Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 169 - 4. september 2001 Nr. 169 - 4. september 2001 7 Maðurin, sum hvarv í Kollafirði hóskvøldið, er framvegis ikki komin undan kavi, hóast leitað hevur verið av øllum alvi LEITING Stefan í Skorini Leitað verður framvegis eftir Óla Dam, sum hvarv í Kollafirði hóskvøldið. Tá vit tosaðu við løgregluna mánamorgunin, høvdu menn enn ikki borið eyga við mannin. Vaktar- og Bjargingar- tænastan hevur saman við fólki av Brandstøðini og frá Havnar og Kollafjarðar Bjargingarfelag leitað eftir manninum síðan hósdagin, tá fólk fingu frænir av, at hann var horvin. Harumframt hava Tjaldr- ið og Brimil verið á firðin- um og leita við sjókaga, men uttan úrslit. Farið varð aftur undir leitingina mána- morgunin klokkan 10. Tá skuldi seinasti parturin av fjørðinum kannast við sjó- kaganum. Tað var hóskvøldið klokkan seks, at Óli seinast var sæddur á lívi. Hann var tá á veg at seta gørn við einum eldri 4-mannafari, sum hann hevur standandi í einum neysti í Kollafirði. Men hann er ongantíð komin so langt. Gummi- stivlarnir standa enn órørd- ir í neystinum, og sjógvur er í bátinum. Tað ber boð um, at hann ikki hevur oyst sjógvin úr bátinum. Umframt at leitað hevur verið á sjógvi hevur løg- reglan eisini verið úti við hundunum. Teir hava verið í øllum neystunum í Kolla- firði og í gilum og veitum, har maðurin kanska er dott- in. Hundarnir hava ikki tevjað nakran mann enn, hóast leitað hevur verið í øllum hugsandi og óhugs- andi støðum. Óli Dam er 70 ára gamal. Hann er kollfirðingur men búsitandi í Havn. Enn er ikki avgjørt hvussu leingi menn fara at leita, men støða verður tikin til tess seinni. Leita framvegis eftir Óla Dam LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Mánamorgunin tá Norr- øna legði at bryggju í Havn, stóðu tollararnir klárir at kanna ferða- fólkið, sum kom úr Dan- mark. Og teir høvdu eydnuna við sær. Ein eldri maður, sum nærkast pensjónsaldri, varð tikin við 19 grammum av hassji uppi á sær. Hetta er heldur meira enn vanligt, sigur løg- reglan, tí vanliga smugla fólk bara heilt fá gramm í senn. Eitt gramm av hassji kostar ímillum 100 og 125 krónur. Henda nøgdin hevur tí- skil eitt virði uppá góðar 2000 krónur. Maðurin kann vænta sær eina bót fyri at hava roynt at smugla ólóglig rúsandi evni til Føroyar. Annars hevur hetta verið eitt heldur friðar- ligt vikuskifti, hvat her- verki viðvíkur. Tríggir mans hava verið og sov- ið rúsin av sær á støðini, og ein førari varð sunnu- dagin tikin fyri at koyra við kenning. LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Tvey innbrot hava verið í Vági hetta vikuskiftið. Tað eru Shell støðin á Bakka og krambúðin á Gørðunum, sum hava havt óbodnar gestir. Leygarnáttina klokk- an tvey á nátt varð eitt innbrot fráboðað løg- regluni. Tað var á Shell støðini. Gerningsmenn- inir høvdu sloppið sær inn gjøgnum eina gar- aguhurð, sum teir høvdu trýst upp. Tjóvarnir sluppu av- stað við vekslipeningi, sum taldi 1000 krónur. Eitt annað innbrot hevur eisini verið í Vági um vikuskiftið, og tað var í krambúðini á Gørðunum. Hetta inn- brotið varð fráboðað mánamorgunin, og løg- reglan fór at kanna mál- ið nærri. LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Hóskvøldið klokkan 23.10 fekk MRCC-støð- in í Havn fráboðan frá løgregluni á Sandoy um, at eitt 5-mannafar við einum persóni umborð var horvið. Umborð var ein 78-ára gamal maður, sum var farin eftir nát- um eystanfyri Skál- høvda hósdagin seinna- part. Maðurin var ikki afturkomin, tá myrkrið legðist, og tí fór tyrlan hjá sjóverjuni at leita. Samstundis fóru Brimil og Tjaldrið eisini at leita. Tað var tó Blikur, ið fyrst fekk eygað á 5- mannafarið 4 sjómíl eystanfyri Dalsnípuna. Hetta var klokkan eitt á nátt. Motorurin á bátinum var steðgaður, og tá einki radiosamband var umborð, hevði maðurin ikki havt møguleika