mánadagur 10. november 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 216- 10. november 2008
17
Vit skulu planta túsund
trø................
Vit skulu planta 1000 trø!
Vit fara at ganga í fótaspor
um Djóna í Geil, og planta
miðbýin av nýggjum.
Planting í stórum í Suður
streymi skal verða so gjøgn
umførd, at restin av landi
num fer at taka hetta til sín
sum ein frymil fyri plant
ing um alt landið. Dentur
fer tá at verða lagdur á at
velja trø, sum vaksa væl í
Føroyum.
Umframt at skapa hugna
og vakurleika, er síðuvinn
ingurin at varðveita og
skapa mold og lívd, og sam
stundis fer hitin á staðnum
at hækka 12 stig og skapa
betri livilíkindi hjá plant
um og djórum, og í síðsta
enda hjá menniskjum.
Tað eigur ikki at bera til
uttan víðari at fella trø inni
í býnum, og um hetta verð
ur gjørt, skal viðkomandi
sektast fyri illgerningin og
verða álagdur at planta nýtt
fyri tað felda træi.
Vit sum hava verið í
Bergen síggja hvussu
vakur hesin býur er við
trækløddum fjøllum og
líðum.
Fyri um 150 árum síðan
var einki træ í Bergen, tað
vit síggja eru planta trø.
Til ber eisini hjá okkum
at planta, um ikki so nógv
og tætt, so ber til við plant
ing í líðum og dølum at
skapa hugnaligar og
fjálgar viðalundir.
Vit skulu planta
túsund trø.......
Planting av býnum og í kringumhvørvinum
arkitektur
Albert Isfeld
Hóast kreppa er í
heimsbúskapinum, og
ringar tíðir lúra um allan
heimin, eiga eg og tú ikki
at setast afturá, og missa
móti. Nei, tað er nú vit
veruliga eiga at fara til verka . Lat okkum halda høvdi
kalt, hava yvirskot og hoyrast um allar geilar!
Hjá okkum vanligu borgarum minnir støðan ikki sørt
um støðuna fyrst í 90 inum. Smyril Line má bjargast av
Marsannu og Palleba, ringar tíðir í Klaksvík og Suðroy,
har skip og flakavirkir hava givið upp ondina.
Men sambært Julie Lindegaard,
kommunikatiónsleiðara so eiga vit at arbeiða offensivt í
krepputíðum. So meðan aðrar fyritøkur trekkja seg, lata
hurðina aftur og tiga, eiga vit í Føroyum at gera dalt av
rúminum vit brádliga fáa. Í hesum døgum verður nógv
spart, og mangan verður marknaðarføring og pr ikki
raðfest serliga høgt.
Don’t worry – Be happy
KItty MAy
ellefsen
Seinastu tíðina hevur Tórs
havnar Musikkskúli havt
nógva umrøðu í miðlunum
og millum manna. Serliga
eru tað politikarar og val
evni til komandi býráðsval
ið ynskja tónleikinum gull
og grønar skógir.Í so máta
alt gott um hetta,tað er
vælsaktans vælmeint.
Men annars er ikki nógv
nýtt undir sólini,summi
valevni tváa sær sum vant
um hendurnar ,og siga seg
einki hava vitað um hetta
mál fyrr enn nú,meðan
onnur siga seg hava roynt
at geva musikkskúlanum
betri umstøður.
Vónandi liggur nakað
aftanfyri alla hesa vælvild,
tí fyri góðum hálvum ári
síðani var trivnaðarkanning
gjørd millum lærararnar ið
starvast á Tórshavnar
musikkskúla,og vísti hon
klárt at stórur partur av
læraranum hava umhugsað
at finna sær annað starv.
Ein av orsøkunm til
henda mistrivnað liggur í tí
at bygningarnir sum Tórs
havnar Musikkskúli húsast
í eru lappaloysnir –og
sjálvt um lærarnir hava víst
stórt tolsemi og roynt at
røkja sítt starv sum
frægast er tolið nú við at
vera uppi.
Vit fegnast øll um góðu
úrslitini í Tórshavnar
Musikkskúli kann vísa á,
men skal henda mennin
halda fram er alneyðugt
at hann fær betri
umstøður.
Vegna lærararáðs
nevndina.
