv, nú floksskrivarin seinastu níggju árini, Helgi Abrahamsen, er vorðin tingmaður. Niels Nattestad er útbúgvin lærari, og hann hevur áður millum annað verið skúlastjóri á Venjingarskúlanum. Floksskrivarin tekur sær av dagligu floksumsitingini, og harumframt er hann eisini skrivari hjá tingbólkinum. Starvið sum floksskrivari hjá Sambandsflokkinum er fulltíðarstarv, og nýggi skrivarin byrjar í starvinum tann 15. november. - Landsstýrið hevur verið partaeigari í Smyril Line frá fyrsta degi av, og tað er rætt av tí almenna at seta pengar í aftur nú, sigur Óli Hammer, fyrrverandi stjóri SMYRIL LINE Árni Joensen arni@sosialurin.fo - Tá siglingin byrjaði í 1975, var hon almenn, og landsstýrið var við 20 pro- sentum partaeigari frá fyrsta degi í Smyril Line, tá tað var stovnað í 1983. At landsstýrið nú kemur inn við 25 prosentum, er gott, tí frá byrjan vildu vit hava teir inn við 40 prosentum, segði Óli Hammer, stovnari og fyrrverandi stjóri í Smyril Line, við útvarpið hjá Kring- varpinum leygardagin. Hóast hetta ikki er fyrstu ferð, at Smyril Line kemur til tað almenna eftir peng- um, heldur Óli Hammer, at landsstýrið ger tað rætta: - Í 1984 fingu vit eitt veð- hald upp á 10 milliónir krónur, men tað innfríaðu vit í 1989, so landið fekk alt sítt aftur, sigur Óli Hammer, sum heldur tað vera bíligt, at fólk nú siga, at nýggja Norrøna er ov stór. - Tað er lætt at siga aftaná, men vit dugdu at síggja, at skuldu vit hava inntøku alt árið, máttu vit satsa upp á farmaflutning, og tí bygdu vit eitt lastarskip við einum hotelli omaná, segði Óli Hammer við Kringvarpið. Hann heldur tað vera rætt av leiðsluni í Smyril Line at sleppa teimum rutum, sum geva hall. Landið hevur altíð verið uppi í Smyril Line Hóast tey flestu av teimum, sum vórðu kallað inn til fíggjarnevnina og vinnunevndina í gjár vendu tumlu- num niðureftir mótvegis bjargingar- ætlanini fyri Smyril Line, so hevði Gistingarhús- og Matstovufelagið aðra hugsan SMYRIL LINE Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo - Felagið vil undirstrika, at tað er av alstórum týdn- ingi fyri vinnuna at hava eina slíka farleið, sum er bygd upp gjøgnum síðstu nógvu árini, sigur Gisting- arhús- og matstovufelagið, sum heitir á løgtingi um ikki at lata farleiðina detta niðurfyri, so vit koma at standa uttan sjó- vegis samband við útheim- in. Felagið heldur, at tað er sera umráðandi, at vit ikki minka um ferðafólka- talið, og at vit skulu minn- ast til, at ferðavinnan er ein vinna, har útlending- urin leggur pening eftir til landið. - Smyril Line hevur nú avgjørt at broyta ferðaætl- anina soleiðis, at Noreg og Skotland verða tikin úr ferðaætlanini. Vit harm- ast um, at man tekur ferðamál burtur úr ferða- ætlanini, sum hava verið undir uppbygging í fleiri ár, við til at fáa ferðafólk hendavegin, og vónandi verða ruturnar tiknar upp- aftur seinni, sigur felag- ið. Felagið sigur eisini, at um løgtingið setur pengar í Smyril Line, so fegnast tey um, at ferðaætlanin verður broytt soleiðis, at siglt verður til Danmark tvær ferðir um vikuna, og gevur hettar sostatt ein betur regularitet til megin- landið. - Vit vita eisini, at nógv tann størsti parturin av ferðafólkunum koma úr ella via Danmark. Tað, sum hóast alt er mest avgerandi fyri okkum er, at fleiri