Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 170 - 5. september 2001 Nr. 170 - 5. september 2001 3 Minningarorð um góða vin mín Kára Johannesen Eg var staddur í Keypmannahavn á Hvítusunnu, tá eg frætti at staðfest var, at góði vinur mín Kári Johannesen, var raktur av herviligari sjúku, men tað vardi meg ikki tá, at eg longu 31.08. skuldi fylgja honum til gravar. Vit komu at kennast í 1978 og komu at hava tætt samstarv hvør við annan í eini 3-4 ár. Undirritaði hevði tá í nøkur ár starvast sum sølumaður fyri norsku verksmiðjuna Rapp, ið framleiðir spøl og aðra deksútgerð til fiskiskip. Umsíðir hevði tað eydnast at selja nøkur anlegg í Føroyum, og í 1978 vóru umleið 20 skip í Føroyum við hesi útgerð, tað serliga við hesi útgerð er, at nýttur verður hátrýst hydralikkur, og tørvurin á service og eykaluta- goymslu gjørdist alt meira átrokandi. Hjá mær sjálvum bar ikki til, sum frá leið, at røkja søluarbeiði og sigla samstundis, so tað var ein sjálv- fylgja, at hann, sum røkti eykalutagoymslu og veitti allar tænastur, eisini fekk søluna um hendi. Hann steðgaði tó ikki á, men fór víðari við sínum virksemi, og var, nú hann so brádliga mátti fara frá øllum, ánari og leiðari av einum av størstu og bestu virkjum í landinum. Men vit høvdu eisini annað og størri virðir til felags, Kári var ein sannur og álvarsamur kristin, kanska segði hann tað ikki so tíðugt við orðum, men, at hann hevði tikið væl við læru av Honum, sum segði »Lærið av mær, tí eg eri eyðmjúkur og spakførur av hjarta«, merkti alt lív hansara. Tá vit av og á hittust hesi seinastu árini, nú hann var ein av fremstu vinnulívsmonnum í landinum, merktist als eingin broyting, hann var hin sami lítilætni, stillføri og vinsæli, sum altíð. Altíð til reiðar við eini hjálp- andi hond, har ástóð, og aldri hoyrdi tú hann tosa eitt ilt orð við onnur rættvísur og reiðiligur í allari síni atferð. Tó, at nú hann hevði almikið um oyruni og 70 fólk í vinnu, nýtti hann tíð og orku at fara til Rume- nia við hjálp til neyðstødd, har kom hansara gløgga vit og hjálpsama lyndi til sjóndar, og har veitti hann hollan stuðul sum hjálp til sjálvhjálp og var við til at fáa virki ígongd og keypti sjálvur framleiðsluna, sonn U-landshjálp, uttan hóvasták. Hann prógvaði á so mangan hátt, at hjá honum var kristindómur meir enn orð. Vit eru mong, sum fara at sakna ein góðan vin og bróður, hann hevur við Guds hjálp megna at víst eitt fyridømi, sum tey, ið eftir liva og aftaná koma gera væl í at fylgja. Hóast hann var lítillátin og aldri hevjaði seg sjálv- an á nakran hátt, so verður í dag ásannað av øllum, at land okkara hevur mist eitt stórmenni á vinnu- økinum, verkini tala tíðiliga, og fyrimyndin lýsir bjørt. Men svárastur verður saknurin fyri tykkum, ið stóðu honum nærmast, mátti Harrin styrkt og ugga tykkum í stóru sorg tykkara, tit hava ómetaliga mong og dýrabar minnir um ein sjálsama umsorgs- fullan og elskandi húsfaðir. Tit eiga øll yftir Gud, eisini um at skilnaðurin erikki ævigur fyri tey, ið hava sett álit sítt á Harran Jesus. Tá øll aftur møtast, í dýrdini saman við Harranum, verður gleðin full- komin og uttan enda. Við hesum fátæku orðum ynski eg at lýsa frið og signing yvir minnið um góða vin mín Kára. Absalon Absalonsen – Eg vóni, at tað fer at eydnast mær at útvega fólkaskúlan- um væl størri játtan komandi ár. Virksemi og játtan skulu sam- pakka, um ikki 100 prosent beinanvegin, so í nógv størri mun enn nú, sigur Óli Holm, landsstýris- maður í