Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 169 - 4. september 2001 Nr. 169 - 4. september 2001 5 Ætlanin er at seta pening av til enda- málið á fíggjarætlan- ini fyri komandi ár ELDRARØKT Áki Bertholdsen Gongst sum ætlað, verður farið undir at gera eldra- sambýli á Strondum næsta ár. Á Strondum, sum alla aðrastaðni, er stórur tørvur á stovnsplássum til eldri fólk og tað ætlar bygdar- ráðið nú at taka til eftirtekt- ar. Eivind Jacobsen, borgar- stjóri, sigur, at málið er ikki endaliga viðgjørt í komm- ununi, men hann sigur, at tað er stór vælvild í bygdar- ráðnum fyri eini ætlanum at fara undir at byggja eldra- sambýli. Hann sigur, at fíggjarætl- anin fyri næsta ár er ikki løgd enn, men hann ivast ikki í, at peningur verður settur av til eitt eldrasam- býlið á fíggjarætlanini fyri 2002. Endar tað við tí, verður farið undir ætlanina bein- anvegin, men tað tekur helst eitt ár at byggja húsið. Sostatt skuldi tað borið til at tikið húsið í brúk í 2002, ella seinast í 2003, alt eftir, hvussu drúgvar fyrireiking- arnar vera. Sjálvur væntar borgar- stjórin, at talan verður um eitt eldrasambýli til eini 10 fólk. At stórur áhugi er á Strondum fyri eldraviður- skiftum vísti ein fundur, sum var um eldrasambýli leygardagin. Tað vóru pensjonistarnir á Strondum, sum skipaðu fyri almennum fundi um eldrasambýli, har eisini bygdaráðslimir vórðu boð- sendir at kunna fólk um, hvørjar ætlanir kommunan hevði á økinum. Eini 35 fólk møttu á fundinum og tað var væl, tí fundurin skuldi bæði kapp- ast við landsdyst í fótbólti, sjavskapping og so var eis- ini rættiligt illveður. Á fundinum møttu pensjonistar, yngri fólk og eisini fakfólk á økinum, heimahjálpir o.s.fr. Enn er ikki greitt, akkur- át, hvar í kommununi, ætl- aða sambýlið verður bygt, men Eivind Jacobsen sigur, at á fundinum fekk bygdar- ráðið fleiri hugskot um, hvar eitt slíkt hús lá væl. Hann sigur í øllum før- um, at tað verður ongin trupulleiki at finna eitt hóskandi stykki. Hann vísur tó á, at tað kom fram á fundium, at tað er umráðandi at finna eitt stykki, har tað ber til at byggja sambýlið út, um tørvur verður á tí. Nú skulu tað verða føroysk listafólk, sum sleppa prýða ferjurn- ar hjá Strandferðsl- uni. Listafólk sleppa at kappast um, hvør skal fáa heiðurin av at prýða ferjurnar innan LIST Áki Bertholdsen Nú skulu skipini hjá Strandferðsluni prýðast innan við føroyskari list. Hesa avgerð hevur lands- stýrismaðurin í vinnumál- um, Bjarni Djurholm nú tikið. – Fyrsta skipið, sum listafólk sleppa at royna seg við, verður nýggja suður- oyarferjan, sum eftir ætlan verður liðug á sumri í 2004. Bjarni Djurholm segði, at Í hvørjum einstøkum føri verður avrátt, hvussu stórar upphæddir skulu brúkast til at prýða hvørt skipið við. Hann segði, at tað verðir soleiðis, at arbeiðini at prýða ferjurnar innan, verða boðin út, og so kunnu føroysk listafólk bjóða uppá at gera tey. Í tí sambandinum er stjórin á Strandferðsluni farin í holt við at gera eina skipan fyri, hvussu farast skal fram í hesum føri. Hann sigur, at ætlanin er, at tá ið skip, kortini skulu á beding, ella til eftirlit, ella til umvælingar av onkrum slag, so skal tað gerast til ein part av arbeiðnum, at skipini skulu prýðast innan við føroyskum listaverkum. Strandferðslan skal seta treytir fyri, hvat listin um- borð á hvørjum skipi skal ímynda, tað kann t.d. vera okkurt, sum hevur tilknýti til farleiðina, sum skipini skal sigla á. Hann sigur, at hann hugs- ar sær at nýggja