Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 216- 10. november 2008 tíðindi kronikk Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur Nógvir føroyingar hava eitt romantiskt forhold til bygdir. Ikki minst í hesum tíðum – tá fjøllini kortsíðani hava verið gingin og øll mentanin kring slaktið hevur staðið í fullum blóma – er ímyndin um bygdina full av nostalgi. Tað er okkurt heimligt, okkurt familjert, okkurt trygt við hesi ímyndini – sum um vit við hesum droyma okkum aftur í ein heim, ið ikki var so trupul og torskildur sum heimurin í dag. Men hetta er sjálvandi ein illusión. Fyri tað fyrsta var føroyska bygdin munandi truplari at liva í í hesi ”heilagu fortíðini”, og fyri tað næsta varar heystið einans fáar vikur, áðrenn kaldi veruleikin aftur ger um seg við sínum kravi um píkadekk, tá koyrast skal til og frá arbeiði á hálu landsvegunum í Eysturoynni. Summi av tykkum arbeiða ivaleyst í heimbygdini. Men nógv av tykkum arbeiða helst í onkrum øðrum bygdum. Klaksvík? Leirvík? Gøtu? Runavík? Ella kanska arbeiða summi av tykkum í Havn? Nógv av tykkum hava ein gerandisdag, ið verður hildin saman við hjálp av bilinum. Nógv av tykkum hava ein gerandisdag, ið strekkir seg yvir minst tvær og kanska tríggjar ella fleiri bygdir. Hvar er tann romantiska fatanin av einum siðbundnum framleiðslufelagsskapi í hesum? Tað hava tit einans tíð til í heystferiuni og kanska eitt sindur um vikuskiftini. Men týðandi parturin av tykkara lívi verður til í eini sambinding millum ymiskar bygdir. Netverksbýurin og funktiónsbýtið Eysturoy – ja í grundini alt tað føroyska meginlandið – er í dag ein býur. Gaman í ein sera spjaddur býur og ikki ein samanhangandi mongd av húsum. Men hóast tað – kanska serliga her í Eysturoy – er langt millum húsini, so skerst ikki burtur, at Eysturoy hevur eit sterkt funktiónsbýti millum bygdir. Summar bygdir hava ítróttarhallir, aðrar hava svimjihallir, onkrar hava fótbóltsvallir, aðrar hava bygdarhús, summi hava mentanarhús, onnur hava samkomuhús, ein hevur rúsdrekkasølu, aðrar hava gistingarhús, fáar hava grillbarrir, nógvar hava kioskir, summar hava flakavirki, aðrar hava heilsølur, summar hava handlar, aðrar hava skúlar, summar hava bensinstøðir, aðrar hava posthús. Soleiðis kann man halda fram. Eingin bygd í Eysturoy er nóg stór til at kunna bjóða út allar funktiónir. Tí eru bygdirnar noyddar at býta funktiónirnar millum sín. Summar hava styrkir á nøkrum økjum – kanska vegna ein djúpan, tryggan fjørð. Aðrar hava styrkir á øðrum økjum – kanska tí tær liggja beint við høvuðsvegin. Neyðugt er sjálvandi hjá einihvørji bygd at meta um hvørjar styrkir hon hevur – og satsta upp á tær. Hvat er bygdarmentan í dag? Fólk fara ofta skeivt í býin, tá tey tosa um bygdarmentan. Tey tosa sum um eginleikarnir, ið gera seg galdandi í heystferiuni, eru eginleikar, ið eru í bygdini alt árið. Tey tosa sum um felagsskapskenslan, ið stendst av samstarvinum um seyð og slakt, er til staðar alt árið. Tey tosa sum um fólk í bygdunum framhaldandi hava beinleiðis ”mekaniskan” tørv á hvørs annans tænastum. Í dag er klassisk, føroysk bygdarmentan nærum horvin – undantikið í ávísan mun í summum smábygdum, har primervinnan framvegis er dominerandi. Man kann ikki tosa um bygdarmentan uttan eisini at tosa um primervinnu. Primervinna er landbúnaður og fiskivinna, ið framvegis verða rikin á einum hondverksligum grundarlagi. Í Fuglafirði