mánadagur 10. november 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 216 - 10. november 2008
Havnardalur
– ein leikalund
Stóri dalurin kring Sandá eigur at verða gagnnýttur til
frítíðarvirksemi hjá havnafólki.
Til eitt kommunuval verður sjálvandi altíð tosað
nógv, um hvønn bata býirnir og bygdirnar hava tørv
á, t.d. skúlar, barnagarðar, eldrabýli,
handilsmøguleikar, kor/trivnaður og menning hjá
listini, vegir og samferðsla o.s.fr. Hetta er eisini tað,
sum hevur størst týdning. Men í eini tíð, har fólk
gerast alt meira urbaniserað (býarlig), vanliga vegna
lestur uttanlands, er eisini tørvur á fleiri grønum
økjum, av tí at býarfólk ganga ikki so nógv úti í
okkara vøkru náttúru. Flestu føroyingar fara bert út í
hagan og niðan í fjøllini í samband við seyðahald,
haruskjóting o.t. - altso um ein hevur eitt hvørt
”ørindi” í haganum. Øll fólk hava tørv á at fáa litirnar
og angan frá náttúruni inn gjøgnum sansirnar - ikki
bert við at standa í býnum/bygdini og hyggja at
haganum og fjøllunum - tað eru bara ikki øll, sum
vita av hesum, men tað er sera gagnligt fyri sál og
sinn - og sostatt trivnað.
Vit hava Viðalundina í Havn og grøna økið millum
Ringvegin og Vegin langa, har Svartifossur m.a. er.
Hetta seinna økið er er hugnaligt at ganga í ein
góðveðursdag.
Tá vit tosa um grøn øki, hugsa vit vanliga um øki í
býnum, løtt og skjót at koma til, men í øðrum londum
er heilt vanligt, at fólk seta seg í bilin og koyra til
okkurt vakurt og grønt stað, og seta seg har at grilla
ella eta matpakka, spæla við børnini og hugna sær.
Henda møguleika skulu vit eisini hava. Áðurnevnda
økið við Svartafoss er væl egna til hesa park-
verkætlan.
Eitt annað sera væl egna stað, sum er órørt, er
Havnardalur. Hví skal hesin vakri dalur, við trúgvu
Sandá og hennara smílandi sílum, liggja so
einsamallur uttan fyri Havnina? Vit skulu fara í
gongd við at fríðka og fjálga um okkara vakra dal,
sum eigur at vera til fragd og gleði fyri allar
føroyingar og serstakliga fyri borgarar í Suðurstreymi.
Eg hugsi burturav um ovara part av Havnardali - frá
Velbastaðarvegnum, ið fer yvir um Sandá, og niðan
til og við byrgingina. Runnar skulu plantast við
umleið 5-10 meturs fjarðstøðu til ánna og síðan trø
aftan fyri runnarnar. Har sum serliga stuttlig ella
vøkur náttúra er frammanundan, t.d. við teim stóru
klettasavningunum, skal bara vera fríøki (óplanta) -
onkunstaðni tó við plássi til grill og sitiplássum t.d.
benkir. Blómuteigar skulu eisini gerast, har tað sær
rætt út og riggar væl. Tað skal gerast framkomandi
við rásum, ið kunnu minna um tær í Viðalundini í
Havn - stuttligar, kringlutar og hugnaligar. Onkrar
vakrar og sjarmerandi brýr skulu gerast yvir um
Sandá í hesi park, fyri at hon eisini verður skilagóð
og vælvirkandi at ganga í.
Hetta verður sjálvsagt ikki ein verkætlan, sum
verður liðug undir komandi býráð; tað tekur jú nógv
ár hjá trøum at vaksa og trívast, men eg fari at gera
mítt til, at komandi býráð setur gongd á hesa ætlan,
sum allir føroyingar um eini 20-30 ár fáa høvi at
njóta í fullum blóma. Hetta øki er sera stórt og er tí
eisini møguleiki fyri at gera eitt vala tjaldingarpláss,
og sjálvsagt skal hesin møguleiki nýtast til fulnar. Ein
slík verkætlan - parkin í Havnardali - fer sostatt ikki
bert at gleða havnarfólk og aðrar føroyingar, men fer
at vera ein serstøk náttúrupark fyri ferðafólk, og fer
soleiðis óivað at vera við til at menna ferðavinnuna,
sum verður til gagns fyri allar Føroyar, men sjálvandi
verður parkin í Havnardali mest til gagns fyri
borgarar í Suðurstreymi - og Havnina burturav.