mentamálum FÓLKASKÚLIN Turið Kjølbro Í hesum døgum verður ar- beitt við løgtingsfíggjarlóg- ini fyri næsta ár. Um lítlar tvær vikur skuldi verið greitt, hvussu nógv ymisku økini fáa í játtan komandi ár, og taka vit løgmansrøð- una á ólavsøku fyri fult, fær fólkaskúlin munandi meiri pengar komandi ár. Har verður sagt orðarætt, at ar- beitt verður við at fáa virk- semi og játtan til fólkaskúl- an at sampakka. – Skúlin hevur farnu árini fingið tillutað fleiri pengar, hóast økingin í stóran mun er farin til løn- arhækkingar og langt er á mál enn. Tað er givið, at skúlin má hava størri játtan, men enn dugi eg ikki at siga, hvussu nógv hann fær afturat, sigur Óli Holm, landsstýrismaður. Sparingarnar í nítiárun- um níva framvegis, virk- semið í skúlunum er enn nógv skert og eitt nú eftir- útbúgvingar, sum skuldu vera í heyst, eru tiknar burt- ur. Støðan viðvíkjandi fígg- ing og kørmum í føroyska fólkaskúlanum er einfalt ógvuliga vánalig. Á lands- ins størsta skúla fáa næm- ingarnir í framhaldsflokk- unum, sum eru trettan í tali, í nógvum førum ikki tær vallærugreinir, teir ynskja sær, tí eingir pengar eru til taks. Og er støðan soleiðis á størsta skúlanum í landin- um, er hon ivaleyst verri á teim miðalstóru og smærru. – At skúlarnir í Havn eru soleiðis fyri, visti eg ikki. Tað eru nógvar orsøkir til, at næmingarnir ikki altíð fáa vallærugreinina, sum teir ynskja. Pengatrot er ein orsøk, sigur Óli Holm. Trupulleikar sjónligir At viðurskiftini í skúlanum als ikki eru nøktandi, ávirk- ar trivnaðin hjá teimum, sum eru sett at gera ein góðan skúla. Men tað er so sum so við trivnaðinum hjá lærarum í dag. Trupulleik- arnir í skúlanum gerast meiri sjónligir, og onku- staðni er rætt og slætt ruðu- leiki, tí samsvar er ikki millum virksemi skúlans og játtanina. At lærarar í størri og størri mun eru noyddir at átaka sær uppalingarligu uppgávuna yvir fyri næm- ingum, ger eisini lærarayrk- ið strævnari. Fleiri og fleiri lærarar tosa um at royna okkurt annað, og ikki so fáir lærarar fara. – Tað er sera umráðandi at taka hesar ábendingarnar í álvara. Vit eiga at lurta eftir lærararum og gjølliga umhugsa, hvat vit eiga at gera fyri at venda gongd- ina, sigur Óli Holm. Talið á næmingum, sum hava serligan tørv, veksur í tali. Sernámsdepilin søkti vegna allar skúlarnar í landinum Mentamálastýrið um 2500 tímar til skúlaárið, sum júst er byrjað, men fekk bara slaka helvtina. At nógvir næmingar, sum hava væl grundaðar tørv á stuðli, onga hjálp fáa í skúlanum, skapar stóra frustrasjón hjá lærarum. – Eg kenni sjálvur frustrasjónina sum lærari. At kalla støðuna vónleysa vil eg kortini ikki. Fólka- skúlalógin áleggur okkum at integrera, tað skal vera pláss fyri øllum, men neyð- uga orkan er ikki fylgd við soleiðis at øll fáa eina nøkt- andi undirvísing. Hendan játtanin eigur at verða størri, og eg vóni, at vit vera før fyri at hækka hana og bøta um hesi viðurskift- ini framyvir. Veruleikin er bara, at fleiri pengar eru ikki til taks hetta skúlaárið, sigur Óli Holm. Upp at venda Fólkaskúlin er framvegis kreppukendur, hóast tað ikki akkurát er kreppa, sum eyðkennir dagsins samfelag um hyggja vit okkum um. Viðvíkjandi fólkaskúlanum hóma vit kortini ein glotta, skulu vit taka løgmansrøð- una á ólavsøku í álvara. Har verður sagt, at ljós skal varpast á viðurskifti í fólka- skúlanum, og at størri sam- svar skal vera millum virk- semi og játtan. So kunnu vit spyrja, um tað ikki er nakað seint at seta fólkaskúlan í andgletti