Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 170 - 5. september 2001 Nr. 170 - 5. september 2001 5 – Vit hava sæð skrift- ina á vegginum. Hetta gongur ikki meiri, sigur Schumann Hjaltalin, býráðs- limur og formaður í Heilsu- og um- hvørvisnevndini DÁLKING Áki Bertholdsen Nú ætlar Tórshavnar Býráð sær rættiliga í hernað ímóti teirri ógvusligu dálkingini, sum er í Havnini. Havnin hevur verið ser- liga illa plágað av dálking seinastu mánaðirnar. Ikki minst hava fólk seinastu vikurnar lagt merki til, at Havnarvág hevur verið illa dálkað av olju og ferð eftir ferð hava bjargingarlið ver- ið noydd til at fara til verka at taka olju upp, sum er lik- in á sjógv og hevur dálkað vágna. Men tey, sum ferðast aðrastaðni í býnum, vita, at oljudálking á Havnarvág er ikki einasti umhvørvistrup- ulleikin í høvuðsstaðnum. Og nú um dagarnar kravdi Bátafelagið í Havn, at dálkingin varð tikin í álvara ogt at ítøkilig stig vórðu tikin fyri at basa henni. Og tað verða tað nú. – Vit taka dálkingina í allarstørsta álvara, sigur Schumann Hjaltalin, for- maður í Heilsu- og um- hvørvisnevndini hjá Tórs- havnar Býráð. Hann sigur, at tey hava sæð skriftina á vegginum. – Eg taki fult undir við Bátafelagnum tí hetta líkist ongum. Og hetta gongur heldur ikki meiri og tí taka vit nú ítøkilig stig fyri at royna at basa dálkingini, ikki bara á Havnarvág, men í býnum sum heild, sigur býráðslimurin. Hann sigur, at tað er greitt, at umhvørvið er ikki eitt mál, sum hevur verið raðfest nóg ovaliga í bý- ráðnum, tí tað hava verið so nógv onnur, heilt átrokandi mál at loyst, at orka hevur ikki verið til tað eisini. – Men nú er broyting komin í og umhvørvið skal longur upp á raðfestingar- listan hjá kommununi. Vit noyðast at ganga undir tey krøv, sum borgararnir í Tórshavnar kommunu seta til býráðið á umhvørvis- økinum. Umhvørvisdeild og tilbúgving Schumann Hjaltalin sigur, at fyrsta stigið er at seta á stovn eina umhvørvisdeild í Kommununi Hann sigur, at Heilsu- og umhvørvisnevndin hevur longu samtykt, at ein um- hvørvisdeild skal setast á stovn í kommununi, tað gjørdi hon síðst í juni. Nú skal málið takast upp í býráðnum í sambandi við, at fíggjarætlanin fyri næsta ár skal leggast. Sjávur væntar hann, at Býráðið tekur undir við ætlanini og at peningur verður settur av til deildina. – Hetta verður ein deild, sum burturav skal arbeiða við umhvørvismálum. Hon skal sostatt ikki bara ar- beiða ímóti oljudálking, men hon skal arbeiða við umhvørvismálum í breið- astu merking. Eitt nú hugsar hann sær, at deildin eisini skal ar- beiða við ruskinnsavningini og kanska skipa fyri, at ruskið verður skilt, so at ein partur av tí kann endurnýt- ast. Fyri 14 døgum síðani, tann 23, august, setti býráð- ið harumframt ein bólk, sum skal samskipað rudd- ingararbeiðið, um Havnar- vág verður dálkað av olju. Ì hesum bólki eru brand- meistarin, býarverkfrøðing- ur, stjórin á brennistøðini og havnarmeistarin og teir skulu nú gera eina tilbúgv- ingarætlan fyri, hvussu ruddingararbeiðið skal fara fram, um havnarvág verður oljudálkað. – Somuleiðis eru vit farin at kanna øll arbeiðspláss, sum liggja framvið vágni fyri at vita hvørja tilbúgv- ing tey hava, skuldi eitt óhapp hent sum førdi til, at vágin varð dálkað og fyri at vita, hvussu tey annars eru skipað, tá ið tey fáast við dálkandi evni. Og at enda skulu kloakk- skipanirnar hjá kommununi sjálvari gjøgnumgangast fyri at vita, um nøkur dálk- ing hendur tann vegin. –Hóskvøldið fer Strandferðslan at fortelja almenning- inum í Suðuroy um nýggju suðuroyarferj- una, sum skal byggj- ast ístaðin fyri Smyril SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Nú fer Strandferðslan at hava kunnandi fund fyri suðuroyingum