Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 170 - 5. september 2001 Nr. 170 - 5. september 2001 7 C M Y K Føroyar hava í sjey ár havt eina lóg, ið skal tryggja almenning- inum innlit í landsins fyrisiting. Endamálið við lógini er at styrkja fólkaræðið. Men lógin verður ikki nóg væl hildin. Seinasta døm- ið um hetta finna vit í málinum um skúlan á Trøllanesi BAKGRUND John Johannessen Innlitið hjá almenninginum og fjølmiðlum í føroysku fyrisitingina er ikki nóg gott, hóast vit síðani 1994 hava havt eina lóg, ið skal tryggja gjøgnumskygni og fólkaræði. Fjølmiðlarnir hava ein stóran og týðandi leiklut, tá tað snýr seg um at bera upplýsingar úr umsitingini og út til borgaran. Og í hesum arbeiði er sjey ára gamla lógin um innlit í fyrisitingina eitt týðandi amboð. Men amboðið virkar ikki nóg væl. Dømini eru fleiri, har fjølmiðlar og privat- fólk, hóst greiða heimild í lógini um innlit, antin ikki hava fingið hendur á neyðugu upplýsingunum ella bert hava fingið av- markaðar upplýsingar. Feskt dømi úr Trøllanesi Seinasta kenda dømið um hetta finna vit í málinum um skúlan á Trøllanesi. Tveir miðlar, Útvarpið og Dimmalætting, bóðu við heimild í lógini Menta- málastýrið, um at fáa út- flýggjað øll skjøl í málinum um trætuna um skúlan á Trøllanesi. Men tá tað til kom til stykkis, vantaði týdningarmiklasta skjalið bæði í skjaladunganum, sum Útvarpið fekk, og í skjaladunganum, sum Dimmalætting fekk út- flýggjaðan frá Mentamála- stýrinum. Vantandi skjalið, var tað skjalið, ið prógvaði, at Óli Holm, landsstýrismaður við skúlamálum, hevur giv- ið formligu skrivligu boðini um, at skúlin á Trøllanesi skal lata upp aftur. Hetta vóru eini boð, sum greitt stríða ímóti nýggju komm- unulógini, sum ger púra greitt, at tað eru teir lokalu myndugleikarnir, sum taka avgerðina í slíkum máli. Men dugnaligu fjøl- miðlafólkini hjá Útvap- inum og Dimmalætting vistu, at eitt slíkt skjal fanst, og vendu tey sær tí til Trøllanesar at fáa hendur á skjalinum. Og tískil fingu tey prógvað, at landsstýris- maðurin við skúlamálum hevði handlað í heimildar- loysi. Valdu fjølmiðlafólkini at trúgva, at tey sjálvsagt hvødu fingið øll skjøl út- flýggjað, tá tey bóðu um innlit, var hetta møguliga ikki komið fram, og fólk høvdu hildið, at fyrrverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Tórbjørn Jacobsen, átti alla ábyrgd- ina. Eftir at fjølmiðlarnir hava almannakunngjørt inni- haldið í brævinum, hevur Mentamálastýrið alment boðað frá, at tað var eitt mistak, at brævið ikki var við í skjaladunganum. Mentamálastýrið sigur seg av misgávum hava journali- serað hetta brævið undir einum øðrum máli, og tí er tað ikki komið við, tá fjøl- miðlarnir hava biðið um innlit í málið um skúlan á Trøllanesi. Men fólk í almennu um- sitingi við kunnleika til journalisering, sum Sosial- urin hevur tosað við, siga, at tað skal nógv til, áðrenn eitt skjal verður so skeivt journaliserað, at tað kortini ikki verður funnið fram, tá leitað verður eftir øllum skjølum í málinum, sum skjalið upprunaliga hoyrir til. Orsøkin er nevniliga tann, at kannað verður altíð, hvørji mál eitt skjal hevur samband við, og síðani verður ávísa skjalið journaliserað undir ávísum máli, men við greiðari ávísing til øll onnur mál, tað hevur samband við. Tískil kunnu fólk við góðari orsøk gita sær til, at Mentamálastýrið í dømin- um um skúlan á Trøllanesi hevur roynt at sleppa undan at útflýggja tyngjandi skjøl. Kenna ikki lógina Á sumri í 1999 varð úrslitið av einari drúgvari kanning av kunningarvirkseminum hjá føroysku landsumsit- Vit dumpa í opinleika Sjónvarp Føroya hevur kært Løg- mansskrivstovuna til Løgtingsins Um- boðsmann, tí Sjón- varpið fekk nokt- andi svar, tá tað bað um innlit í eitt upprit av eini tele- fonsamrøðu mill- um løgmann og danska forsætis- ráðharran ALMENT INNLIT John Johannessen Løgmansskrivstovan segði korta nei, tá Sjónvarpið í august