Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 216- 10. november 2008 Tað almenna skal síggja til, at vit hava havnir, sum eru so stórar og tryggar, at tað ber til hjá skipum at koma til og frá. Fyri tað, sum lagt er út til hesar havnir, skal nýtslugjald takast, so tey, sum hava hug til at seta framleiðslufaktorar inn í flutningsvinnuna, gjalda kostprís fyri tað sum er lagt út, og tí ikki fáa studning frá skattgjaldar­ unum. Harvið sleppa tey framat, sum duga nóg væl í kappingini. Allar royndir vísa, at tað almenna hevur nógv týdn­ ingarmikið at taka sær av, men at rakstur av fyritøk­ um ikki er nakað, sum politikarar duga til. Hetta vóru okkara royndir av kongliga monopolhandlin­ um, og einki er batnað síðani. Eru vit fyrst komin inn á studningsglíðibreytina, er ringt at støðga aftur. Tá vit hava veitt tær fyrstu sjúti milliónirnar, hví skulu vit so ikki játta ta næstu? Men vit skulu minnast til, at hvør tann einasta króna verður tikin frá skattgjald­ arunum og hevði kunnað gjørt gagn aðrastaðni í samfelagnum. Almenn uppílegging Zakarias Wang Vit hava í seinastuni sæð, hvussu Tórshavnar kommuna sendir byggi­ uppgávur av landinum og harvið niðurbrýtur vitanarvinnu, sum vit eftir tógvið stríð hava uppbygt. Tað er borgarin í Havn sum betalir eyka fyri hesi mistøk Vit hava sæð, hvussu Tórs­ havnar kommuna avreiðir tað eina arkitektaprojektið fyri og annað eftir til Danmarkar og ofta eisini til arkitektateknistovur í Dan­ mark, sum onkur á byggi­ deildini hevur útvalt at verða serliga kompitenta. Seinasta dømið er ítróttar­ høllin á Nabb. Í bløðunum stóð at lesa, at tann valda danska teknistovan hevði serligan førleika at um­ og útbyggja ítróttarhallir. Projektið bleiv sett í gongd, og arbeiðið at byggja høllina bleiv boðið út. Fyri tað fyrsta bleiv høllin alt ov dýr, og síðan funnu fólk innan ítróttin útav, at høllin ikki lúkaði international krøv – hevur byggideildin sovið í tímanum? Her síggja vit, hvussu Tórshavnar kommuna á ókompitentan hátt oyðslar við peningi borgaranna – projektið bleiv skrottað, og eg havi lisið í bløðunum, at tær 5 milliónir krónurnar, sum projektið kostaði – her er helst ikki roknað við ferða­ og logiútreiðslum og øðrum logistikkpengum vegna langa avstandin til Danmarkar ­ endaðu í ruskspannini. Nú er avrátt, at annað danskt felag – enn einaferð ­ skal taka sær av ítrótta­ høllini og seta hana við endan av Tórsvølli. Spenn­ andi verður, hvat hon nú fer at kosta, og hvussu hon fer at síggja út, tí nú eru arkitektarnir settir á síðu­ linjuna. Vit hava nógvar arki­ tektateknistovur, sum hava veruligan førleika at pro­ jektera øll tey verkevnini, sum Tórshavnar kommuna nú avreiðir av landinum til danskar arkitektar. Vit finna okkum ikki í, at okkara arkitektar, sum gjalda skatt í Føroyum, verða forfordeildir í mun til danskar arkitektar, sum ongan skat leggja eftir seg her, og sum í omanfyri nevnda dømi um ítróttar­ høllina, ikki hava førleikan at projektera arbeiðir, sum kommunan av duldarfull­ um ávum er farin til Dan­ markar eftir – hevur byggi­ deildin sovið í tímanum. Vit vilja gjarna hava kapping í arkitektafakinum – tað stimbrar og gevur nýggja innspræning, men vit halda, at tað er ongin grund til at fara til onkran arkitekt í Danmark at geva honum uppgávur undir­ honds her heima, teir hava nokk at gera at byggja teirra egna land upp, og vit fáa ongar uppgávur undirhonds úr Danmark. Vit halda heldur ikki, at tað er nøkur grund til, at kommunan/byggideildin ger heimagjørdar kapping­ arhættir, sum av sær sjálv­ un gera, at uppgávurnar enda í Danmark. Tað skal standa púra greitt, at vit vilja kapping innanlendis í Føroyum um arkitektauppgávur, tá ið uppgávan er so vorðin, at rætt er at gera kapping. Tað skal eisini vera púra greitt, at vit eru fyri, at uppgávur við serligum symbolvirði, verða bodnar út í arki­ tektakapping eisini uttan fyri Føroyar, og tá hugsi eg fyrst og fremst í norð­ anlondum og ikki bert í Danmark, tí tá fáa besta úrslitið og inspiratión – vit kunnu bert hyggja at Norðurlandahúsinum, sum normaðurin Ola Sten teknaði – eitt gott dømi. Latið okkum fyri guds skyld sleppa av við hasar heimføðisligu kross og bolla kappingarnar, sum juristarí og bókhaldarí í kommununi kunnu tøssa saman – latið okkum fara aftur til arkitekturin, byggilistina, skynsemi. Latið okkum útbúgva byggideildina í Tórshavnar Býráð, so hon fær førleik­ an at fyrireika kappingar, og hon kann fáa hjálp frá