um nýggju suðuroyarferjuna, sum skal byggjast ístaðin fyri Smyril. Fundurin er almennur og hann verður á gistingarhús- inum í Øravík hóskvøldið klokkan 19. Við á fundinum vera um- boð fyri Strandferðsluna, umframt umboð fyri danska felagið, Knud E. Hansen, sum hevur projekt- erað nýggja suðuroyarskip- ið. Harumframt verða eisini limirnir í projektbólkinum hjá Strandferðsluni, sum hava lagt nýggja skipið til rættis. Knud E. Hansen læt fyrr í summar Strandferðsluni tað lidnað projektið og fyri einum 14 døgum síðani vórðu Løgting og lands- stýrið kunnað um ætlanina. Nú suðuroyingar skulu kunnast um nýggja skipið, er tað eitt rúgvismikið til- far, sum Strandferðslan og Knud E. Hansen hava at leggja fram fyri fólki. Eitt nú fer stjórin á Strandferðsluni, Reidar Nónfjall, at leggja fram um um ferjurakstur í Føroyum og um tær avbjóðingar, sum eru fyri framman. Aftaná fer umboðið fyri Knud E. Hansen at leggja fram um sjálva ferjuna. Hann fer at greiða frá, hvussu hon sær út, hvussu hon er innrættað o.s.fr. Samstundis hevur hann serligar teldumyndir av nýggju ferjuni, har tað, sæst, hvussu hon fer at síggja út, júst sum á eini fotomynd. Aftaná framløguna verð- ur høvið hjá fundarfólkin- um, at seta fram viðmerk- ingar og spurningar til Strandferðsluna og Knud E. Hansen um skipið. Strandferðslan sigur, at tað er pláss fyri gott 200 fólkum í fundarhølinum á gistingarhúsinum og at tey vóna, at so nógv sum gjør- ligt fara at møta upp. Í hernað ímóti dálking í Havn SKÚLABYGGING Áki Bertholdsen Tað gongur alsamt framá við ætlanini at byggja nýggjan stu- dentaskúla í Suður- oynni. Bygginevndin hevur gjørt at at skipa fyri arkitektakapping um nýggja skúlan og í Sosi- alinum í gjár varð lýst við projektkapping um miðnámsskúla í Suð- uroy. Endamálið við kapp- ingini er at fáa uppskot um, hvussu skúlin skal síggja út. Skúlin skal vera tíðar- hóskandi karmur um fjølbroytt og framkomin útbúgvingartilboð fyri ung og tilkomin. Men samstundis skal skúlin hava umstøður til at ger- ast virkin partur av sam- felagnum og geva møguleikar fyri at binda saman undirvísing, mentan, arbeiðslív og vinnulív í Suðuroynni. Talan er um eina al- menna kapping, har øll, ið halda seg hava før- leika at vera við, kunnu lata uppskot inn. Bygginevndin hevur 200.000 krónur at lata til virðislønir og til at keypa eitt møguligt upp- skot fyri. Men tað er í øllum førum greitt, at uppskotið, sum vinnur kappingina, fær minst 100.000 í fyrstu virðis- løn. Kappast um nýggja studentaskúlan í Suðuroy – Vit taka dálkingina í allarstørsta álvara og tí taka nú ítøkilig stig fyri at royna at basa henni, ikki bara á Havnarvág, men í býnum sum heild, sigur Schumann Hjaltalin, formaður í Heilsu- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar Býráð. Almennur fundur í Suðuroy um nýggja suðuroyarskipið Hóskvøldið verður almennur fundur í Suðuroy, har Strandferðslan fer at greiða frá nýggja suðuroyarskipinum og at vísa myndir av henni Vinnumálastýrið skifti fyri kortum veitara á samskiftis- økinum. Nýggi veit- arin er Kall. Tað er samstundis Bjarni Djurholm, landsstýr- ismaður í vinnumál- um, sum umsitur Føroya Tele í lands- stýrinum, sum skiftir veitara FJARSKIFTI Heri á Rógvi Fyri einum góðum ári síðani fingu føroyingar kapping á fjarskiftisøkin- um. Hetta hendi, tá tvær nýggjar fyritøkur bjóðaðu seg fram sum veitara av telefontænastum. Síðani tá hava tær báðar nýggju fyritøkurnar, Kall og TeleF, lagt saman til eina nýggja fyritøka, sum eitur eftir einari av fyritøkunum, Kall. Longu frá byrjan søgdu umboð fyri hesar báðar fyritøkur, at tað fór at vera trupult hjá trimum tílíkum fyritøkum at yvir- liva, og hetta máttu báðar fyritøkurnar eisini sanna rættiliga skjótt, og