Sandoyar- ferjan verður annað skipið, sum fer at verða prýtt við listaverkum, aftaná nýggju suðuroyarferjuna. Men hann ásannar eisini, at summi av skipunum eru so gomul, at tað er ikki rætt at brúka pening upp á tey. Góð reklama Landsstýrismaðurin segði, at hetta er eitt gott høvi hjá føroyskum listafólkum at gera list sína kenda, ikki bara millum føroyingar, men eisini hjá teimum útlendingum, ið ferðast við skipunum. – Hetta kundi verðið ein góð reklama fyri føroyska list, sigur hann. Men hann legði afturat, at samstundis gera listafólk ein partur í royndunum hjá Strandferðsluni at skapa hugnað og trivnað umborð á skipunum, samstundis sum tey skapandi evnini hjá føroysk listatafólkum verða brúkt. – Henda avgerð er tí tikin bæði fyri at geva føroysk- um listafólki møguleikar, vinnuliga at virka í sínum starvi og fyri at geva Strandferðsluni møguleika at skapa betri trivnað um- borð á skipunum, segði Bjarni Djurholm. Hann leggur afturat, at hann samstundis metir hetta sum ein part av upp- gávunum hjá vinnumála- stýrinum at vera við til at menna føroyska list. Ætla at gera eldrasambýli á Strondum Borgarstjórin á Strondum vísir aftur, at bygdarráðið hevur givið loyvi til at seta 10 vind- myllur upp á Strondum. VINDMYLLUR Áki Bertholdsen – Tað er ikki rætt, at bygdarráðið hevur givið nøkrum loyvi at seta vindmyllur upp á Strond- um. Tað sigur Eivind Jacob- sen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu. Hann vísir sostatt tí aft- ur, sum Óli Gordon Bech førdi fram í Sosialinum í farnu viku. Hann fortaldi blaðnum, at danska vind- myllufelagið, Wincon og hann eru farnir í samstarvi um at seta vindmyllur upp á Strondum og at tað verður klárt at fara undir upp- setingina um ein mánaða. Hann segði eisini, at teir høvdu fingið loyvi til at seta upp til 10 myllur upp á ídnaðarøkinum út ímóti Raktanga. Men hesum vísir borg- arstjórin aftur. – Vit hava ikki givið Wincon og Óla Gordon Bech loyvi til at seta vindmyllur upp. Eivind Jacobsen sigur, at tað er rætt, at Óli Gordon Bech hevur spurt um loyvi at seta vind- myllur upp. – Tað, sum kommunan hevur svarað, er, at kemur ein umsókn, verður hon viðgjørt við vælvild, eins og allar aðrar umsóknir, sum kommunan fær. Borgarstjórin sigur, at kommunan kann sjálv- sagt ikki geva loyvi til nakað, fyrenn ein ítøkilig umsókn, við eini útgrein- aðari ætlan, fyriliggur. – Og tað hava vit boðað Óla Gordon Bech frá, men ein slík umsókn er ikki komin enn og tískil hava vit heldur onki at taka støðu til. Tó leggur hann afturat, at hann dugir ikki síggja nakrar forðingar fyri at fáa loyvi, um treytirnar fyri at at sleppa at byggja á økinum, annars verða lúkaðar. – Vit hava ongan áhuga í at forða eini slíkari ætlan. Men fáa vit eina ítøkiliga umsókn og eina nágreiniliga ætlan, hava vit uttan iva eitt øki, sigur Eivind Jacobsen. Stykkið, sum kommun- an hevur sett av til ídnað- arøkið, er út ímóti Rak- tanga, frá landsvegnum og norðureftir. Hava ikki fingið loyvi at seta vindmyllur upp á Strondum Føroysk listafólk skulu kappast um at prýða skipini Eivind Jacobsen, borgarstjóri á Strondum, ivast ikki í, at peningur verður settur av á fíggjarætlanini fyri 2002 til eldrasambýli í kommununi Ikki eru Strandfaraskipini altíð eitt prýði fyri eygað. Men nú kemur broyting í, tí nú sleppa føroysk listasfólk at prýða ferjurnar innan. Fyrsta stóra uppgávan verður nýggja suðuroyarferjan, sum eftir ætlan verður liðug á sumri í 2004 – Felagið, sum ætlar at seta vindmyllur upp á