bað um innlit í uppritið av telefonsamrøðuni, sum Anfinn Kallsberg hevði við Poul Nyrup Ras- mussen 7. august um sjálvstýrismálið. Men hetta lat Sjón- varpið sær ikki lynda. Tí Sjónvarpið metir seg nevniliga hava fullan rætt til at fáa innlit í uppritið av telefonsam- røðuni. Og tí kærdi Sjónvarpið noktandi svarið frá Løgmans- skrivstovuni til Løgting- sins umboðsmann. Avgerandi aktuell Øssur Winthereig, tíð- indastjóri í Sjónvarpi Føroya, vísir í kæruni til umboðsmannin á, at løgmaður alment í fleiri førum vísir til júst hesa samrøðuna, sum avger- andi í aktuellu politisku gongdini. Og av hesi or- søk heldur hann seg hava rætt til at fáa innlit í uppritið av henni. Í øðrum lagi vísir Øssur Winthereig á, at Løgmansskrivstovan seinastu árini í heilum hevur sent almenningin- um tey skriv, sum løg- maður ella landsstýris- menn hava skrivað ella móttikið frá danska for- sætisráðharranum ella øðrum ráðharrum. Og hann heldur, at júst hendan telefonsamrøð- an má metast javnt við eitt brævaskifti. Í triðja lagi heldur tíð- indastjórin í Sjónvarpin- um, at um tað ikki ber til at fáa innlit í alt upp- ritið, átti at verið møgu- ligt at fingið innlit í teir partar, sum løgmaður hevur umrøtt alment. Samrøður við í lógini Tað er ikki uttan orsøk, at Sjónvarpið heldur seg hava rætt til at fáa innlit í eina telefonsamrøðu, sum verður mett at vera avgerandi í aktuellu politisku gongdini. Tí lógin krevur, at sam- røður, ið hava fyrisiting- arligan týdning, skulu skrivast upp. Og síðani sigur lógin eisini, at ein og hvør kann krevja at fáa høvi til at gera seg kunnugan við skjøl, sum ein mydugleiki hevur móttikið ella gjørt, sum liður í fyrisitingarligari saksviðgerð. Men sambært Anfinni V. Hansen, løgfrøðingi, eru reglurnar ikki tær somu, tá talan er um samrøður millum politikarar. – Tá Anfinn Kallsberg tosar við Poul Nyrup Ramussen, er talan um politikk. Politiskar av- talur í slíkum samrøðum eru ikki umsitingarligar avgerðir, men politiskar samrøður, og tí hevur løgmaður onga skyldu at skriva upp og lat inn- lit í uppritið, sigur An- finn V. Hansen, advo- katur. Men embætismaðurin leggur afurat, at løg- maður hevur skyldu at kunnu uttanlandsnevnd- ina, um nakrar beinleið- is avgerðir verða tiknar á slíkum telefonfundi. Ger hann ikki tað, er tal- an um eitt mál fyri landsstýrismálanevndin a, sigur advokaturin. Hóast sínar greiðu meiningar, vil Anfinn V. Hansen ikki meta um, hvørja niðurstøðu Løg- tingsins Umboðsmaður fer at koma til viðvíkj- andi hesi kæru. Kærdu løgmann fyri umboðsmanninum ingini latið úr hondum. Tað vóru tíðindamenninir Per Højgaard og Kári Durhuus, sum eftir áheitan frá Løg- mansskrivstovuni í meira enn hálvtannað ár millum annað høvdu kannað, hvussu væl lógin um alment innlit virkar í Føroyum. Kanningin er grundað á hópin av skriv- ligum keldum og samrøður við umleið 100 umboð fyri landsumsitingina, fjølmiðl- ar, kommunur, fakfeløg og aðrar týðandi partar. Í niðurstøðuni staðfesta tíðindamenninir, at lógin um alment innlit virkar ikki nøktandi, tí lógin sjálv og umsitingin av lógini eru ov avmarkandi. Niðurstøðan sigur eisini, at embætisfólk hava ov lítlan kunnleika til lógina og reglurnar á økinum. Og at hetta elvir til ótryggleika hjá embætisfólkunum og hevur við sær, at almenna innlitið sambært lóg um innlit í fyrisitingina eisini verður umsitið tilvildarliga og ymiskt. Hóast kanningin nú er tvey ára gomul, eru niður- støðurnar enn veruleiki. Sosialurin hevur spurt seg fyri hjá ymsu aðalstýr- unum, um tey hava greiðar innanhýsis reglur um, hvussu lógin um alment innlit skal handfarast. Svarið er enn, at stýrini ongar greiðar manna- gongdir hava. Og harafturat eru fjølmiðlafólk og onnur, sum brúka lógina um alment innlit enn samd um, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu umbønir um alment innlit verða viðgjørdar. Landsstýrismenn ávirka – Bíða, eg skal líka fara