úrslitið er nýggja fyritøkan Kall, sum í skrivandi stund eigur umleið 10% av marknaðin- um. Havast skal í huga, at Kall í løtuni ikki bjóðar fartelfontænastur. Ein tann nýggjasti kund- in hjá Kalli er Vinnumála- stýrið. Skift Arne Poulsen, aðalstjóri í Vinnumálastýrinum, váttar fyri Sosialinum, at Vinnu- málastýrið hevur skift til Kall sum veitara av fjar- skiftistænastum innan fast- net. Talan er bert um fast- netveitingar, tá aðrir veit- arar eru á bæði GSM og Internet tænastum. Tað var 1. august, at avgerðin varð tikin at skifta veitara til Kall. Hetta varð gjørt eftir at biðið varð um tilboð frá teimum ymsu fyritøkunum. Sambært Hjørdis Gaard, fulltrúa í Vinnumálastýrinum, er hetta vanlig mannagongd, t.e. at bjóða út ymiskar tæn- astur, tørvur er á. Freistin varð sett til 1. juni. Eftir hvat Sosialurin skilur, lótu bæði Kall og Føroya Tele tilboð inn. Tilboðið, Føroya Tele let- ur inn, bjóðar Vinnumála- stýrinum ávísan avsláttur, men hetta hóvar ikki Fjarskiftiseftirlitinum, sum vísir á, at tilboðið hjá Føroya Tele er brot á fjar- skiftislógina. Føroya Tele fekk álagt at halda uppat við at geva tílík tilboð. So- statt kundi Føroya Tele ikki geva nakað tilboð til Vinnu- málastýrið, sigur Richard Mortensen, makrnaðar- stjóri hjá Føroya Tele. Endin var, at Kall gjørd- ist veitari hjá vinnumála- stýrinum innan fastnettæn- astur. - Vit mettu allar umsókn- irnar á jøvnum føti, og koma til ta niðurstøðu, at Kall hevði besta bilboðið, sigur Hjørdis Gaard, full- trúi í Vinnumálastýrinum. Hin 25. juli móttekur Vinnumálastýrið eitt skriv frá Kall, har teir seta spurn- artekin við frígevingina av fjarskiftismarknaðinum í Føroyum. Ì sami skrivi verður víst á, at Kall tá ikki hevði ein almennan stovn sum kunda, hóast teir hava væl lægri prísir. Hetta skriv varð sent eina góða viku frammundan, at avgerð varð tikin um at skifta til Kall. Skrivið frá Kalli varð eisini sent frá Vinnumála- stýrinum til hini stýrini. Avsláttarskipan Orsøkin til, at Fjarskiftis- eftirlitið tók so dýran til í skrivi til Føroya Tele, sum varð sent 12. juni 2001, var, at Føroya Tele onga góð- kenda avsláttarskipan hevði. Fjarskiftiseftirlitið gav Føroya Tele eina stutta freist at halda uppat at geva tílík tilboð. Ì sama skrivi stendur eisini at lesa, at Fjarskiftiseftirlitið, um freistin um at halda uppat við at geva tilboð ikki varð hildin, vildi meta um, hvørt málið skuldi meldast til Landfútan sum brot á fjarskiftislógina. Nýggja stríðið á fjar- skiftismarknaðinum í Før- oyum snýr seg eisini um hesar góðu avsláttarskip- anir. Sum støðan er í løtuni, so hevur Kall eina góð- kenda avsláttarskipan, men Føroya Tele enn ikki hevur fingið nakra avsláttarskip- an góðkenda, hóast teir hava søkt í eina tíð nú. Jógvan Thomsen, stjóri á Fjarskiftiseftirlitinum, sig- ur, at teir hava góðkent eina avsláttarskipan hjá Kalli, men Føroya Tele enn ikki hevur fingið nakra avslátt- arskipan góðkenda. Jógvan vísir á, at teir skulu syrgja fyri, at eitt nú reglugerðinar verða hildn- ar. Hann vísir eitt nú á, at meginreglarnir fyri prís- áseting skulu yvirhaldast. Føroya Tele hevur havt eina umsókn liggjandi hjá fjarskiftiseftirlitinum, men Sosialurin fekk beint undan evstamark at vita, at henda eisini varð noktað av Fjar- skiftiseftirlitinum. Tveir leiklutir Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumálum, heldur ikki, at tað er nakað løgið í, at Vinnumálastýrið nýtir Kall sum veitara av fastnettænastum. Hesi somu áskoðan hava bæði Hjørdis Gaard og Arne Poulsen. Hjørdis Gaard vísir eisini á, at Vinnumálastýrið eisini hevur ein internetveitara, sum ikki eitur Føroya Tele. Bjarni Djurholm ásannar, at hann í hesum førinum hevur tveir leiklutir: »eig- ari« av