Strondum, hevur ikki fingið loyvi til tað. Men borgarsttjórin væntar ikki, at tað verður nakar trupulleiki, um ein ítøkilíg ætlan verður at taka støðu til, sum annars samsvarar við treytirnar, sum eru fyri at byggja á økinum. -Tað finst bæði olja og gass í føroysku undirgrundini. At basalt er í pørtum av økinum er ikki til hindurs fyri at arbeiða har og leita eftir olju. Man má bara hava tol sigur royndi norski jarðfrøðingurin Terje Hagevang, sum ikki ivast í, at hóast Statoilbrunnurin var turrur, so verður olja funnin í einum av teimum trimum brunnunum, sum verða boraðir í ár OLJULEITING Jan Müller Hann man vera ein tann útlendski jarðfrøðingurin, sum hevur arbeitt mest við føroysku undirgrundini og tískil man liggja inni við mestu vitanini um møgu- leikarnar av finna olju og gass her. Hann er norð- maður og er hann nevndur er hann kendur. Terje Hagevang, sum var ein av teimum fyrstu útlendsku jarðfrøðingunum, sum kom til Føroyar fyrst í 90-unum at savna inn upplýsingar um undirgrundina við tí fyri eygað at finna rætta staðið á seta borin í, fylgir framvegis væl og virðiliga gongdini í Føroyum. Terje Hagevang var høvuðsjarð- frøðingurin hjá fyrrverandi oljufelagnum Saga Petrol- eum, sum seinni varð upp- keypt av Norsk Hydro. Seinni stovnaði hann ráð- gevarafyritøkuna Sagex, sum eitt skifti ráðgav Før- oya Kolvetni. Nú arbeiðir Terje Hage- vang serliga á norskum øki men hann hevur ikki gloymt Atlantsmótið (Atlantic Margin), sum føroyski landgrunnurin er partur av. Sagex er m.a. við at fyrireika nýggjar seis- miskar kanningar millum Hetland og Føroyar, tí her finnast nógv øki, sum ikki eru nóg væl kannað. Vón- irnar til eina komandi olju- provins her um leiðir eru tí framvegis livandi. Við síni stóru vitan um føroyska jarðfrøði og við síni luttøku í fyrireiking- unum til fyrstu loyvisgev- ingina á føroyska land- grunninum skuldi Terje Hagevang verið tann rætti at gjørt viðmerkingar til leitingina við Føroyar og her ikki minst miseydnaða Statoilbrunnin. Hann tó treyðugt gera specifikkar viðmerkingar men sum heild kann hann siga, at tað at leita eftir og finna olju í Gullhorninum (føroyska økið, har 6-ára loyvini eru givin, blaðm.) er ikki so heilt einfalt, sum fleiri kanska vilja gera tað til. Her finnast nógv ymisk leitimodell sjálvt í einum so avmarkaðum øki. At Statoil ikki hevur funnið nakað júst í Longu-brunninum er sjálvandi eitt vónbrot fyri júst tann brunnin og tað leitimodellið, sum bleiv testað, men samtíðis byrjar man at fáa vitan, sum kann avmarka møguleikarnar tvs. harvið fær man størri vitan um restina av møguleikunum í økinum. At tað ikki riggaði í Statoilbrunninum kann tí merkja, at man kann síggja meira positivt uppá onnur øki av Gullhorninum. –Statoil hevur testað eitt modell, og tað riggaði ikki. Tað kann so vera positivt fyri onnur modell og aðrar strukturar í sama øki. Um so er at keldurnar hjá Sosi- alinum eru rættar og málið hjá Statoil í veruleikanum vísti seg at vera seismiskar reflektiónir frá basalti held- ur enn frá einum reser- voiri, so er tað ein týðandi vitan at hava fingið, tí tá veit man, hvussu ein slíkur basaltreflektorur sær út, og tá er tað lættari at skilja út teir strukturarnar, sum hava eitt reservoir. Ein av trimum brunnum fund Terje Hagevang heldur tað vera heilt náttúrligt, at ein ella fleiri av brunnunum, sum verða boraðir í Gull- horninum, ikki hava fund við sær, men hann metir sjálvur, at ein av trimum brunnum í hesum lovandi økinum eigur at