Í morgin er so dagurin, tá
veljast skal.
Eg stilli upp til býráðs-
valið, tí eg meini eg kann
gera mun.
Heilt stutt um meg
privat: Eg eri 39 ára gomul
og havi tvey børn. Lesi
Stjórnmálafrøði á Fróð-
skaparsetri Føroya, og havi
skrivstovuútbúgving, ið eg
tók á Tórshavnar Býráð.
Í seinastu bløðum, havi
eg skrivað um nakað av tí,
eg haldi hava týdning fyri
eitt komandi býráð, at
takað í. Fyri aftur at minna
teg á hvat eg standi fyri,
góði veljari, so komi eg
her við nøkrum dømum:
SKÚLIN: Játtanin til
skúlarnir má ikki minka.
Børnini skulu hava frukt,
grønt (her hugsið eg ikki
um grønar keks) og mjólk í
skúlanum. Eftirlit skal
verða við byggningunum.
FRÍTÍÐARSKÚLIN:
Børnini skulu kunna koma
í frítíðarskúlan, í hvussu er,
til og við 3. flokk. Eftirlit
og dagføring skal gerast av
hølum/byggningum.
TILBOÐ TIL UNG:
Nógvur peningur hevur
seinastu árini verið brúktir
uppá ítróttin, nú er tíðin
komin til “hini”. Peningur
skal enn brúkast uppá
ítróttin, men peningurin
skal býtast meira javnt
millum tilboð til ung-
dómin. Vit hava hoyrt at
tað er sera langur bíðilisti
til musikkskúlan og at
hølisviðurskiftini ikki eru
nøktandi. Hettar er alt
ímeðan við hava bygt hallir
og rennibreyt, alt gott um
tað, men, sum sagt, so má
umdeilingin gerast javnari.
MIÐBÝURIN: Meira lív
í miðbýin. Ljóðar sum ein
kliche, eg veit, men okkurt
skal gerast. Vit hava ein
sera hugnaligan, men
deyðan, miðbý. Aftána
klokkan 17.00 er einki lív,
uttan barrir og bilar.
Sølustøð ella matstovur
eiga at verða á niðastu
hædd í øllum byggningum
í gongugøtini.
PARKERING: Eg vil
arbeiða fyri at ein
parkeringskjallari verður
gjørdur í miðbýnum. Hesin
skal tó, fella so val inn í
býarmyndina, sum gjørligt
er.
ELDRAØKI: Fleiri
sambýli gerast og eftirlit
og dagføring av verðandi
eldrabústøðum.
BÚSTAÐARVIÐUR-
SKIFTI: Vit skulu hava
eina leigulóg, ið virkar. Og
vit skulu hava grund-
stykkja prísin niður. Eisini
skulu vit hava skúlaheim,
at bjóðað lesandi og
lærlingum.
Við hesum vil eg vísa
tær, hvat eru míni
hjartamál og heita á teg
um, at fara á val og seta X
við meg tann 11.11.08.
Vinaliga og takk fyri.
Trivnaðurin hjá borgar
anum eigur at verða
snúningsásin í øllum
politiskum átøkum
Vælferðarráð
Eitt vælferðarráð eigur at
setast á stovn, ið hevur eitt
vakið eyga við førda
vælferðarpolitikkinum í
Tórshavnar kommunu.
Harumframt eigur at setast
á stovn eitt barna og
ungdómsráð, ið skal
tryggja børnum og ungum
bestu kor og umstøður at
vaksa upp og mennast.
Útbúgving
Fyri at seta borgaran í
miðdepilin hevur tað
stóran týdning at hesin
hevur møguleika at menna
egin evni. Tey ungu skulu
ikki av landinum at nema
sær útbúgving. Tvørtur-
ímóti skal Havnin gerast til
universitetsbý har ungdóm-
ur aðrastaðni kemur at
nema sær útbúgving.