Leingi er áðrenn væl skal vera
Formaður
tórI restorff
JAcobsen
Almenna partafelagið
Smyril Line steðgar
norskum, svenskum og
bretskum ferðafólkum at
vitja Føroyar
Nú hitt almenna yvirtekur
Smyril Line, verður boðað
frá, at Norrøna skal gevast
at sigla til Noregs og Skot
lands. Frameftir skal skipið
einans sigla beinleiðis til
Íslands umvegis Havnina,
heldur enn at bróta íslands
ferðina av við einum
avstingara til Bergens.
Umframt hendan túrin,
sum helst er ætlaður at flyta
danskarar og suðureuropear
ar beinleiðis til Íslands, skal
skipið gera ein túr bert mill
um Føroyar og Danmark.
Men hesum túrinum koma
fyrst og fremst føroyingar at
gera nýtslu av.
Nú Noregs og Skotlands
túrarnir falla burtur, síggja
vit sjálvsagt ikki ferðafólk
úr hesum londunum í egnum
bili aftur í Føroyum, og tað
verður eitt stórt afturstig.
Men tað, sum verður til
uppaftur størri skaða fyri
føroysku incoming ferða
vinnuna, er, at fjøldin av
gestum frá europeiska
meginlandinum, sum vitjaðu
Føroyar á ferðini til Íslands
ella á veg heimaftur, nú
verða burtur, tí tey eftir
nýggju ferðaætlanini fara at
gera ferðina til Íslands uttan
at steðga á í Føroyum.
Ringast fyri veitarar á bygd
Eftir gomlu ferðaætlanini
vóru allir útlendingar, sum
fóru til Íslands við egnum
bili, tvingaðir at gista, eta og
gera útferðir í Føroyum í
tveir ella tríggjar dagar,
meðan bíðað varð eftir skipi
num. Danir og suðureurop
earar, sum komu yvir Dan
mark, máttu búleikast her
frá mánadegi til mikudag,
meðan skipið fór til Noregs,
og norðmenn, svenskarar og
onnur, ið komu yvir Bergen,
noyddust at bíða her á heim
ferðini frá fríggjadegi til
mánadag, meðan skipið var í
Danmark.
Tá slapp eingin útlend
ingur undan at ferðast í Før
oyum á íslandsferðini, mót
satt nýggju ætlanini, nú útl
endsku íslandsfararnir einans
koma at síggja Føroyar frá
bátadekkinum á Norrønu.
Sostatt høggur almenna
felagið við einum høggi av
alt tað, sum uppbygt er sein
astu 30 árini, hvat føroyskari
incoming ferðavinnu við
víkjur, tá umræður útlendsk
ferðafólk í egnum bili!
Og av tí tey vóru í egnum
bili, vitjaðu flestu teirra
heldur á bygd enn í bý, og tí
fer tjóðartøkan av skipinum
at svíða fastast hjá teimum
við veitingartiltøkum á bygd.
Tað er harmuligt, tí nógvar
smáfyritøkur og einstaklingar
á bygd hava brúkt tíð, kreftir
og pengar at byggja upp eitt
hvørt veitingartiltak, sum nú
tykist fara fyri bakka!
Men øllum hesum hevur
stjórin í Samvit greitt frá í
fjølmiðlunum, so tað poli
tiska tiltaki viðvíkjandi
Norrønu varð alt gjørt
vitandi um viðurskiftini.
Ætlar hitt almenna at seta
nakað í staðin?
Spurningurin er nú, um hitt
almenna – løgting og lands
stýri – bert vil bróta niður,
tað sum ferðavinnan við
tógvið stríð í langar tíðir
hevur uppbygt, ella tey hava
nakað annað eins gott og
gevandi at seta í staðin.
Hevur politiska systemið
ikki tað, má marknaðar
føringin av Føroyum sum
ferðamál púrasta umleggjast
beinanvegin!
Skal skaðin, sum almenna
átakið viðførir, bert partvís
bøtast, verður neyðugt bæði
við skjótum og dýrum
søluframtøkum!
Í fyrsta lagi skulu suður
europearar, ið ferðast norð
ureftir í egnum bili, sann
førast um, at Føroyar í sjálv
um sær eru verdar at vitja.
