fríggjadagur 7. november 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
sosialurin 7. november 2008
KOMMUNUVAL 08
Høgni Mikkelsen
X við
X við A
Gunnar Mohr
Tín rødd í býráðnum
Ítróttur
Eg eri til reiðar at stuðla øllum mennandi
ítróttarvirksemi. Tað kundi verið hóskandi at
kommunan útvegaði eitt øki til motor-ítróttin,
soleiðis at m.a. ein motorcross-breyt varð sett
á stovn, bæði til ATV- og motorcross koyring.
Hetta kann lata seg gera uttan stórvegis
kostnað.
Ellisheim
Nýtt ellis- og røktarheim skal byggjast Yviri við
Strond við vardum íbúðum, ið skapar eitt betri
eldraumhvørvi. Hesar eindir mugu gerast
soleiðis, at stórur partur av teimum, ið standa á
bíðilista, fáa sín tørv nøktaðan.
Grundøki
Kommunan er ánari av stórum víddum –
Hornagarði – so tað er lagamanni, at
framvega ódýr grundøki til borgaran.
Kommunalur skattapolitikkur
Skattaprosentið verður læst fast, og ikki
hækkað, soleiðis at keypiorkan verður økt.
Arbeiði
Arbeiðsskapandi tiltøk skulu setast í verk, so
arbeiði verður til allar hendur. Eg vil arbeiða fyri
heildini, soleiðis at øllum borgarum í
kommununi, verður tryggjað eina rættvísa
viðgerð, og at trivnaðurin verður í hásæti.
Tín atkvøða tryggjar trivna fyri børn, ung og
eldri.