Arkitektafelag Føroya og øðrum góðum fólki í Føroyum. Og ikki at gloyma: her eru milliónir av skatt­ gjaldarakrónum at spara. Eg vil arbeiða fyri at byggilistin í Havn aftur kemur á dagsskránna. Tórshavnar kommuna avreiðir vitanarvinnur til Danmarkar arkitektur Listi E albert isfeld Góði Petur í Gong, nevnd­ arlimur í Róðrarfelagnum Knørri og valevni fyri Tjóðveldi til býráðssvalið í Tórshavnar kommunu. Eg vil siga beinanvegin, at eg eri sera harmur um, at Róðrarfelagið Knørrur ikki hevur fingið betri viðferð seinastu fýra árini, henda býráðssamgongan hevur sitið. Men góði Petur, tín egni flokkur hevur sitið við leiðsluni í býráðnum hesi árini, men hevur einki givið tykkum. Eg haldi ikki, tað er rætt, at Róðrarfelagið Knørrur verður viðfarið soleiðis, sum tað verður. Eg skal gera púra greitt, at eg havi størstu virðing fyri tí ung­ dómsarbeiði, sum Róðrar­ felagið Knørrur ger og stendur fyri. Men fyri fýra árum síðan syrgdi Sambandsflokkurin í býráðnum fyri, at næstan alt kom upp á pláss við Róðrarfelagnum Knørri. Tit skuldu byggja nýtt neyst við Lágu kai. Tað vóru bert smáting eftir, men so vórðu tit svikin av verandi samgongu við Heðini Mortensen fyri Javnaðarflokkin og umboð­ um fyri Tjóðveldi á odda. So Petur og øll í Róðrar­ felagnum Knørri! Um tit vilja hava framburð og ikki minst virðing fyri tykkara fantastiska arbeiði, so skulu tit velja eitt umboð fyri Sambandsflokkin! Gott val. Hin órøkti Knørrur - eitt aftursvar býráðslimur, valevni Sambandsflokksins Høgni Mikkelsen Norðoya Sjálvstýrisfelag heitir á tingið um at bera so í bandi, at landskassa íløgan í Smyril Line verður eitt íkast til útjaðaran, og at virkað verður fyri størri reglusemi í sambandi við rutusiglingina Nú Føroya Løgting hevur samtykt at bjarga Smyril Line undan húsagangi, heitir Norðoya Sjálvstýris­ felag á tingið um at gera Norðhavnina í Ánunum til heimstað og fast atløgu­ pláss hjá Norrønu. Við hesum hevði íløgan hjá landskassanum gjørt størst gagn, bæði hjá landinum og felagnum, Smyril Line. Høvuðskommunan í Norðuroyggjum, Klaksvík, er eitt øki í landinum, sum í løtuni hevur stóran tørv á at verða styrkt. Vinnulívið í Klaksvík hevur tørv á beinleiðis atgongd til av­ og áskiping, og er tað einki meira enn rímiligt, at Norð­ uroyggjar fáa sín part av ágóðanum av gjøldum í sambandi við farma­ og ferðaflutning, nú tað al­ menna setir pening í hesa vinnu. Víst verður til tøl frá Hagstovu Føroya, sum vísa, at kommunurnar í Norðoyggjum eru tær kommunur í Føroyum, ið eru mest tengdar at til­ feingisvinnuni. Harafturat er Klaksvíkar kommuna komin í fíggjarligt óføri, samstundis sum at útlitini fyri tilfeingisvinnuna eru døpur. Eisini verður víst til, at Norðhavnin er ein veður­ góð havn, sum kann tryggja skipi og ferðafólki reglusemi. Við at gera Norðhavnina til fast atløgu­ pláss hjá Norrønu, gerast møgueikarnir betri at røkka endamálinum í samgonguskjalinum, har tað millum annað stendur: • at við verandi búskapar­ støðu er neyðugt, at tað almenna ger íløgur, ið kunnu vera við til at seta gongd á virksemið kring landið. • at haldast skal fram við arbeiðinum at marknaðar­ føra Føroyar í útflutnings­ og ferðavinnuhøpi, soleiðis at vit fáa greiðan kappingarsamleika. • at ein yvirskipað ætlan fyri menning og marknaðar­ føring av Føroyum og ferðavinnuni verður gjørd, so hon kann gerast vinnu­ ligt íkast fyri alt landið. Sum høvuðspartaeigari í Smyril Line hevur Føroya Landsstýri nú ein góðan møguleika at vísa, um samagongan meinar nakað við hetta, sum stendur í samgonguskjalinum. Vilja hava Norrønu til Klaksvíkar formaður, Norðoya Sjálvstýrisfelag Jan a. Joensen Vælsignaður Levi. Tú hoyrur heima í Eysturoynni. Her íður av børnum við serligum tørvi, sum ONKI tilboð hava av nøkrum slag. Mammur mugu ganga heima, tí onki tilboð er til børnini ­ ongin kommunalpolitikari (politikari yvurhøvur) vil kennast við børn okkara. Havið lisi alt tilfarið, sum uppstillaranir her í Runa­ víkar kommunu blaka í okkara postkassar og fjølmiðlanar. ONGIN av teimum nevnur børn við serligum tørvi. So eg atli mær á val týsdagin og stemma blankt, fyri at vísa mína ónøgd. Vit her inni fáa ONGA hjálp/tilboð frá Sernáms­ deplinum, so fyri mína skyld, kann Sernámsdepilin ikki vera til. Sorry, men so nógv havi eg til yvurs fyri Sernámsdeplinum. Hopi tú gert eitt knall gott val í Havn og stillar upp í Runavík um 4 ár. SO HAVNAFÓLK VELJIÐ LEVI MØRKw Havnarfólk veljið Levi Mørk levi Mørk viðmerkingar