Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 169 - 4. september 2001 Nr. 169 - 4. september 2001 3 Tað stoytti niður, tá Silvi kom til Klaks- víkar. Nýggi maskott- urin hjá Norðoya Sparikassa er ein harudrongur, og hann hevur fingið sín egna sang SILVI Eyðun Klakstein Nýggi maskotturin hjá Norðoya Sparikassa var leygardagin avdúkaður í Leirvík og Klaksvík, har skipað varð fyri umfatandi undirhaldi. Í Leirvík var turt og gott veður, men tað stoytti nið- ur, tá harudrongurin Silvi kom til Klaksvíkar. Tað var tó ein undirhaldandi karm- ur, sum børn og foreldur fingu á fótbóltsvøllinum, har pallur varð gjørdur, og alskyns undirhald var á skránni. Tað byrjaði við skrúð- gongu av Stongunum og niðan í Djúpumýri. Ein ør- grynna av ítróttarfólki, børnum og foreldrum vóru í hølunum á Klaksvíkar Hornorkestri og Silva, sum eisini hevði fingið ein nýggjan bil at koyra í. Silvi fingið sang Norðoya Sparikassi hevur havt sína egnu barnaupp- sparing, og sparikassin hev- ur eisini havt egnar spari- bússur, men nú er eitt full- komiliga nýtt konsept lagt fyri dagin. Silvi verður miðdepilin fyri nýggju barnakontoina, eins og Bassi og Nósi eru tað hjá øðrum peninga- stovnum. Eins og hesir báðir starvsfelagarnir hevur Silvi eisini fingið sín egna sang, og hann hevur Kári Jacob- sen smíðað við tryggari hond. Kári er ein úrmæl- ingur, tá tað snýr seg um at skriva lættar og íoyrafall- andi popsangir, og Silva- sangurin er eisini ein av hesum. Linda MacDonald, sum Kári Jacobsen áður hevur samstarvað við í bólkinum Singing Linda, hevur sung- ið sangin, sum Kári hevur skrivað, lagt til rættis og spæl. Leygardagin varð hesin sangurin avdúkaður í Leir- vík og Klaksvík, og fram- førslan hjá Lindu var ser- stakliga góð. Einki at ivast í, at sangurin um Silva verður at hoyra aftur onkra staðni á FM-bandinum í næstum. Sangurin um Silva er ikki útgivin enn, men ætlanin er, at hann skal koma út seinni í ár. Nógv undirhald Umframt framførsluna hjá Lindu MacDonald og henn- ara dansigentum, var eisini annað undirhald á skránni leygardagin. Klovnarnir Fjotti og Bobo spældu klovn og gjørdu gandakynstur, Karl Martin Samuelsen sang nakrar sangir, og gentur úr Klaksvíkar Fimleikafelag dansaðu. Umframt tað var Kári Sólstein væl upp-lagd- ur frásøgumaður. Ungu menninir í Faroe Teens vóru eisini á pall- inum, og meðan framførsl- an í Leirvík var góð, var framførslan í Klaksvík merkt av vánaliga veðrin- um. Onkrir tekniskir trup- ulleikar vóru av nógvu væt- uni, og tað var ringt at standa og spæla í kuldanum og regninum. Fleiri hundrað fólk vóru til tiltakið á fótbóltsvøllin- um í Klaksvík, og tey vóru øll á kroppi, tá tey fóru heimaftur. Tað var tó ongantíð keðiligt at standa í oysregninum, men tiltakið hevði uttan iva komið betri til sín rætt, var veðrið til vildar. Eftir eina stórsligna av- dúking av nýggja Silva- hugskotinum, er Norðoya Sparikassa nú til reiðar at fáa nógvar nýggjar og ung- ar kundar. Váttligt og undirhaldandi Linda MacDonald framførdi frálíka Silva-sangin, sum Kári Jacobsen hevur skrivað. Silvi og Linda tóku seg væl út á pallinum, tá tiltakið endaði Vælupplagdi frásøgumaðurin Kári Sólstein Hann dugir at spæla klovn. Fjotti og Bobo undirhildu børnunum við skemti og gandakynstrum Gentur frá Klaksvíkar Fimleikafelag dansaðu til Silva-sangin C M Y K 3 2