blíva til eitt fund. So antin verður tað BP ella Amerada Hess, sum finnur olju longu í hesum árinum. Uppá fyrispurning um tað kann verða ein fyri- munur hjá Amerada Hess, at tað borar longur eysturi og tætt við markið, tá hugs- að verður um basalt sigur Terje Hagevang, at hetta er ikki óhugsandi. Tess nærri tú kemur markinum tess minni er av basalti ella kanska als einki. Men hann vil ikki gera viðmerkingar til teir einsøku lisensarnar ella brunnarnar. Tá vit spyrja Terja Hagevang, hvønn lisens hann og Saga høvdu søkt um í Føroyum, um teir høvdu verið við í útbjóð- ingini er hann rættiliga trekur at svara. Men út frá tí vitan, sum blaðið hevur, var tað helst nettupp lisensurin, ið Amerada Hess fekk til- lutað, sum Saga helst sá sum sín, tvs. tað økið, har triðji brunnurin í ár verður boraður. Terje Hagevang dylur heldur ikki fyri, at lisens- urin hjá Agip við markið er áhugaverdur. –Eg haldi, at øll loyvini, sum eru latin, eru áhugaverd, og haraftrat finnast tað nógv áhugaverd øki, sum ikki eru býtt út til leiting. Olja og gass eru her Nú tað í skrivandi løtu sær eitt sindur svart út fyri olju og mong halda, at olju- ævintýrið er endað longu áðrenn tað byrjaði – hevur Terje Hagevang hesa met- ing: –Eg eri ikki samdur við teimum, sum longu hava mist vónina. Haldi at tað finst bæði olja og gass á føroyska landgrunninum. At basalt er í pørtum av økinum er ikki til hindurs fyri at arbeiða her og leita eftir olju. Man má bara hava tol. Hann leggur dent á, at ein turrur brunnur er eing- in vanlukka, tí hann gevur eina mongd av upplýsing- um, sum ger, at man kann finna olju í tí næsta brunn- inum. -Her er talan um eina risastóra oljuprovins, At- lantsmótið (Atlantic Margin), sum røkkur frá Ír- landi til Lofoten. Bert fáir brunnar eru boraðir úti á djúpum vatni í hesum økin- um, og tað sigur seg sjálvt, at tað vil taka nakað av tíð at finna fram til, hvar oljan og gassið liggja goymd. Terje Hagevang fylgir neyvt gongdini í Føroyum ikki minst komandi útbjóð- ingarumfarinum, tá Sagex so ella so ætlar sær at vera við í. -Føroyar eru eitt sera áhugavert oljuøki. Landið og fólkið eru eisini ómeta- liga áhugaverd fyri okkum, sum koma uttanífrá. Eg havi stóran alsk til før- oyingar og havi verið ómetaliga glaður at hava arbeitt við føroyska økinum í so mong ár. Og eg síggi fram til at vitja aftur og arbeiða her. OLJULEITING Jan Müller -Eg eri harmur um, at Statoil ikki fann olju í rakstrarverdugum nøgd- um, men hinvegin, at lív er í undirgrundini gevur okkum jú mót at halda fram sigur Eyðun Elttør, oljumálaráðharri. Hann er annars seg fegin um, at tað hevur gingið so væl í øllum arbeiðinum bæði á sjógvi, á landi og í luftini. -Tað hevur gingið útrúliga væl við boringini, og tað haldi eg vit skulu gleðast um. Tað hevur so eisini víst seg at verða spor av olju, og tað skorar undir at halda fram við teimum arbeiðsætlanum, sum liggja fyri framman. Landsstýrismaðurin heldur eisini vit skulu ikki undirmeta týdning- in av, at vit eru blivin góðar 3000 metrar ríkari jarðfrøðiliga sæð. Kendur norskur jarðfrøðingur: Oljan verður funnin í ár -3000 metrar ríkari jarðfrøðiliga sæð Hóast olja ikki varð funnin í fyrsta brunninum hevur Eyðun Elttør ikki mist mótið. Tilsamans 8 brunnar skulu borast í loyvisøkjunum, sum síggjast á kortinum. Mynd Jan Terje Hagevang, norskur jarðfrøðingur við stórum kunnleika til føroysku undirgrundina, ivast ikki í, at olja og gass verður funnið í »Gullhorninum«. Mynd Jan C M Y K 5 4