at senda neyðarkall. Síðani kom Brimil til bátin, sum varð tikin inn á Húsavík. Pensjónistur smuglaði hassj Tvey innbrot í Vági 5-mannafar fekk motorsteðg Børnini í Barnagarðinum undir Brúnni komu í síðstu viku fram á hetta risastóra hundalandið, sum liggur á borðinum. Børnini funnu hunda- landið, sum hevur eitt tvør- mát uppá einar 30 senti- metrar. Hundalond eru sum heild eru rár í Føroyum, og tí er tað enn meira óvanligt at finna eitt, sum er so risa- stórt sum hetta. Tað er nærum óhoyrt at finna so stór hundalond her á landi. Risastórt hundaland 70 ára gamli Óli Dam hvarv á bryggjuni í Kollafirði hóskvøldið, og hann er enn ikki funnin. Her gera froskmenn seg tilreiðar at fara undir leitingina Mynd: Álvur Haraldsen Á ársfundi hjá Unga Tjóðveldinum um vikuskiftið varð Jóannes Vitalis Han- sen valdur til nýggjan formann eftir Annlis Bjarkhamar FORMANSSKIFTI John Johannessen Jóannes Vitalis Hansen úr Havn er nýggjur formaður í Unga Tjóðveldinum. Unga Tjóðveldið hevði um vikuskifið ársfund á Kambsdali, har millum annað nýggj nevnd varð vald. Og tá forkvinnan gjøgnum nógv ár, Annlis Bjarkhamar, ikki valdi at stilla upp aftur, skuldi eis- ini nýggjur formaður finn- ast. Nýggja nevndin hjá Unga Tjóðveldinum hevur skipað seg við Jóannes Vitalis, sum formanni, Rúna Nielsen, sum næst- formanni, Katrin Bech, sum skrivara, Jógvani Philbrow sum kassameist- ara og Jógvani Jacobsen sum talsmanni. Ársfundur Unga Tjóð- veldissins staðfesti, at ein- asta virðiliga støða fyri tjóðina er, at Føroya fólk skipar seg sum sjálvstøðugt lýðveldi. Jóannes Vitalis Hansen er nýggjur formaður í Unga Tjóðveld- inum Bólkurin Clickhaze húsast í hesum døg- um í Lundgaard Studio í Danmark, har bólkurin hesa vikuna tekur upp saman við bretskum tøkningi. Bólkurin hevur eisini fingið góð sambond innan festivalheimin TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Clickhaze vann Prix Føroy- ar finaluna í ár og høvuðs- vinningur var upptøka í donskum upptøkuhølum í eina viku. Í gjár, mánadagin, byrj- aðu Clickhaze upptøkurnar. Tær fara fram í Lundgaard Studio. Tøkningur undir upptøkunum er bretski David Hyatt, ið sigst vera sera dugnaligur. Alt goldið Umframt at taka upp í Lundgaard Studio, eru eis- ini umstøður, so bólkurin kann búgva har. Øll upptøkuætlanin er ó- keypis fyri Clickhaze, tí hetta er nevniliga høvuðs- vinningurin til Prix Føroyar kappingina, sum bólkurin vann. Alt er goldið og í hes- um eru eisini roknaðar 3 máltíðir dagliga hesa vik- una, upptøkurnar fara fram. Tað er Mentamálastýrið, ið hevur latið høvuðsvinning- in, tó verður eisini ein part- ur goldin av Norðurlanda- húsinum. Alla hesa vikuna fara limirnir í Clickhaze so at nýta í Lundgaard Studio. Júst hvat spyrst burturúr upptøkunum, er enn ikki heilt greitt, men í onkrum miðli hevur verið nevnt, at ein útgáva við Clickhaze kann væntast fyri jól. Sosialurin hevur roynt at fingið samband við Click- haze í upptøkuhølunum, men har er trupult at fáa svar. Hetta kundi bent á, at har longu er full ferð á upptøkunum. Góð sambond Annað, ið Clickhaze fekk burturúr Prix kappingini, var luttøka á donskum festivali. Hetta gekk væl. Fróði Vestergaard, samskip- ari í Norðurlandahúsinum sigur, at Clickhaze nú hev- ur fingið samband við góð- an festivalfyriskipara, so kanska okkurt eisini spyrst víðari burturúr á hesum økinum í næstu framtíð. Clickhaze húsast hesa vikuna í Lundgaard Studio í Danmark saman við bretskum tøkningi. Hetta er høvuðsvinningurin, sum bólkurin fekk, tá hann vann Prix Føroyar kappingina. (Mynd. Dagfinn Olsen) Clickhaze í upptøkuhølunum Ársfundur hjá Unga Tjóðveldinum: Jóannes er nýggj- ur formaður C M Y K 7 6 Nýggj sól í Vestmanna AVANTGARDE við fløguspælara og voice-gudie Sólin hjá Kristgunn Tlf. 424662 Frá mikudegnum 5. sept. kl. 7.00 lata vit upp við einari nýggjari sól afturat Hvønn dag 07.00-23.00