er lítið eftir av slíkum virksemi. Nakrir knæbøndur stríðast við sítt, nakrir útróðrarmenn stima framvegis móti rákinum. Men í dag arbeiða tey flestu innanfyri íðnað og tænastur – innanfyri sekundervinnurnar og tertier­ vinnurnar. Hetta merkir víðari, at mentan á bygd í dag er vorðin borgarlig. Fólk á bygd eru ikki longur bygdafólk, men býarfólk. Fólk á bygd fara á tiltøk, hyggja eftir fótbóltsdystum, ganga á matstovu, spæla bingo, ganga í bindiklubba, spæla innandura­ fótbólt og so framvegis og so framvegis. Kvæði og skjaldur hoyrist lítið til. Mammur sita ikki og læra ommudøturnar at kæra. Páparnir læra ikki synirnar at binda knútar ella at telgja. Abbar sita ikki og fortelja abbasynum søgur um trøll og huldufólk. Ommur sita ikki og kara og syngja gamlar kingosálmar. Børnini venja við ÍF ella Flog. Og so skulu tey spæla Playstation ella hyggja eftir teknifilmi. Gamla føroyska bygdamentanin – samspælið millum húsarhald og búskap – og millum ættarliðini – er ikki longur. Børnini eru parkerað í skúlum og í barnagørðum. Tey gomlu sita upp í Vesturstovu. Konurnar eru úti og arbeiða, og hava ikki tíð at halda hús á sama hátt sum tær gjørdu fyrr. Nú má serfrøði til at røkja hesar gomlu húsarhaldsmentanarligu uppgávurnar. Forstaðsmentan og vælferð Ein bygd er í dag at meta sum ein býlingur. Bygdir eru vorðnar suburbanar. Her eru flottar girðingar millum húsini. Vegirnir eru snórabeinir, asfalteraðir og við gonguteigum. Ymsastaðni eru spælipláss og sparkivallir. Bilar standa parkeraðir fram við vegin ella í garasjum. Hvat er munurin á Fuglafirði og onkrum býlingi í Havn ella í Ballerup? Kanska at tað er brattari, men so heldur ikki nógv meiri. Tað eru eingir leysir hundar, ið renna aftaná traktorunum. Tað eru ongar leysar gæs, ið spáka sær runt millum húsini og eta tulipanirnar hjá frú Abrahamsen. Tað eru fáir konur, ið hava veltu uttanfyri húsini og fáir seyðir, ið eru stikaðir inni millum húsini. Í forstaðnum Fuglafirði eru havarnir bert til pynt – eitt forlongilsi av fínustovu og samtalukøkinum – og vónandi ein kandidatur til urtagarðssendingina hjá Kringvarpinum. At fáa vitjan av Bergljót er jú tað størsta, ið kann henda her í lívinum – aftaná at vinna fulla plátu í bingo, sjálvandi… Vælferðarstaturin leingi livi! Hann er jú eisini komin til Fuglafjarðar. Her tjena fólk tjúkt upp á íðnað og tænastur. Her er ráð til eina nýggja Weber­grill á hvørjum ári – og eina fartelefon til dótrina – og eina Liverpool­ troyggju til sonin. Her osar av vælferð og ríkidømi. Flatskíggjar, leðursofur, eikiborð, espressomaskinur. Alskyns luksusvørur skulu stappast inn í flottu, nýmálaðu húsini. Ein post-materiell bygd við ráðaríkum kvinnum Men sjálvt í Fuglafirði er pláss til mentan. Tá man hevur tað so gott og ikki kann finna upp á meiri luksus at keypa, so er tíð upp á at gerast post­materiellur. Hvat skal man geva henni, ið hevur alt? Tað kann man hugsa leingi um, men einfalda svarið er, at eitt kvøld í býin er eitt gott hugskot. Kanska ein sjónleikur ella ein konsert eru á skránni í mentanarhúsinum, Atlantis ella í Norðurlandahúsinum. Ella kanska kann man ganga til yoga saman? Ella hvussu við einum kreativum skriviskeiði? Ja, tit merkja hvussu tit ordiliga sita ovast á tindinum á tørvspyramiduni. Tað er sjálvrealisering hetta snýr seg um. Tit skulu finna tykkara innara, sanna ego. Summar av tykkum ætla enntá upp í politikk – hóast