Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 216- 10. november 2008 15 viðmerkingar Frá “Kongabrúnni til Gundadal” Skal verða okkara slagorð, tá ið vit tosa um at fáa miðbýin aftur á føtur Tað sær út til at málsetningurin “Fríðkan av býnum”, sum var slagorð í 80unum og 90unum er burturblivið og ein listarlig og estetisk líkasæla hevur tikið seg upp í toppinum av leiðsluni av býnum (tó so, okkurt byggilistarligt parkeringspláss er fingið til vega). “FráKongabrúnni til Gundadal”. Vit síggja at miðbýurin er stagneraður í einum stillstandi, sum minnir um eina blanding av ómegn og líkasælu – her hugsi eg bæði um býráði og miðbýarfelagið og annars øll vinnudrívandi í býnum. Vit síggja eisini í at kalla øllum miðbýnum, at gongu­ breytskantarnir eru í knúsi, vit síggja eisini at at kalla allar gongubreytirnar eru asfalteraðar og at rørslutarnað skulu berjast við høgar gongubreytskantar, sum onkustaðni eru høgir sum lágir múrar – hetta er hvørki brúkaravinarligt ella estetiskt. Vit síggja at gøtur verða steinsettar uttan umhugsni fyri rørslutarnaðum. Eisini síggja vit hvussu trø í okkara vøkru urtagørðum verða skrykt upp við rót fyri at geva pláss fyri kassafor­ maðum fyrbilsskúlum, sum lýta umhvørvi almikið fyriuttan at verða varðar fyri komununar gloymsku, hvat skúlabygging viðvíkjir. Vit hava enntá sæð, hvussu trø og runnar verða tikin burtur fyri at geva pláss fyri hissini gróti, sum er tikið úr haganum at leggja út ístaðin. Tað er sum ein skrímsla er farin niðan gjøgnum býin. Vit skulu fara uppá val at fáa hesi tingini í rættlag, vit eiga at fara undir aftur “fríðkan av býnum” so borgarin sær og skilir hvat teirra peningur verður brúktur til. Vit eiga at hava virðing fyri peningi borgaranna – sum polittikarar í Bretlandi siga: “taxpayers money”. Vit fara at arbeiða fyri at allur miðbýurin verður snøgg­ aður við vøkrum flísaløgdum og steinsettum gongubreytum og plássum/túnum, sum í støðum verða takt við glasi og fríðka við lampum, beinkjum, blómukassum og barna­ vinarligum hentleikum. Vegir/gongubreytir skulu allastaðni verða nýtiligar hjá rørðslutarnaðum. Býarskipanin Býarskipanin fyri allan býin skal endurskoðast fyri at dagføra hana til framtíðina. Dispositiónsætlan verður gjørd fyri alla kommununa, sum skal leggja upp fyri komandi tilflyting av øllum tí ungfólki, ið fer at koma higar at byggja vitanarsamfelagið. Tær nógvu ætlanirnar, sum hava sæð dagsins ljós í seinastuni – summar eru igongdsettar og aðrar á pappírinum – eru sum tiknar úr leysari luft og uttan samsvarð við higartil gjørdar ætlanir, hóðast ørgrynna av byggilendi er í Suðurstreym, er farið niðan í fjøllini at byggja. Vit minnast frálíku ætlanina hjá Tórshavnar kommunu frá 1986 “Havnin í næstu Framtíð” og var her serliga nógv gjørt burturúr at byggja nýggjan bý “Hoyvíkshagi Suður”. Her var talan um rættiliga býarbygging við visiónum, og var nógv arbeiði lagt í at visualisera (tekna) ætlanina so fólk skiltu intensiónina við hugnaligum gøtumyndum og plássum at savnast á. Henda ætlan verður nú gjøgnumførd í fullkomiliga avskeplaðum skapi, uttan tað ætlaðu býarbygging, sum var intensiónin tá. Vit eiga at taka ætlanina fyri Hoyvíkshagan upp til endurskoðan (tað er ongantíð ov seint) og dagføra hana til nýggjastu tankarnar innan býar­ og bústaðabygging. Nevnast kunnu eisini íbúarbyggingin undir Kongavarða, Stóratjørn