Føroya Tele og ein landsstýrismaður, sum skal syrgja fyri eins fortreytum fyri øll og reka umsitingina so skynsamt sum gjørligt. Bjarni Djurholm vísir somuleiðis aftur ákærunum um, at hann minkar um virðið hjá Føroya Tele. - Tað, sum vit missa her við at skifta til Kall, fáa vit aftur aðrastaðni, sigur Bjarni Djurholm. Andras Róin, stjóri hjá Føroya Tele, er alt annað enn nøgdur við viðferðina, ið teir hava fingið frá Fjar- skiftiseftirlitinum í sambandi við avslátt- arskipaninar. Hann kallar tað m.a. eina skeiv regulering FJARSKIFTI Heri á Rógvi Andras Róin, stjóri hjá Føroya Tele, er alt annað enn fegin fyri ta viðferð og tær treytir, sum Føroya Tele í dag skal virka undir. Hann vísir á, at teir síðani í mai mánað hava roynt at fingið eina avsláttarskipan góðkenda, men hetta hevur framvegis ikki givið annað úrslit enn, at teir ferð eftir ferð fáa boð um at koma við fleiri upplýsingum. Andras Róin heldur tað vera løgið, at tað ikki kann bera til hjá teimum at fáa eina avsláttarskipan góð- kenda, tá tað eftir øllum at døma er einki fyri hjá Kalli. Hesi somu áskoðan hevur Richard Mortensen, marknaðarstjóri hjá Føroya Tele, sum leggur aftur, at talan er um eitt eindømi. Skeiv regulera Ì fjarskiftislógini stendur at lesa, at skipað skal verða soleiðis fyri, at talan kann vera um frælsa kapping. Eftir hvat Sosialurin skilur, so verður serliga tikið hædd fyri hesum, men tulkingin av hesum kann oftani vera eitt fløkt. Andras Róin sigur seg ikki hava nakað ímóti kapp- ing. - Eg haldi at kapping er neyðug, og hetta vil eisini gera okkum enn betri, men tað hevur stóran týdning, at kappingin er á jøvnum føti, og sum nú, so er ikki talan um líkastillaðu kapping, sigur Andras Róin. Andras Róin ásannar samstundis, at Føroya Tele hevur nógvar fyrimunir, ið eitt nú Kall ella aðrir møguligir veitarar ikki hava, men vil eisini broyta seg í framtíðini. Her verður eitt nú hugsað um, at Føroya Tele í løtuni er eisini útbjóðarin av far- telefontænastum, og hetta er í løtuni eisini ein av teirra stóru inntøkum. - Eg eri ikki nøgdur við støðuna sum hon er. Vit ynskja fyrst og fremst at sleppa at kappast á jøvnum føti við aðrar, og vit sakna veruliga greiðar spæliregl- ar, sigur Andras Róin. Richard Mortensen vísir á, at við at skifta til Kall, so minkar Bjarni Djurholm um virðið á sínari egnu fyritøku. Richard Morten- sen sigur víðari, at við at gera soleiðis, so stiðjar Bjarni Djurholm skeiv reguleringini. Privatisering? Føroya Tele verður sum nú rikin sum einhvør onnur privat fyritøkan. Men tað er framvegis almennir pengar, sum mynda 100 % av partapeninginum. Nú tá landsstýrismaðurin í vinnumálum er komin í eina tílíka støðu, so ber tað eisini til at seta spurningin, um tað ikki hevði verið rættast at privatisera Føroya Tele. Andras Róin sigur, at hann vildi fegin havt Før- oya Tele at verið eina van- liga privata fyritøku, men hetta er ein politiskur spurningur. - Sum nú verður Føroya Tele rikið sum ein privat fyritøka, og hevði Føroya Tele verið privatiserað, so hevði hetta ikki merkt tað stóra fyri fyritøkuna hvat viðvíkur raksturin, sigur Andras Róin. Hann sigur eisini, at hann ivast í, um privatir íleggjarar høvdu funnið seg í tílíkari viðferð frá Fjarskiftiseftirlitinum. Hann sigur, at Føroya Tele hevur nakrar uppgáv- ur, ið fyritøkan bæði nú og í framtíðini hevur skyldu til at røkja. Føroya Tele hevði eitt yvirskot áljóðandi 20,5 míó fyrra hálvár í ár. Vinnumálastýrið hevur skift til Kall Vinnumálastýrið hevur skift til Kall sum veitara av fastnettænastum. Andras Róin: -Vit mugu hava greiðar spælireglar Andras Róin er sera mis- nøgdur við viðferðina, sum Føroya Tele hevur fingið frá Fjarskiftiseftirlitinum. C M Y K 5 4