Tórshavn altjóða
mentanar og vinnudepil
Føroyar skulu verða
fyrimynd í altjóða
samfelagnum. Her skal
blóma við mentan, list og
nýskapan. Vælvirkandi
skipanir eiga at borga fyri,
at íverksetara spyrarnir
festa røtur soleiðis, at hetta
tilfeingið kann gerast ein
týðandi partaur av
samfelagsbúskapinum.
Tá føroyska samfelagið
enn ikki hevur megnað
hesa uppgávuna skal
Tórshavnar Kommuna
ganga á odda fyri at skapa
karmar um ein Føroyskan
mentanar og vinnudepil.
Umhvørvi
Tórshavnar kommuna skal
hava umdømi sum ein
ábyrgdarfull kommuna har
umhvørvi verður sett í
hásæti. Bæði borgarir og
vinnan skulu taka
umhvørvi við í sínar
ætlanir og øll dálkandi
virki skulu hava eina
umhvørvisskipan
Fíggjarligt skynsemi
Tíðin er komin at umhugsa
og raðfesta komandi íløgur
so kommunan ikki endar í
fíggjarligum óskili.
Við borgaranum í
Tórshavnar kommunu í
miðdeplinum fer
kommunan at mennast og
fólkið at trívast.
Gjørdi upp við meg
sjálvan, beint eftir síðsta
kommunuval, at hettar
varð mín seinasta seta í
kommunustýrinum á
Sandi. 12 ógloymilig ár. 12
ár við óbegrípiliga spenn-
andi avbjóðingum, men
eisini við keðiligum løtum.
Tær góðu vinna tó altíð í
minninum. Serliga glaður
havi eg verið fyri sam-
starvið við tey, sum stilla
upp á Lista C til kommunu-
valið týsdagin 11. nov. Vit
hava goldið nærum
helvtina av risaskuldini hjá
Sands Kommunu, sum
harumframt varð sanerað
við u.l. 13 mió.kr seinast í
nítiárunum. Eitt megnar-
tak, sum eg ikki trúði varð
gjørligt fyri 12 árum
síðani, tá skuldin var áleið
53-54 mió.kr.
Serliga hugaligt hevur
verið seinnu árini, har tað
hevur borið til at gjørt
góðar íløgur fyri sandingar
og fólkið í oynni. Lista-
savnið og Bókasavnið eru
veruleiki takkað verið
ótrúliga góðum gávum frá
Sandsvinum. At vit sjálvi
hava kunnað lagt pening til
síðis, til ein ógvuliga
væleydnaðan nýggjan
barnaskúla, er stuttligt at
síggja. Og eg gleðist
saman við bygdafólkinum,
og kenni meg ikki sørt
ernan av okkara avrikum.
Sløkkiliðsbilurin var eitt
hjartamál hjá mær, og
eisini tað megnaðu vit. Nú
er grundøkið til sløkki-
liðsstøðina komið undir
land, og vónandi verður
hon veruleiki í komandi
valskeiði.
Bygdin og kommunan er
komin aftur á rættkjøl,
hóast eg veit at okkurt
nosið kann vera fyri
framman. Somikið kann
lívið bjóða okkum.
Haldi at kósin sum listi
C. hevur sett er tann rætta,
og eg haldi at samstarvið
millum tey sum ynskja
samstarv hevur verið
fyrimyndarligt. Ætli mær
ikki at leggja eftir nøkrum,
nú eg farið gjøgnum
dyrnar, tí eg havi eitt gott
forhold til øll tey sum eg
havi samstarva við.
At enda vil eg takka
øllum mínum stuðlum og
øllum teimum sum hava
stuðlað lista C. og vóni at
tey framhaldandi fara at
stuðla lista C., tí tað geri
eg.
Forkvinna í Havnar
Framburðsfelag
Kitty May
EllEfsEn
varaborgarstjóri
tórur
JohannEssEn
arkitektur, Listi E
albErt
isfEld
valevni Miðfloksins til
kommunuvalið 2008
unn
hEntzE
Góði veljari
Borgarin í Tórshavnar kommunu í miðdeplinum
Takki fyri meg!
viðmerkingar