og meir ella minni fantasifullar byggingar á Skálatrøð, sum allar eru “sera interressantar”, sum leiðslan í býráðnum tekur til – ikki so at skilja, nógv í hesum ætlanum eru skilagóðar loysnir og vilja geva býnum eitt handilsligt og mentanarligt tilskot. Vit skulu komandi taka lógvatak saman, at bera so í bandi, at Havnin gerst ein vakur og góður býur at búgva í, til frægd fyri øll sum búleikast her, til gleði fyri alt Føroya fólk og til vitjandi uttanífrá, sum koma higar sum ferðafólk at skoða land okkara ella at samstarva við okkum. Eftir komandi valskeið, eiga vit at kunna siga: “Vit hava yvirtikið ein bý, lagdan undir asfalt, og vilja lata tykkum hann aftur við steinsettum túnum”. (Frítt eftir Augustus Keisara um Roma: ”eg havi yvirtikið ein bý úr múrsteini og latið tykkum ein bý úr marmor”.) Býarbyggingin í Havn væntar nú allar góðar kreftir at fara til verka og hetta fari eg at arbeiða fyri. Javnaðarflokkurin vil virka fyri, at Bussleiðin fram­ haldandi verður ókeypis og víðkað. Javnaðarflokkurin fer framhaldandi at arbeiða fyri einum góðum um­ hvørvi: Býurin skal vera reinur, alt órudd skal beinast burtur. Allir bygningarnir hjá kommun­ uni skulu gerast um­ hvørvisvinarligari. Brenni­ støðin, sum nú lýkur øll nútímans umhvørviskrøv, skal gerast enn betur. Vit eiga at fyriskipa betri skiljing enn í dag. Trivnaðurin í býnum skal í hásæti: Vit skulu næstu árini raðfesta musikskúlan høgt, og Reinsaríið eigur at verða eitt opið stað fyri tónleikarum, soleiðis sum tað hevur verið seinastu tíðina. Skúlaøkið er raðfest høgt næstu árini og fer við meginpartinum av íløgu­ num næstu árini. Barna­ garðarnir og vøggustov­ urnar skulu viðlíkahaldast. Streingjast skal á lands­ myndugleikarnar at gera umstøðurnar betri hjá teimum støku, og streingj­ ast skal á at útboðið til tey eldru verður størri. Íløgur mugu leypandi gerast. Sjálvandi altíð við skili. Tórshavnar Komm­ una er væl fyri, og tað skal hon framhaldandi verða. Far á val í morgin týsdagin og vel gott umhvørvi og trivnað. Vel Javnaðar­ flokkin. So halda vit kósina! Vælferðin hjá einum samfel­ ag verður vanliga mett eftir, hvussu samfelagið fer við borgarum sínum. Ella hvussu høgt tænastustigið er. Tað veri seg á mentanar­, vinnuliga­ ella almanna­ økinum. Tjóðveldi í Tórshavnar býráð vil, at Havnin skal skína á borgararnar ­ sama hvar í kommununi, teir búleikast! Flokkurin leggur í sínum politikki dent á áhuga­ málini hjá heildini, hjá borgarunum bæði á bygd og í bý, eins og at tryggja øllum rættvísa og virðiliga viðferð. Borgararnir skulu kunna fylgja við í kommunala arbeiðnum og teimum átøkum, sum kommunan fer undir. Sum lið í hesum verður dentur lagdur á størri opinleika og gjøgnum­ skygni í fyrisitingini og politiska arbeiðnum í býráðnum. Tað er eyðvitað, at fólksins trivnaður og eitt burðardygt vinnulív hoyra saman. Tessvegna verður vinnu­ lívinum í kommununi tryggjað bestu kor og vakstrarmøguleikar, sam­ stundis sum karmar verða skaptir fyri blómandi mentanarlívi. Tórshavnar kommuna eigur at ganga undan á umhvørvisøkinum, strongja á at fáa lóggávu fyri alternativum bústað­ armøguleikum og at fáa eitt greitt uppgávu­ og ábyrgdarbýti millum land og kommunur. Tað var undir tjóð­ veldisleiðslu, at kommunan kom aftur á rættkjøl fíggjarliga eftir beisku kreppuárini síðst í áttati­ og fyrst í nítiárunum. Nú tað dregur á luftina