ferðafólk koma til landið, tí vit hava stór- an hotelkapacitet tøkan eisini um summarið, sig- ur Gistingarhús- og Mat- stovufelagið í sínum við- merkingum til Vinnu- nevnd Løgtingsins. Skrivað undir viðmerk- ingar hevur Ása Johns- dóttir, forkvinna Gistingar- hús- og Matstovufelag Føroya. Ása Johnsdóttir er stjóri á Hotel Hafnia í Havn. Gistingarhús og matstovur fyri at bjarga Smyril Line Norðoya Sjálvstýris- felag heitir á tingið um at gera íløguna í Smyril Line til eitt íkast til útjaðaran. Eisini kann hetta skapa størri reglu- semi í rutusiglingina hjá Norrønu FERðaFLutNINguR Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Nú Føroya Løgting hevur samtykt at bjarga Smyril Line undan húsagangi, heitir Norðoya Sjálvstýris- felag á tingið um at gera Norðhavnina í Ánunum til heimstað og fast atløgupláss hjá Norrønu. - Við hesum hevði íløgan hjá landskassanum gjørt størst gagn bæði hjá landi- num og Smyril Line. Høv- uðskommunan í Norður- oyggjum, Klaksvík, er eitt øki í landinum, sum í løtuni hevur stóran tørv á at verða styrkt, skrivar Sjálvstýrið í Norðoyggum. Felagið vísir á, at vinnu- lívið í Klaksvík hevur tørv á beinleiðis atgongd til av- og áskiping, og tað er einki meira enn rímiligt, at Norð- uroyggjar fáa sín part av ágóðanum av gjøldum í sambandi við farma- og ferðaflutning, nú tað al- menna setir pening í hesa vinnu. Norðoya Sjálvstýrisfelag vísir til tøl frá Hagstovu Føroya, ið gera greitt, at kommunurnar í Norðoyggj- um eru tær kommunur í Før- oyum, ið eru mest tengdar at tilfeingisvinnuni. Har- afturat er Klaksvíkar komm- una komin í fíggjarligt óføri, samstundis sum at útlitini fyri tilfeingisvinnuna eru døpur. - Norðhavnin er ein veður- góð havn, sum kann tryggja skipi og ferðafólki reglu- semi. Við at gera hesa havn til fast atløgupláss hjá Norrønu, gerast møguleik- arnir betri at røkka enda- málinum í samgonguskjali- num, skrivar Norðoya Sjálv- stýrisfelag í tíðindaskrivi. Felagið vísir á, at í sam- gonguskjalinum stendur, at við verandi búskaparstøðu er neyðugt, at tað almenna ger íløgur, ið kunnu vera við til at seta gongd á virk- semið kring landið. Eisini stendur, at haldast skal fram við arbeiðinum at marknað- arføra Føroyar í útflutnings- og ferðavinnuhøpi, soleiðis at vit fáa greiðan kapping- arsamleika. Harafturat skal ein yvirskipað ætlan fyri menning og marknaðarfør- ing av Føroyum og ferða- vinnuni verða gjørd, so hon kann gerast vinnuligt íkast fyri alt landið. Norðoya Sjálvstýrisfelag heldur, at Føroya Landsstýri sum høvuðspartaeigari í Smyril Line nú hevur ein góðan møguleika at vísa, at samgongan meinar nakað við tað, sum stendur í sam- gonguskjalinum. Norðoyingar vilja hava Norrønu Landsstýrið hevur ein framúr møguleika at vísa, at politiski myndugleikin meinar nakað við at menna útjaðaran við at gera Norðhavnina í Ánunum til fast atløgupláss hjá Norrønu Savnsmynd Tveir listar í Hvalba Til kommunuvalið í morgin er tveir listar komnir inn við íalt 17 valevnum. Á lista A eru tey 11 í tali og á lista B eru tey seks. Sama lutfallið er eisini millum talið av kvinnum og monnum, tí 11 mans eru á báðum listunum og 6 kvinnur. Nevnast kann, at tvey av hesum 17 valevnunum eru úr Sandvík. Hini eru øll úr Hvalba. Borgarstjórin, Otto West úr Hvalba stillar eisini uppaftur.