at spyrja landsstýrismannin, um tú kanst fáa innlit í hatta málið. Hetta munnliga svarið fekk eitt av tíðindafólk- unum á Sosialinum fyri tíð síðani, tá tað vendi sær til eitt av aðalstýrunum fyri at biðja um innli í ávíst mál, ið greitt var umfatað av lógini um alment innlit. Og hetta er ikki eindømi. Tí tað er ein sannroynd, at landsstýrismenn blanda seg, tá tíðindafólk biðja um innlit í viðkvom mál. »Eingin ivi er um, at landsstýrismaðurin hevur ávirkan á, hvat fer út og ikki«. Soleiðis sigur eitt em- bætisfólk í almennu um- sitingini í kanningini hjá Per Højgaard og Kára Durhuus. Og í somu kann- ing siga fleiri tíðindafólk seg hava varhugan av, at landsstýrismenninir hava ávirkan á, hvussu lætt ella toført tað er at fáa innlit í skjøl ella mál. Tíðindafólk halda tað vera truplari at fáa innlit í mál, har landsstýrið ella onkur av landsstýrismonn- unum stendur veikur. Hetta sigur eitt tíðindafólk í kanningini seg hava upp- livað í sambandið við málið um keypið av vaktar- skipinum, Nólsoyar Pálli. Hetta sama tykist hava verið galdandi í sambandi við fullveldismálið. Í før- um, har tíðindafólk hava vitað um skjøl, ið ikki koma so væl við hjá lands- stýrinum, hevur verið trup- ult at fáa innlit. Í ørðum førum, tá landsstýrið hevur havt áhuga í at fáa skjøl almannakunngjørd, hava embætismenn ringt til fjølmiðlarnar og biðið teir senda inn umbøn um al- ment innlit, tí nú fyriliggja nýggj, spennandi skjøl. »Okkara uppliving er, at tað er sera lætt at fáa innlit í mál, sum politikararnir vilja hava út. Tá tað so kemur til tey pínligu málini, eru upplivingin hin øvugta«, siga tveir full- samdir tíðindamenn í kann- ingini hjá Per Højgaard og Kára Durhuus. Tveir aðrir tíðindamenn í somu kanning siga seg hava upplivað, at ein embætis- maður ikki vildi lata teim- um innlit í skjøl, uttan fyrst at spyrja landsstýrismannin um loyvi. Hetta hendi, hóast løgfrøðingar framm- anundan høvdu váttað fyri tíðindamonnunum, at teir sambært lóg høvdu rætt til innlit í skjølini. Kenna ikki lógina Hóast tað eru sjey ár síðani, at lógin um alment innlit varð sett í gildi, er tað enn ikki vorðið gerandiskostur, at vanligi borgarin vendir sær til almennu umsiting- ina at fáa innlit í viðkom- andi mál. Aðalstjórar, sum Sosialurin hevur havt sam- band við, siga, at tað er sera sjáldan, at teirra stýri fáa umbønir um alment innlit frá privatpersónum. Í staðin eru tað fyri tað mesta fjølmiðlar, ið biðja um innlit í ymisk mál umleið einaferð um mánaðin. Men almennu myndug- leikarnir hava heldur ikki gjørt nakað við at kunna almenningin um lóginina um alment innlit og hvussu hon skal nýtast. Tí ber til at hugsa sær, at orsøkin til, at privatfólk ikki biðja um innlit er, at tey vita ikki, hvussu tey skulu bera seg at. Fjølmiðlafólk vita, at skal tað eydnast at fáa innlit í tað mál, tú vilt, tá tú vilt, er neyðugt, at tú hevur hollan kunnleika til lógina um innlit í fyrisitingina, og at tú nágreiniliga veitst, hvønn tú skalt leggja trýst á, fyri at fáa tær upplýs- ingar, tú vilt hava. Tískil eru tað næstan bert tey ídnastu fjølmiðlafólk- ini, og nakrir fáir vanligir borgarar við serligum áhuga fyri almennum inn- liti, ið megna at fáa innlit í tey mál, tey ætla sær. Hetta kann tyngjað fólka- ræðið. Tí av tí, at lógin um innlit ikki verður fylgd, er gjøgnumskygnið í landsins umsiting ikki eins gott, og tað átti at verið í einum ný- mótans samfelag. Tíðindastjóri Sjónvarpsins, Øssur Winthereig, hevur kært Løgmansskrivstovna til Løgtingsins Umboðs- mann, tí hon ikki vildi játta innlit í eitt upprit frá telefonsamrøðu millum løgmann og danska forsætisráðharran Hóast vit í Føroyum hava eina lóg, sum greitt skilar almenninginum rætt til flest øll umsitingarlig skjøl, sum fara millum stovnar innan fyrisitingina, er ofta torført at fáa fatur á teimum. Lógin hevur verið í gildi í sjey ár, men enn virkar hon ikki nøktandi C M Y K 7 6