so seint í einum valskeiði og um vit yvir- høvur kunnu vænta, at nak- að munagott kemur burtur- úr? – Tað er týdningarmikið, at fólkaskúlaverðin og sam- felagið sum heild gera sær greitt, hvussu stóran týdn- ing skúlin hevur fyri okkara samfelag. At seta fokus á fólkaskúlan er heilt natúrl- igt, og gevur okkum møgu- leikan at tosa ymiskt ígjøgnum, sum kann tykjast ógreitt. Eg eri ikki vissur í, at øll vita, hvussu viður- skiftini eru í skúlanum, sig- ur Óli Holm. Í løgtingsfíggjarlógini síggja vit, hvussu nógvir pengar verða settir av at reka føroyska fólkaskúlan, í ár 235 mió. krónur. Vit vita kortini, at á hvørjum ári er játtanin ov lítil, men hvussu nógvir pengar vanta í til at viðurskiftini innan skúla- gátt verða nøktandi, er ringt at geva eitt boð uppá – eftir øllum at døma. – Fólkaskúlalógin er ein rammulóg, ymsu áseting- arnar eru tí ikki lógar- bundnar og tað veldst um, hvat og hvussu nógv verður sett í gongd. Skulu allir karmarnir í fólkaskúlalóg- ini verða fylgdir, fer tað at kosta eina munandi meir- játtan. Ein upphædd, sum eitur 27 mió. krónur, hevur verið nevnd, men um henda upphæddin er eftirfarandi veit eg ikki. Í blaðnum í gjár sóknast Katrin Dahl Jakobsen, løg- tingskvinna og limur í men- tamálanevnd løgtingsins, eftir einum landsstýris- manni í mentamálum, sum hevur ambisjónir um fólka- skúlan. – Eg havi sanniliga ambisjónir um fólkaskúlan. Sjálvur eri eg jú skúlamað- ur. Hinvegin kann eg ikki lova nakað, sum eg ikki kann gjøgnumføra. Ístaðin fyri at koma við gyltum lyftum, vil eg arbeiða fyri at útvega skúlanum so góð- ar umstøður sum møguligt, sigur Óli Holm at enda í viðtali. Skúlamyndugleik- arnir eru komnir væl áleiðis at drepa alla framdrift við at skerja eftirútbúgvingarnar burtur, sigur Føroya Lærarafelag. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur onga viðmerking til áheitanina hjá Lærarafelagnum á lærarar um ikki at fara á skeið FÓLKASKÚLIN Turið Kjølbro Í farnu viku heitti Føroya Lærarafelag á limir sínar um ikki at taka lut á skeið- um, sum Landsmiðstøðin skipar fyri lærarum. Henda áheitanin kemur eftir, at Mentamálastýrið hevur skorið eftirútbúgvingina av fólkaskúlalærarum burtur. Í kunngerðini frá Lærarafel- agnum verður sagt, at fólkaskúlin hevur stóran tørv á eftirútbúgving og skeiðum til lærarar, so teir kunnu nøkta tørvin í einum framkomnum skúla. Um- framt at skerja eftirútbúgv- ingar og skeið, verða heldur ikki vikartímar latnir til skúlar, hvørs lærarar ætla sær á skeið, sum Lands- miðstøðin bjóðar. Hetta seinasta ger, at næmingarn- ir mugu sendast til hús, tá lærarin fer á skeið. – Støðan viðvíkjandi skeiði og eftirútbúgving er ótolandi. Um myndugleik- arnir ynskja ein fólkaskúla, sum stendur í stað vegna vantandi játtan til eftirút- búgving og skeið, eru teir komnir væl á leið at drepa alla framdrift í føroyska fólkaskúlanum. Orsøkin til, at eftirút- búgvingarnar og skeiðini eru so nógv skerd í heyst, er pengatrot sum vera man. – Tað er heilt greitt tørvur á eftirútbúgvingum, men vit hava verið noydd at skert tað virksemið. Í kom- andi ári vóni eg, at vit kunnu fara undir nakrar eftirútbúgvingar. At Føroya Lærarafelag heitir á limirn- ar um ikki at fara á skeið, er upp til tey. Aðra viðmerk- ing havi eg ikki, sigur Óli Holm. Virksemi og játtan skulu samsvara – Ístaðin fyri at koma við gyltum lyftum, vil eg arbeiða fyri at útvega skúlanum so góðar umstøður sum møguligt, sigur Óli Holm, landsstýrismaður Øll framdrift køvd C M Y K 3 2