Bill Justinussen staðiliga hevur víst á hvussu skaðiligt hetta kemur at vera fyri moralska kjølfestið í samfelagnum. Nei, kvinnur, fylgið ráðini hjá teimum kristin­konservativu: haldið tykkum til heimið og syrgið fyri at trútta ein strangan, kristnan moral niður í tykkara børn og tykkara menn. Og fremst av øllum: haldið tykkum burtur frá almenninginum, har tit bara skapa forvirring og moralskt forfall. Nei, skemt til viks. Sjálvandi mugu konufólk gerast ein virknari partur av politikkinum. Tað hevur sjálvandi nakað við sjálv­realisering at gera, men tað er hinvegin neyðugt fyri at hava eitt ektað demokrati, at flestir partar av samfelagnum eru umboðaðir. Og kvinnur umboða hóast alt næstan helvtina av fólkinum. Har er einki at rafla um, um man ynskir at styrkja fólkaræðið. Mentan – ein ”bleyt” vinnugrein Nógv beklaga seg um hesi – sokallaðu – bleytu virðini. Hvat er tað fyri nakað fjas at brúka pengar til? Hví ikki hava tað sum í gomlum døgum. Tá var einasta institutionaliseraða mentanin kirkjan. Restin av mentanini vóru húsarhaldsbundnar tænastur, og tær vóru sjálvandi óløntar. Síðani komu skúlar og fótbóltsvallir. Seinni komu eisini barnagarðar og ungdómshús. Tað er eftirhondini langt síðani at tað almenna – í hesum føri tað kommunala – byrjaði at taka sær av teimum bleytu málunum. Men tey bleytu málini eru farin at fylla meiri – bæði á budgettunum og í sinnunum. Nú á døgum hugsa kommunur ikki bara um skúlar og barnagarðar, men um listasøvn, bókasøvn, spælistøð. Ella kanska parkir, grøn øki, golfbanar og annað slíkt náttúrutengt frítíðarvirksemi. Enn einaferð: borgarliga býarmentanin ger alsamt meiri um seg! Tað má sláast fast, at mentan er eitt slag av tænastuvinnu. Mentan er ikki bara nakað, ið bara er har. Mentan skal framleiðast, eins og hoyggj og krov skulu framleiðast, eins og fiskur og nótir skulu framleiðast, eins og hús og vegir skulu framleiðast. Mentan er ongantíð bara bara. Mentan verður altíð framleidd. At man so ikki er tilvitaður um hesa framleiðslu, er so ein heilt onnur søk. Tríva vit aftur í siðbundna landbúnaðarsamfelagið, so var „mentan“ oftast eitt hjáprodukt hjá primervinnuni. Mentan var nakað, ið varð til samstundis sum neyðsynjarvørurnar vórðu framleiddar. Mentan var ikki ein tilvitað framleiðsla, men nakað, ið var ósundurskiljiliga tengt at, tí man var noyddur framleiða. Mentan var búskapur – og búskapur var mentan. Mentanarvinnurnar – serliga fyri kvinnurnar? At vit í dag tosa so nógv um bleyt virði, er tí at vit í alt størri mun uppliva eina sundurskiljing millum mentan og búskap – ella rættari: eina búskapargerð av mentanini. Við tað at mentanin gerst eitt fyribrigdi í egnum mátti, verður hon knappliga eisini nakað verd og fer tí at kosta. Mentan er ikki longur bert ein hjáveiða, men nakað, ið krevur pening og lønta arbeiðsmegi. Í dag arbeiða sera nógv fólk við mentan av øllum møguligum slagi. Bæði pedagogar, lærarar, venjarar, skrivstovufólk og nógv onnur arbeiða burturav við at fáa mentanina at koyra. Mentan – serliga tann meiri basali parturin av mentanini, ið vit kalla umsorgan ella uppaling – er vorðin størsta vinnugreinin í samfelagnum. Hvønn morgun fara túsundtals føroyingar avstað til teirra arbeiði við mentanarskapan og mentanarformidling. Hvønn morgun fara hundraðtals fuglfirðingar avstað til slík størv. Og tað er nú einaferð ein sannroynd, at tað eru Kvinnur og kommunalur