aftur búskaparliga, ætlar Tjóðveldi ikki at taka nøkur óráð fyri. Við okk­ um á Vaglinum kanst tú líta á, at rikin verður ein ábyrgdarfullur fíggjar­ politikkur. Børn við serligum tørvi eiga ongan góðan! Børn við serligum tørvi eru slept upp á fjall hjá Tórshavnar kommunu og frá almennari síðu, tá ið talan er um frítíðrskúla­ tilboð. Ja, vit hava ein stóran trupulleika á økinum. Tí tað er einki kommunalt frítíðarskúla tilboð fyri børn við serligum tørvð eftir 2. flokk. Heldur ikki, fylgja tilsvarandi játtan við og hølisviðurskiftini á økinum eru sera vánalig. Hetta er ein neyðloysn frá almennar síðu. Sum er nú er, hava børn ikki krav uppá kommunalt frítíðartilboð aftaná 2. flokk, hetta er eisini galdandi fyri børn við serligum tørvi, her vísur Almannastovan til høluni hjá Javna í Gundadali. Har eru, sum eg havi skilt, einans børn við diagnosu innan ADHD/DAMP­økið. Her eru øll børnini í sama frítíðarskúla høpi. Talan er um børn við autismu og børn við øðrum trupul­ leikum. Javni ger eitt gott arbeiði: Men lat meg sláa tað rimmar fast, at Javni og tey starvsfólkini, sum har arbeiða gera eitt gott arbeiði. Men tað er ikki her í eg rætti fokus,so er tað komið uppá pláss. Eg eri meira eftir, hvussu ið tað almmenna og Tórshavnar kommunan raðfesta børn við serligum tørvi. Hoyvíkar skúli-og frítíðarskúli Hoyvíkar Skúli hevur gott orð á seg sum ein frálíkur skúli, ið ger eitt gott arbeiði, fyri teir veiku næmingarnar. Hetta er eisini galdandi í Frítíðar­ skúlanum í Hoyvík, har sera væl útbúgvi fólk, tekur sær av børnum við serligum tørvi, men her skal meira til. Ov lág játtan til betri karmar Her fylgjur eingin fíggjarlig játtan til betring av karmunum, sum er eitt krav, um tú skalt hava ein munagóðan kvalitet á økinum. Sjálvt um, Tórshavnar kommuna, roynir, at fylgja við, er støði ikki gott nokk í dag. Nej, her er nógv eftir til at støði skal vera betri. Øll hava ymiskan tørv Foreldur skríggja um hjálp og um betri fagligt innihald, fagligt støði og betri karmar, etc, men einki hjálpir. Øll serbørn vera bólkaði sum tey eru eins og hava sama tørv. Tú mást hyggja, at tí einstaka barninum og øll børn hava jú ymiskan tørv. Tað eru alt ov nógvar fyribilsloysnir á økinum, hvat við at finna eina verandi loysn, Eg eri troyttur av fyribilsloysnum Nei, her vantar, yvirornað politisk stev, har bæði kommunalir og landsindsmynduleikar, síggja veruleikan í eyguni, og steðga, alt sum eitur fyribilsloysir. Eg eri troyttur, av øllum hesum fyribilsloysnum á hesum økið. Børn og avvarandi eru gíslar Nei, lat okkum fáa skil upp á hetta økið, við at útbyggja verandi karmar í Frítíðarskúlanum í Hoyvík, har pláss vera til børn við serligum tørvi, heilt upp til 4­til 5 flokk. Ella gera ein nýggjan bygning, sum loysir trupulleikan, og harvið fjerna vit fyribilsloysnir. Tí tað eru børn og foreldur sum í seinasta enda, eru gíslar í hesum máli. Hetta er ein tvørpolitisk avgerð: Her krevs ein tvørpolitisk avgerð um, millum land og kommunu, har eg haldi, at hetta økið skal yvirtakast og har Tórshavnar komm­ una, fær fulla ábyrgd á økinum og tað fíggjarliga fylgjur við. Vel Levi Mørk, eg eri nakað fyri øll. Javnaðarflokkurin Elin lindEnskov lEvi Mørk býráðslimur og valevni á Lista E lEivur HansEn listi E albErt isfEld Veljið umhvørvi og trivnað Havnin skal skína á borgararnar Børn við serligum tørvi eiga ongan góðan!