Tey skulu heldur velja sær
Føroyar burturav enn at fara
longu leiðina heilt til
Íslands. Tað skal verða
nýggi boðskapurin!
Í øðrum lagi skulu tey,
sum kortini fara til Íslands,
fáast at steðga á í Føroyum
– antin á út ella heimferðini
meðan Norrøna ger
eykatúrin til Danmarkar.
Tað, sum tey áður vórðu
tvingaði til, skal søluarbeiði
nú fáa tey at velja av fríum
vilja!
Munandi meirjáttan skal
til!
Men her skulu stórsligin
átøk til. Og hesi átøk krevja
miklan pening og stórt
arbeiði!
So spurningurin verður,
hvørt landsmynduleikarnir
vilja síggja skaðan, tjóðar
tikna reiðaríið ger, og um
tey vilja ganga í seg sjálvan
hesum viðvíkjandi.
Tí! Skal skaðin bert smá
vegis afturbøtast, má fíggjar
lógin fyri 2009 meirjátta
ferðavinnuni munandi upp
hæddir til marknaðarføring
av Føroyum sambært nýggju
ferðaætlanini hjá nú almenna
ferðamannaskipinum!
Ein risaavbjóðing fyri føroyska ferðavinnu!
Hotel Streym
sv. AAge
ellefsen
Eg fari at heita á teg
sum borgara at nýta
møguleikan og seta ein
kross fyri:
• Betri samband millum borgara og kommunu
• Fleiri røktarheim til gomul, og tey sum ikki eru før
fyri at klára seg sjálvi
• Dagføra høllina á Hálsi
• Høll á Argjum
• Dagføra gomlu skúlarnar
• Nýggjan musikkskúla
• Grundstykkir, sum borgarin ynskir
• Altjóða gera ovara vøll í Gundadali, so hann lýkur
altjóða krøv
• Útbyggja svimjihøllina (50 metur hyl)
• Fáa lív aftur í handils og mentunarlívið í býinum
• Økja um parkeringsmøguleikarnar í býinum
• Fleiri bátapláss
• Steðga ørvitis ætlanini við Sundsvegin
• Skilagóðan og varnan fíggjarpolitikk
Ynskir tú hettar, so er at seta kross fyri: B
Kom og tak eitt tak
saman við mær
- eri at finna á lista B
steInfInnur
MIttelsteIn
Eg vil arbeiða fyri at borg
arar í Tórshavnar Komm
unu skula fáa lægri olju
rokningar og fjálgari hús.
Sum sethúsa og íbúðar
bygning er í dag, eru olju
rokningarnar alt ov høgar
og kemst hettar av at íbúðir
og sethús ikki eru bygd til
at halda hitanum inni, men
at hita fuglarnir á tekjuni.
Hetta sjálvt um húsini
eru bygd eftir byggisam
tyktini fyri Tórshavnar
kommunu og lúka øll krøv.
Eg vil arbeiða fyri at
broyta byggjureglugerðina
so at húsini verða líti
dýrari at byggja, men
verða nógv bíligari at hita.
Dømi, Vanlig sethús:
Hús bygd eftir galdandi
byggisamtykt hjá Tórs
havnar Kommunu brúka
4000 litrar av olju um ári
Við verandi orkuprísum
svarar tað til 28000 kr.
Var Húsið bygt eftir til
ráðingini frá Orkuráðnum
1986, vildi brúkið verði
2000 litrar av olju um ári.
Við verandi orkuprísum
svarar tað til 14000 kr.
Munur 14000 kr.
Hús bygd eftir Donskum
reglum í dag. Brúka 1200
litrar av olju um ári.
Við verandi orkuprísum
svarar tað til 8400 kr.
Munur 19600 kr.
Har afturat fær man eini
behagilig og fjálg hús, eini
hús hvar slepst undan gólv
kulda og trekkið. Eisini
kunnu flestu av teimum
mongu gølum í byggjuvinn
uni, sum nógv fólk eru kom
in illa fyri av, umgangast.
Tað er heilt víst at hetta
eru broytingar ið bata, og
sum man vil merkja í tí
dagliga húsarhaldinum.
Betri bústaðir og lægri oljurokning
Set kross við lista A
MArItA
Hentze
viðmerkingar